týsdagur 30. juni 2020síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 1. juli 2020 · Nr. 51
14
Sosialurin
LESTRARBLAÐ
– Fíggjarliga klára summi seg við studningi, summi hava
tørv á lestrarstarvi ella láni, øll hava tørv á eini fíggjarætlan
og at vita, hvat tað kostar og krevst at flyta av landinum,
vera lesandi og eisini at koma heim aftur og hvussu hesi
viðurskiftini verða skipað á ein skynsaman hátt, sigur Jónvá
Ellingsgaard, leiðari í Ungdómsbankanum í BankNordik
Annika Kunoy Im
annika@sosialurin.fo
Tey flestu eru bæði spent og
eitt sindur ørkymlað, tá tey
fara uttanlands at lesa. Tað er
nógv at seta seg inn í, taka
støðu til og torført kann verða
at finna neyðugu kunningina,
tí ofta er hon spjødd, og hon er
ikki altíð lætt atkomulig.
– Tað er umráðandi, at
kundar vita, at bankin er har
fyri kundan, og tí kunnu
kundarnir altíð spyrja um tað,
sum teir ivast í. Vit uppliva
javnan, at fólk ikki vilja spyrja
bankan um ráð, fyrr enn talan
er um tyngri ella meir álvarslig
evni. Tað er ikki neyðugt, tí vit
hava
gjørt
forarbeiðið
og
savnað saman alla vitanina á
einum stað í eini flytivegleiðing
á heimasíðu okkara, og um vit
ikki vita eitthvørt, sum spurt
verður um, so finna vit sum
oftast útav tí fyri kundan,
sigur Jónvá Ellingsgaard, leið
ari í Ungdómsbankanum í
BankNordik.
Hon leggur dent á, at tað,
sum er mest umráðandi er at
fyrireika seg, áðrenn ein fer
avstað, og tí greiðir hon niðan
fyri vanligastu fløkjurnar, sum
komandi lesandi kunnu renna
seg í.
Legg eina
fíggjarætlan
Tað er týdningarmikið at hava
neyðuga yvirlitið yvir tínar
pengar, soleiðis at tú veitst,
hvørjar inntøkur og útreiðslur,
tú hevur hvønn mánað. Her
kann ein fíggjarætlan vera eitt
hent amboð til at geva samlaðu
myndina, so tú altíð hevur
pengar tøkar - eisini seinast í
mánaðinum.
– Um tú heldur, at tað virkar
trupult at leggja fíggjarætlan
ina, hjálpa vit tær fegin við øll
um tí turra og praktiska. So
kanst tú brúka tíðina til tað, ið
hevur meira týdning fyri teg,
sigur Jónvá Ellingsgaard.
Spar saman
Tað kostar nógv at flyta og at
gera fyrstu íløgurnar í inn
búgv, súkklu, teldu og annað,
sum krevst til fyrsta heimið,
og tá man fer undir at lesa. Tí
er tað skilagott at spara saman
nakað av peningi, áðrenn farið
verður avstað, tí tað kann ger
ast
kostnaðarmikið,
og
tá
kemur ein góð samansparing
væl við. Tað er eisini umráð
andi at hugsa um eyka út
reiðslur, so sum høgtíðir, gáv
ur og feriur. Er hetta roknað
inn í fíggjarætlanina, so er nóg
mikið av peningi - eisini í feri
um, og tá ið nógvir føðingar
dagar eru, greiðir Jónvá Ell
ingsgaard frá.
Ger eina matætlan og
keyp skilagott inn
Hjá teimum flestu fer stórur
partur av inntøkunum hvønn
mánað til mat. Fyri lesandi
kann tað tí gerast ein dýrur
postur, og eitt gott ráð er tí at
hugsa skinsamt um innkeypið,
heldur ungdómsleiðarin í Bank
Nordik.
– Ger eina matætlan fyri kom
HETTA KREVST
AV LANDINUM A
Pengar: