týsdagur 30. juni 2020síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 1. juli 2020 · Nr. 51
SAMAN LYFTA
VIT SAMFELAG
OKKARA!
Korona hevur verið ein dyggur smeitur fyri flestu føroyingar og
fyri okkum sum virki. Alt virksemi steðgaði upp frá einum degi
til annan, og hetta var ein tung byrða hjá okkum.
Nú mugu øll lyfta saman, og vit í BURN vilja ikki tyngja samfelag
okkara fíggjarliga. Tí nýta vit ikki hjálparpakka 2, hóast ein
hjálp upp á meira enn 100.000 kr. stóð okkum í boði. Ein hjálp,
ið hevði verið kærkomin, nú vit væntandi fara at hava undirskot
í ár. Vit vilja bera hendan kostnaðin sjálv.
Hóast stevini hava verið tung, standa vit enn, og tí kann hesin
peningur nýtast í øðrum høpi í samfelag okkara, har størri tørvur
er á honum. Vit eru sera takksom fyri, at løgtingið gav okkum
hjálparpakka 1, so starvsfólk okkara kundu fáa hjálp beinan-
vegin, tá skaðin hendi. Hetta eiga samgonga og andstøða
stórt rós fyri – túsund takk!
Vit í BURN eru heppin at hava ein fantastiskan kundaskara,
sum hevur staðið saman við okkum í øllum hesum. Tað gekk
minni enn ein mánaður, so høvdu vit fult limatal aftur, og ferð
kom á.
Kundarnir eru grundarlag okkara, og vit eru
takksom fyri hvønn tykkara!
Jákup Súni Berg
BURN FITNESS