Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-06-30, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. juni 2020síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Mikudagur 4. september 2019 · Nr. 140 LESTRARBLAÐ ­andi vikuna og keyp inn til alla vikuna, so­leiðis at tú kanst end­urnýta ym­iskar rávørur og ikki endar við at keypa inn við tómum maga - sum ofta endar við at gerast dýrt, sig­ur hon. Trygging Tá ið tú flyt­ur heimanífrá og í egnan bú­stað, skalt tú tekna eina trygging, ið bæði dekkar teg og títt innbúgv. At velja trygg­ing frá kann enda við at verða ein dýr avgerð, um tú skuldi verið óheppin. Fá tær eitt lestrarstarv Eitt lestrarstarv er bæði ein góð fíggjarlig hjálp til at fáa end­arnar til at røkka og sær gott út á tínum lívrensli (CV). Eitt lestrarstarv kann nevn­ liga hava stóra ávirkan á tína fram­tíðar yrkisleið, av tí at tú fært møguleikan at royna teg í arbeiðslívinum og økja um títt netverk, ið kann hava av­ger­ andi týdning, tá ið tú skalt finna títt fyrsta starv eftir lokn­an lesnað. Lesandi í Dan­ mark hava eisini rætt til før­ oya­frádrátt, sum er 79.400 krónur um árið. Umframt hetta hava lesandi í Danmark rætt til persónsfrádrátt, rentu­ frádrátt og aðrar frádráttir. Tey lesandi mugu venda sær til SKAT og søkja um før­oya­ frádráttin. Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark hevur eina góða vegleiðing á teirra heima­síðu, greiðir Jónvá Ellings­gaard frá. Lestrarlán Tað kunnu vera ymiskar støð­ ur, sum gera, at tað verður neyð­ugt hjá summum við ein­ um lestrarláni undir lestr­ar­ tíð­ini. Jónvá Ellingsgaard greiðir frá, at tey altíð taka støði í kundanum og mæla kund­an­um til ta loysn, ið er best fyri kund­an og viðhvørt er eitt lestr­arlán, eisini nevnt SU-lán við lágari rentu, besta loysnin. – Skuld kann ger­ast sera kostn­aðarmikil – ser­liga tey dýru snarlánini - so royn at sleppa undan tí, sigur hon. – Hvørja ferð tú lænir, skalt tú rinda rentur og gjøld. Við­ hvørt er tað tó neyðugt at taka lán fyri at fáa gerandisdagin til at hanga saman, og her er eitt SU-lán ikki nøkur ring loysn. Hevur tú tørv á at fáa eina hægri upphædd í einum til innskot til eina íbúð ella líknandi, so er eitt Nordik­Solo- lán  ein møgu­leiki, greiðir hon frá –Tosa við okkum, áðrenn tú tek­ur avgerð um at læna. Vit kunnu heilt vist finna eina loysn saman, ið hóskar til tín, leggur hon aftrat. Melda flyting Tá ið tú flytur til Danmarkar, skalt tú persónliga møta upp á Fólkayvirlitinum (Folke­regist­ eret). Minst til at hava pass og skjalprógv við føroyska p-tal­ inum við. Tað er umráðandi, at tú meldar flyting í seinasta lagi fimm dagar eftir flyting. Gert tú ikki tað, kanst tú fáa eina bót. Meir er at lesa um júst hatta á borger.dk. Hon greiðir víðari frá, at fleiri kundar stúra fyri, um teir fáa SU, hóast teir ikki hava funnið íbúð ella annan bústað, tá teir fara undir lesturin. – Um tú ikki hevur ein fast­ an bústað at vísa til, kanst tú hava ein c/o bústað at byrja við. Tá ið tú hevur c/o adressu, merk­ir tað, at tú ert skrásett/ ur og býrt á bústaðnum, men at navnið ikki stendur á hurð­ ini. Sostatt hevur ein c/o bú­ stað­ur bert týdning fyri post­ in. Um tú flytur inn hjá einum øðrum, og títt navn ikki er á hurðini, skalt tú seta navnið á útleigara í teigin "hos", tá ið tú meldar flyting, sigur hon. TÁ TÚ FERT AT LESA PREIÐ: Ein roknari er at finna á heimasíðuni hjá BankNordik, har til ber at leggja eina talgilda persónliga fíggjarætlan. Finn hann her: banknordik.fo/ figgjaraetlan PREIÐ: 11. august klokkan 19 skipar BankNordik fyri tiltakinum »Hjálp, eg skal uttanlands at lesa« í Tórshavn, Klaksvík og á Tvøroyri. Har tú fært svar upp á allar viðkomandi spurningar og kunningin er savnað á einum stað. Tú fært kunning um: - At flyta niður - Studning og ferðastuðul - Bankaviðurskifti - Tryggingarviðurskifti Les meira her: banknordik. fo/uttanlandsatlesa