Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-06-30, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. juni 2020síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 1. juli 2020 · Nr. 51 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Pensiónistar eru við skerdan lut, nú koronuískoytið hjá ALS grunninum ikki longur umfatar pensiónistarnar. Vanligi lønmóttakarin kann fáa koronuískoyti fram til 31. august, men hjá pensiónistunum helt skipanin uppat í gjár. Pensiónistar kunnu kenna seg sum 2. floks borgarar, heldur Beate L. Samuelsen, forkvinna í Landsfelag pensjónista Steinar Patursson Hóast ískoytisskipanin hjá ALS í sambandi við koronu­ kreppuna varð longd til 31. august, so steðgaði hon at virka fyri pensionistar í gjár. Hetta hevur álvarsamar av­ leið­ingar fyri teir pensionistar, ið framvegis hava orku og møgu­leika at virka á arbeiðs­ markn­aðinum, meit r Beate L. Samuel­sen. – Hetta merkir, at hesir pen­ sión­istarnir hava onga inn­ tøku. Teir hava ikki ta inn­ tøkuna, sum teir høvdu áðrenn koronu. Pensiónin er ikki nakað at rópa hurrá fyri. Tá tú bara hevur pensión og sam­ haldsfasta, so hevur tú umleið 8.000 krónur um mánaðin, har tú eisini skalt gjalda skatt av samhaldsfasta. Tá er ikki nógv eftir, tá tú eisini skalt gjalda olju til at hita húsini upp við. – Fólk, sum er farin um 67 ár, og sum dámar væl at ar­ beiða og hava møguleikan til tað, skulu sjálvandi hava tann møguleikan. Nú mistu tey møguleikan, tá korona stongdi fleiri arbeiðspláss. Tá missa tey sjálvandi ta inntøkuna, og hóast tey ikki fáa somu inn­ tøku gjøgnum koronu­skip­an­ ina, so fáa tey í øllum førum eitt lítið lønarískoyti, sigur Beate L. Samuelsen og ger greitt, at tað fer ikki at koppa nakr­ari fíggjarætlan, at 62 pen­siónistar sleppa at halda fram í skipanini, sum hevur virkað higartil. Gloymdir í byrjanini Upprunaliga vóru pen­sion­ist­ ar, sum eru á ar­beiðs­markn­að­ in­um, ikki umfataðir av koronu­skipanini hjá ALS, og so­statt fingu teir einki útgjald fyri mist arbeiði. Hetta elvdi til rætti­liga stóra ónøgd hjá Lands­felag pensiónista, og úrs­litið varð, at nakrar vikur seinni varð lógin broytt, so­ leiðis at pensiónistar á ar­beiðs­ markn­aðinum eisini sluppu upp í part. Nú er skipanin longd til 31. aug­ust, men pensiónistarnir fóru kortini úr skipanini í gjár. – Nógvir av teimum pen­ sion­istunum, sum hava eitt arbeiði við síðuna av, mistu tað vegna korona. Vit royndu at lofta teimum, so teir eisini kundu koma í koronu­skip­an­ ina, men nú vilja tey ikki hava teir har meira. Skipanin varð bara galdandi til 30. juni. Tú segði í røðu á ar­beið­ara­ degnum, at pensionistar í Før­ oyum kunnu kenna seg sum 2. floksborgarar. Hvussu metir tú, at tann útsøgnin heldir sær í dag? – Ja, hon passar. Millum annað tí at pensionistarnir ikki sleppa at vera í teirri skip­ anini, sum teir vóru í. Tað er eitt sindur keðiligt. – Er skipanin fyri øll, so skuldi mann trúð, at teir pen­ sionistarnir, ið vórðu eftir, kundu eisini verið verðandi í skipanini til 31. august. Hvat er endamálið við skipanini? Beate L. Samuelsen skilir held­ ur ikki hugsanina hjá lands­ stýr­inum, tá vanligi løn­mót­ tak­arin verður loftaður, með­- ­an roknað verður við, at pen­ siónisturin megnar at finna sær eitt annað arbeiði. – Elsebeth Mercedis Gunn­ leygsdóttur segði, at hon hevði ikki havt nakað uppskot í lands­stýrinum um at leingja kor­onu­skipanina, og hon hevði heldur ikki mælt til, at pensiónistarnir skuldu vera verðandi í skipanini, tí mann kundi rokna við, at teir fingu ar­beiði aftur, sum so nógv onn­ur, sigur Beate L. Samuel­ sen og sipar til søguna, sum var at síggja á in.fo mánadagin. – Men tað nyttar ikki at hava eina tílíka skipan, um mann bara skal rokna við, meina og halda, at tey fáa ar­ beiði. So skuldi eingin ALS skipan verið yvirhøvur, um mann roknar við, at tey fáa eitt arbeiði aftur seinni, sigur Beate L. Samuelsen. Men hvat er endamálið í at halda pensiónistum í hesari skipanini, tá arbeiði ikki er at fáa? Er hetta ikki eitt tekin uppá, at pensiónistarnir kanska skulu fara á pension? – Teir fáa pensión. Teir fáa pensión frammanundan, og teim­um væl at arbeiða. Polit­ ikkararnir, sum sita í tinginum, søgdu upp undir valið, at neyð­ ugt var við pensionistunum á arbeiðsmarknaðinum, tí teir gera ein stóran innsats. Summir pensiónistar ynskja at arbeiða Beate L. Samuelsen skilir væl, at tað eru fólk, ið eru farin um pensiónsaldur, sum helst vilja sita heima og njóta pen­sión­ istatilveruna. Men hetta skal kortini ikki seta dagsskránna fyri hini, ið hava hug at ar­ beiða. – Tey skulu sjálvandi hava loyvi til at sita heima í friði sum onnur, ið eisini hava hug til tað. Men tey, sum gjarna vilja halda fram, sjálvt um tey eru eldri enn 67, skulu hava loyvi til tað - um tey hava møgu­ leika til tað. Sum er, verða tey skerd, tá lógin heldur upp­at, sum hon ger í dag. Beate L. Samuelsen fýlist eis­ini á, at einki samsvar er mill­um tað, ið politikkarar søgdu um pensiónistar undan val­inum, og tað, sum teir siga nú. – Nú sleppa teir ikki meira, sig­ur Beate L. Samuelsen um PENSIÓNISTA 2. FLOKSBOR Teir hava ikki ta inntøkuna, sum teir høvdu áðrenn koronu. Pensiónin er ikki nakað at rópa hurrá fyri Tað fer ikki at koppa nakrari fíggjarætlan, at 62 pensiónistar sleppa at halda fram í skipanini