Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-06-30, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. juni 2020síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 1. juli 2020 · Nr. 51 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 HEILSA - Vit kunnu fegnast um, at nógv fleiri krabbameinssjúklingar nú kunnu uppliva fleiri føðingardagar, men enn eru vit ikki komin á mál, sigur Mef Nilbert, granskingarleiðari hjá Kræftens Bekæmpelse Vilmund Jacobsen Talið av teimum, sum yvirliva krabbamein, er veksandi. Hetta er ikki minst galdandi fyri sjúklingar, ið eru fongdir við lungnakrabba. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Krabbameinsskrásetingini - ella Cancerregisteret - sum tað verður rópt. Enn er politiskt viðurkenda málið fyri yvirliving eftir krabba­mein tó ikki rokkið. - Vit kunnu fegnast um, at alt fleiri krabba­meins­sjúk­ling­ ar nú sleppa at halda fleiri føð­ ing­ardagar, sigur gransk­ing­ar­ leiðarin hjá Kræftens Be­kæmp- ­else, Mef Nilbert. Nýggjastu tølini hjá danska Heilsudátastýrinum fyri yvir­ living árini 2004 til 2018 vísa, at tað eru eitt nú krabba­meins­ pakkar og betri viðgerðir inn­ an krabbamein, sum eru høv­ uðs­orsøkin til, at fleiri og fleiri sjúklingar liva longri og yvir­ liva krabbasjúku. Tølini vísa nevniliga, at eitt ár eftir, at sjúklingar árini 2016 til 2018 fingu staðfest krabba­ mein, livdu ávikavist 82 pro­ sent av monnunum og 83 pro­ sent av kvinnunum. Hetta er sambært www. cancer.dk ein vøkstur á tvey prosentstig hjá monnum og eitt prosentstig hjá kvinnum í mun til árini 2013 til 2015. Fimm ár eftir sjúku­stað­fest­ ing vóru í tíðarskeiðnum 2016 til 2018 66 prosent av monn­ unum og 68 prosent av kvinn­ unum á lívi. Hyggja vit eftir yvirliving hjá báðum kynunum saman­ lagt, svarar hetta til ein vøkst­ ur á eitt prosentstig, sum sjúk­ lingarnir livdu longri árini 2016 til 2018 í mun til tíðarskeiðið 2013 til 2015. Stjórin bjartskygdur Jesper Fisker, stjóri í Kræftens Bekæmpelse, er bjartskygdur, tá hann hyggur eftir samlaðu tølunum. - Gongdin er rætta vegin. Pol­itiskt viðurkenda málið er, at talið av teimum, sum yvir­ liva krabbamein í 2025, skal verða á sama støði í Danmark, sum í teimum norðurlondum, ið hava bestu úrslitini at vísa á. Hann sigur, at málið er, at í minsta lagi tríggir av fýra sjúk­ lingum yvirliva eina krabba­ sjúku. - Vit eru nú ávegis móti teim­um 75 prosentunum. Men, hetta krevur treiskni og áhaldni, sigur hann. Sambært stjóranum í Kræft­ ens Bekæmpelse ræður tað um at styrkja avrikini í breið­um høpi. - Okkum tørvar skjótari sjúku­greiningar, betri við­gerð­ ir og tillagað endur­menn­ing­ar­ til­boð. Okkum tørvar sam­ felags­lig átøk, serliga ímóti royk­ing og ovurfiti, og okkum tørv­ar eisini fleiri hugskot, so for­eldur og børn velja tað heilsu­góða lívið, sum fyri­byrg­ ir krabbameini, sigur Jesper Fisker. Serliga lungnakrabbi Í frágreiðingini hjá Heilsu­ dátastýrinum verður gongdin innan 15 sløg av krabbameini greinað, og allar útrokningar eru gjørdar av hagfrøðingum, sum starvast á miðstøðini inn­ an krabbameinsgransking hjá Kræftens Bekæmpelse. Lungnakrabbi er framvegis ein sjúka við høgum deyðs­títt­ leika. Ein høvuðsorsøkin er, at sjúkugreiningin ofta kemur seint. Men, her yvirliva nógv fleiri í dag, bæði tá ræður um eitt ár og fimm ár eftir sjúku­ viðgerð. Tey, sum hava fingið stað­ fest lungnakrabba, men eru á lívi eitt ár eftir staðfestingina, telja nú 51 prosent, tá ræður um menn og 60 prosent, tá ræð­ur um kvinnur. Hetta er ein øking á 19 prosentstig fyri menn og 24 prosentstig fyri kvinn­ur síðan 2004. Nýggjastu tølini siga, at 20 prosent av monnunum og 27 prosent av kvinnunum, sum fingu staðfest lungnakrabba, eru á lívi fimm ár eftir sjúku­ grein­ingina. Hetta er ein vøkstur í mun til fyrr nevnda tíðarskeið á ávika­vist tvey og trý prosent­ stig. Stórir batar Mef Nilbert, granskingarleiðari hjá Kræftens Bekæmpelse, lýs­ ir batarnar sum undr­un­ar­ verd­ir. - Hesi framstig snúgva seg um fleiri viðurskifti. Fólk eru meira árvakin um sjúku­eyð­ kenni, og vit hava fingið fleiri manna­gongdir til greining av sjúku, tvørfakligt samstarv, betri skurðfrøði, fleiri mál­rætt­ aðar viðgerðarhættir við heili­ vági og immunterapi, sig­ur hon. Hon vísir á, at stórir batar eisini eru hjá monnum við krabba­meini í langa, og hjá kvinnum eru batar við krabba­ meini í langa, baktarmi og lungna­krabba. Granskingarleiðarin heldur, at tað, sum nú ræður um, er at flyta góðu royndirnar og úrs­ lit­ini, har tað hevur eydnast væl, yvir á onnur øki innan krabba­mein, sum hava eydnast minni væl. - Hetta er eitt nú galdandi fyri krabbamein í eggrótini, har yvirliving eftir fimm árum ikki er vaksin. Mef Nilbert leggur aftrat, at linnandi viðgerð kann eisini leingja um lívið hjá sjúklingum við krabbameini. Kelda: cancer.dk Fleiri yvirliva krabbamein - men málið er ikki rokkið - Málið er, at í minsta lagi tríggir av fýra sjúklingum yvirliva eina krabbasjúku, sigur stjórin í Kræftens Bekæmpelse, Jesper Fisker. Mynd: Tilvildarlig - Tað, sum nú ræður um, er at flyta góðu royndirnar og úrslitini yvir á onnur øki innan krabbamein, sum hava eydnast minni væl, sigur Mef Nilbert