týsdagur 30. juni 2020síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 1. juli 2020 · Nr. 51
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Danmark flaggar
skeivt á triðja sinni
Mánadagin
flaggaðu almennir
bygningar í Danmark
við Merkinum,
tí teir hildu tað
vera ólavsøku
Eirikur Lindenskov
– Hetta er triðja ferðin eftir
fimm árum, at almenna Dan
mark antin fer skeivt av, hvussu
Merkið sær út, ella nær tað er
ólavsøka. Pínligt og respekt
leyst heldur Sjúrður Skaale,
fólkatingsmaður, sum hevur
sett stjórnini fýra spurningar
um málið, sum Nick Hækk
erup,
løgmálaráðharri,
skal
svara uppá.
Hann vísir á, at á várið í 2016
avgjørdi danska stjórnin, at
almennir
bygningar
skuldu
vinda Merkið á stong 29. juli.
Endamálið var at sýna Føroy
um virðing, men longu fyrstu
ferð, at fløggini skuldu upp,
vórðu litirnir ikki teir røttu á
flagginum.
Í 2018 var litsamansetingin
røtt, men Merkið varð vundið
á stong á fleiri almennum
bygningum á skeivum degi –
29. juni.
– Hóast hesi pínligu mistøk
ini hava fingið nógva umrøðu
hvørjaferð, varð Merkið aftur
mánadagin vundið á stong á
skeivum degi, sigur Sjúrður
Skaale.
Spurningarnir, sum Sjðurð
ur Skaale hevur sett Nick
Hækkerup,
løgmálaráðharra,
eru so ljóðandi:
1. Hvad er ministerens holdn
ing til, at danske myndigheder
i år, for tredje gang ud af fem
mulige, begik pinlige fejl når
der i henhold til regeringens
beslutning
fra
marts
2016
skulle flages med færøske flag
på ólavsøka?
2. Er ministeren enig med
dem, som mener, at fejlene ud
trykker det modsatte af den
respekt for Færøerne, som flagn
ingen havde som erklæret
hensigt at vise?
3. Da der, spørgeren bekendt,
ikke er andre eksempler på, at
man fra offentlig dansk side
har taget fejl af andre landes
flage
og/eller
nationaldage,
hvad er så ministerens holdn
ing til, at det gentagne gange
sker når det gælder Færøerne?
4. Hvad agter ministeren at
gøre for at sikre, at disse fejl med
flagningen ikke gentager sig?
Í
viðmerkingunum
sigur
Sjúrður Skaale soleiðis:
I foråret 2016 besluttede
regeringen, at offentlige bygn
inger på ólavsøka, den 29. juli,
skulle flage med færøernes
flag, Merkið. Intentionen var
at vise respekt for Færøerne.
Første gang der skulle flages
var det dog ikke det færøske
flag, der blev hejst, men et flag
med
forkert
farvesammen
sætning. I 2018 blev det rigtige
færøske flag hejst på adskillige
bygninger - men på den for
kerte dag, nemlig den 29. juni.
Selv om disse pinlige fejl fik
megen omtale, blev flagene
mange steder igen i år hejst på
den forkerte dag - nemlig den
29. juni.
Fimm systkin
studentsprógv
á Kambsdali
Fríggjadagin var próvhand
an í Miðnámi á Kambs
dali. Millum studentarnar, ið
fingu prógv hendan dagin
var Lilja Súnadóttir Kristi
ansen av Skála. Og fyri hana
– og ikki minst foreldur
hennara – var løtan heilt
serlig.
Lilja er nevnliga tann
yngsta av fimm systkjum,
sum øll hava fingið handað
prógv á Kambsdali.
Tey fimm systkini eru:
•
Heini, 34 ár, studentur í
2005, útbúgvin cand.
merc frá Copenhagen
Business school og
arbeiðir sum HR-leiðari
á Bakkafrosti
•
Ása, 31 ár, studentur í
2009 og lesur námsfrøði
á Fróðskaparsetri
Føroya
•
Marnar, 30 ár, studentur
í 2009, útbúgvin lækni
frá Københavns
Universitet og er í
løtuni phd-lesandi á
Fróðskaparsetri Føroya
•
Silvia, 21 ár, studentur í
2020 og er júst liðug á
Miðnámi á Kambsdali
Til
próvhandanina
segði
pápin, Súni Kristiansen nøk
ur orð og takkaði vegna seg
og konuna, Eyðgerð, skúlan
um fyri at allar fimm stud
entarnar. Súni endaði røð
una við hesum orðum:
”At enda fari eg at takka
Miðnámi á Kambsdali fyri
tað stóra ríkidømi, tit hava
givið børnum okkara við at
nema sær eina góða út
búgving. Trivnaðurin hevur
verið góður á skúlanum, og
tit hava dugað væl at givið
okkum foreldrum pláss í til
gongdini – tað hava vit eisini
verið sera takksom fyri.
Takk fyri tíðina og øll tey
bestu ynski fyri tykkara
týdningarmikla
arbeiði
framyvir.”
Seinni um kvøldið kundi
Lilja hátíðarhalda students
prógvið saman við familju
og vinum – og hinum fýra
systkjunum, sum eisini hava
húgvu av Kambsdali.
Landsstýrið játtar pening til Trom
– Vit hava viðgjørt málið á landsstýrisfundi týsmorgunin,
og vit eru samd um at játta pengarnar, sum skulu til,
so at filmurin verður tikin upp í Føroyum, sigur Helgi
Abrahamsen, landsstýrismaður við vinnumálum
Frants Jensen
Landsstýrismaðurin vísir á, at
tað fer at koma ein eykajáttan
í heyst. Um øll upphæddin
verður játtað í einum, er tó ikki
greitt enn.
– Teir, sum standa fyri verk
ætlanini, hava víst á, at tað
ikki er tørvur á øllum pengun
um í einum. Tí er møguligt at
tvær milliónir verða játtaðir í
heyst, og so verður restin
játtað á fíggjarlógini komandi
ár, sigur Helgi Abrahamsen.
Eysturkommuna hevur sagt,
at tey vilja stuðla verkætlanini
við einari millión krónum, og
Runavíkar kommuna hevur
sagt, at tey eisini vilja stuðla.
Men Helgi Abrahamsen er iva
samur, um tað fer at bera til
hjá teimum at stuðla.
– Tað er ivasamt, um komm
unur hava loyvi at stuðla, so eg
veit ikki, hvussu tað verður við
tí, sigur landsstýrismaðurin.
Sjálvur er hann glaður um,
at tað er eydnast at fáa pengar
til filmsvinnuna.
– Eg eri glaður, at upptøkur
nar nú verða gjørdar í Før
oyum. Eg ynski tað besta fyri
filmsvinnuna, sum er ein nokk
so nýggj vinna í Føroyum, sig
ur Helgi Abrahamsen.
Hann er tó eitt sindur iva
samur, hvussu verður við stuðli
um onkrar nýggjar filmsverk
ætlanir brádliga koma í fram
tíðini.
– Eg fekk ein fyrispurning í
Løgtinginum um tað, og tá
svaraði eg, at kanska skuldi
filmshúsið umsitið hesa játt
anina, sigur Helgi Abrahamsen.
Pínligt og respektleyst:
Nick Hækkerup, løgmálaráðharri, er saman við Mette Frederiksen,
forsætisráðfrú, og Henrik Dam Kristensen, formanni Fólkatingsins