Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-06-30, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. juni 2020síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 1. juli 2020 · Nr. 51 16 Sosialurin LESTRARBLAÐ Taka støði í kundanum Møguleikarnir eru fleiri, tá útbúgvingarleiðin skal veljast, og tað eru ikki øll, sum velja at fara av landinum at útbúgva seg. Møguleikarnir fyri bæði handaligum og bókligum útbúgvingum eru eisini nógvar í Føroyum Annika Kunoy Im annika@sosialurin.fo Jónvá Ellingsgaard, leiðari í Ung­dómsbankanum í Bank­ Nordik, greiðir frá, at tað er sera ymiskt, hvør tørvurin hjá ungu kundunum er, men sam­ an­umtikið er nógv ferð á hjá teimum flestu ungu í dag, og krøv­ini til bankan eru eisini nógv broytt. Nú verður væntað, at bankin er tøkur, tá kund­in hevur tørv á tí , og á tann hátt, sum kundanum dám­ar besta at samskifta á. – Vit leggja okkum eftir, at vit vilja vera meir enn bara ein banki. Vit vilja vera har, tá tey ungu hava brúk fyri okkum. Vit taka støði í teimum ungu, og tí leggja vit okkum eftir at møta teimum, har tey eru, og har tey hava tørv á okkum, líka­mikið hvat tey gera, og hvar tey eru, sigur hon. – Tað er nógv ferð á, og tey eru von við at vera á netinum og at brúka lættar loysnir. Vit seta okkum í samband við tey og avtala síðani, hvussu tey ynskja at samskifta og fáa veg­ leiðing. Tí hava vit ofta fundir gjøgn­um telefon ella netið, ella vit brúka aðrar talgildar loysn­ir, greiðir Jónvá Ellings­ gaard frá. – Vit skilja, at tað er nógv ferð á í ungdómsárunum, og at tey hava nógv at hugsa um. Hó­ast øll eru ymisk, og vit tí taka hædd fyri, hvar ein er á lívs­leið síni, tá vit veita per­ són­liga, gjøgnumførda og lætta kunning, so vita vit eis­ ini, at tey vænta, at vit sum banki veita teimum skjótt og gott svar, tá tey hava fyri­ spurn­ingar, staðfestir hon. – Tí tey eru kunnað og vita nógv, leggur hon aftrat. – Ungdómsbankin er ætl­að­ ur ungdómi frá 18 til 28 ár, og tað er sjálvsagt sera ymiskt, hvat man er í lívinum hesi tíggju árini. Summi fara undir út­búgving, og onnur leita eftir bú­staði ella fara undir at keypa hús og ynskja at verða fyrireikað til tað. Tey ungu í dag eru ólík, og tørvurin á bankanum er tí eisini ymiskur. Vit uppliva, at summi hava sett seg inn í øll viðurskiftini, áðr­enn tey fara undir útbúgv­ ing, men onnur byrja púra á ber­um. Tá er størri tørvur á ráðgeving til alt, sum hevur við útbúgving og aðrar lívs­um­ støður í ungdómarunum at gera, sigur hon. Fíggjarliga tilvitað Jónvá Ellingsgaard greiðir frá, at tað, sum eyðkennir ung­ dóm­in í dag er, at tey eru sera til­vitað um persónligu fíggj­ar­ ligu viðurskifti síni. – Tey brúka bankan til at sparra um tað fíggjarliga, og har kann man siga, at tey eru tilvitað um fíggjarligu støð­una, tí tey eru uppvaksin við korti, netbanka og løttum inn­liti í fíggjarlig viðurskifti. Gjøgn­umgangandi er tað týdn­ing­armikið hjá teimum, at fíggj­arligu viðurskiftini eru góð, og eg merki ofta, tá eg tosi við ungdómin, at tey vilja ikki stúra fyri, um pengarnir røkka til, sigur hon síðani. – Tá man skal undir eina nýggja tilveru - so sum at lesa víðari - hevur man annað at hugsa um, og tá hevur tað nógv at siga, at tað fíggjarliga ikki fyllir upp á ein negativan hátt, leggur hon aftrat. Tá ein fer í læru at at lesa heima í Føroyum, eru tað ikki somu praktisku broytingarnar, sum tá man fer av landinum. – Tó, so fáa summi sína fyrstu løn, bústað, og hava tørv á at leggja tað fíggjarliga til rættis við inntøkum og út­reiðsl­um, so tey hava nokk at liva fyri, tá mánaðurin er liðug­ur. Hjá mongum er tað er framma­liga í huganum, at tey hava útreiðslur til ferðing og fígging til bilar, og tey ynskja tá at vita, hvussu tey praktiskt fáa peningin at røkka til tað, sigur hon frá. Við kundans lið Jónvá Ellingsgaard greiðir frá, at tey við kunning og vegleið­ ing hava ábyrgd av at vera við liðina á kundanum í spurn­ing­ um um gerandisviðurskifti, trygg­ing, framtíðina og eftir­ løn. –Vit royna at koma allan veg­in rundan um kundan, so tað er tryggjað, at tey hava bestu fíggjarligu karmarnar, tí kund­in kennir seg eisini trygg­ an, tá støða er tikin um um­ráð­ andi viðurskifti, sigur hon. – Vit vilja vera við til at veita meir enn bara tað praktisku ráð­gevingina, tí tað kann verða ræðandi, fyrstu ferð man skal standa á egnum bein­ um og hevur ábyrgd av at fáa alt at ganga upp í eina hægri eind, so framtíðin verður stutt­ lig og góð uttan fíggjarligar stúr­anir, sigur hon til endans. PREIÐ: Hevur tú eitt lestrarstarv við síðuna av lesnaðinum í Føroyum, kanst tú í miðal tjena upp í 20.000 krónur um mánaðin, uttan at tað ávirkar tín studning. Tjenar tú meira enn 20.000 krónur um mánaðin, verður lestrarstuðulin inntøkujavnaður. Eg merki ofta, tá eg tosi við ungdómin, at tey vilja ikki stúra fyri, um pengarnir røkka til Bankin hevur ábyrgd av at vera við liðina á kundanum, sigur Jónvá Ellingsgaard