Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-06-30, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. juni 2020síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 1. juli 2020 · Nr. 51 20 Sosialurin LESTRARBLAÐ Tey flestu, sum hava verið uttan fyri kongaríkið í lestrarørindum, kennast við Holger Arnbjerg og Altjóða skrivstovu. Upprunaliga vegleiðingin hjá Altjóða skrivstovuni er nú partur av størri útbúgvingarvegleiðing, sum húsast á Hoydalsvegnum á Vegleiðingarstovuni og hjá Studna, og uppgávurnar eru vorðnar breiðari við árunum, men framvegis fylla útlond nógv í vegleiðingini Steinar Patursson Upprunaliga vegleiðingin, ið Altjóða skrivstovan fyrr hevði um hendi, er nú lagt undir Studna og síðani vegleiðing­ar­ stovuna. – Uppgávan hjá útbúgv­ing­ ar­vegleiðaranum er at vegleiða til hægri útbúgvingar og út­ búgv­ingar í heila tikið. Mann kann siga, at okkara førleika­ øki er blivið til "tað stóra út­ landið". Men vit taka okkum av allari útbúgvingarvegleiðing frá at tú verður liðugur í 9. flokki, til tú ert komin inn á ein master ella ein kandidat. Tað hevur ikki so stóran týdn­ ing, um tað er ein teoretisk ella praktisk útbúgving, sigur Holg­er Arnbjerg og leggur aftrat, at vegleiðingin er vorð­ in nakað breiðari seinastu ár­ ini, tí nú eru eisini nógvir til­ flyt­arar í Føroyum, ið hava tørv á vegleiðing. – Harumframt stuðla vit eis­ini teirri vegleiðingini, ið er á teimum ymsu skúlunum kring landið. Mið­náms­skúl­ar­ n­ir hava allir egnar vegleiðarar, men hava sjálvsagt avmarkaða orku til at finna alla vegleiðing. Hetta var eisini ein av orsøk­ un­um til, at Altjóða skriv­stov­ an varð sett á stovn í 2000, sig­ ur Holger Arnbjerg, tí veg­leið­ararnir á mið­náms­skúl­ un­um høvdu ikki orku og tíð til at vita og vegleiða um, hvat skuldi til fyri at fara í útlond utt­an fyri Danmark at lesa. Útlond framvegis áhuga Tað, at fara út í heim at lesa, fyllir framvegis nógv í veg­leið­ ingini, og útbúgv­ingar­vegleið­ arin fær nógvar fyrispurningar frá fólki, ið ynskja at nema sær útbúgving uttanlands, men sum ikki eru heilt vís í, hvat tey skulu velja, og hvussu tey skulu bera seg at. – Har kunnu vit tosa við tey um, hvar tey kunnu finna kunn­ing um tey londini, tey evnini og tær útbúgvingarnar, sum tey hava áhuga fyri. Eisini veita vit vegleiðing í, hvørji krøv verða sett frá myndug­ leik­unum til útbúgv­ingar­ stovn­arnar til at fáa tann stuð­ ul­in, sum tú kanst fáa, sigur Holger Arnbjerg og sipar til stuðul­skipanirnar hjá Statens uddannelsesstøtte og Stuðna. Tá spurdur, hvat tað er fyri spurningar, ið útbúgving­ar­ veg­leiðarin fær, sigur Holger Arn­bjerg, at tað yvirhøvur snýr seg um ta tilgongdina at sleppa inn á eina útbúgving. – Tað er tílíkt sum øll um­ sókn­artilgongdin. Nær kanst tú søkja, nær eru freistirnar, hvørji eru krøvini í mun til karakterir og annað. Tá royna vit so at fáa eina hóming av, hvussu møguleikarnir at sleppa inn eru. Vilja røkka teimum, ið tørvar vegleiðing Síðan 2003 hevur eisini verið skipað fyri Markleysari út­ búgv­ing, sum er eitt tiltak, ið hevur til endamáls at varpa teir útbúgvingarmøguleikar, sum eru fyri føroyingar. Tiltakið er serliga ætlað fráfaringarflokkunum úr miðnámsskúlunum, men tað hevur sjálvandi eisini innihald til ein og hvønn, ið hevur áhuga í útbúgvingar­møguleik­ um. – Har fært tú kunning um allar føroyskar útbúgvingar, um­framt eitt breitt úrval av útlendskum útbúgvingum frá eini 12 londum. Tað eru Norð­ urlond, Australia, Stóra­bret­ land, Týskland og onnur lond, har føroyingar vanliga velja at lesa. Har eru framløgur, og tú hevur møguleika at tosa við vegleiðarar frá teimum ymsu útbúgvingunum, hevur tú meira nágreiniligar spurn­ing­ ar, sigur Holger Arnbjerg. Vegleiðingarstovan roynir á bestan hátt at røkka teimum, ið hava tørv á útbúgving­ar­veg­ leiðing, og umframt tiltakið markleysa útbúgving er veg­ leið­ingarstovan nú eisini farin í holt við tað, sum tey kalla Veg­leiðingarstovan kring landið – Tað seinasta nýggja er, at vit gera tað, sum vit kalla veg­ leið­ingarstovan kring landið, har vit royna at vitja eini átta støð um mánaðin. Tá brúka vit eini tríggjar tímar ein seinna­ part at hitta tey á staðnum, har tey fáa møguleikan at fáa eitt prát um, hvørjar møgu­leik­ ar tey hava, sigur Holger Arn­ bjerg, sum sjálvur var í Vág­un­ um í farnu viku í hesum ør­ind­um. Uppgávurnar lagdar undir Studna og vegleiðingarstovuna Upprunaliga var altjóða skriv­ stovan undir menta­mála­ráðn­ um, og frá 2010 var hon tengd at Fróðskaparsetrinum. – Navnið, sum stovnurin Framhaldandi tø útbúgvingarvegle