Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-06-30, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. juni 2020síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Mikudagur 4. september 2019 · Nr. 140 LESTRARBLAÐ fekk av fyrstani tíð, tá eg gjørd­ist leiðari, var kanska ikki tað besta navnið. Í altjóða universitetshøpi er ein altjóða skrivstova ein universitets­ skriv­stova, sum tekur sær av við­ur­skiftum við útlond, so sum útlendsk lesandi, sum koma higar, ella lesandi á uni­ versit­etinum, ið vilja út um land­oddarnar. Men skriv­stov­ an fekk so tað navnið. – Í fyrstuni virkaði altjóða skrivstovan undir mentamála­ ráðnum, men var annars stað­ sett á fróðskaparsetrinum. Tað var tí, at har vóru ætlanir um, at fróðskaparsetrið skuldi hava eina altjóða skrivstovu, eins og tær vanliga eru á øðr­ um universitetum. Tað gjørd­ ist hon eisini 10 ár seinni. Tá gjørdist altjóða skrivstovan ein partur av setrinum, sigur Holger Arnbjerg og vísir á, at har var eitt greitt ynski um altjóðagerð av virkseminum hjá setrinum. Alsamt fleiri um­ sóknir og fyrispurningar komu úr útlondum at lesa í Før­oyum, eins og fleiri føroysk les­andi gjørdust áhugað í at fara út um landoddarnar - ant­in at taka fullan lesnað ella skiftis­ lesnað. – Tá vóru eisini fleiri av út­ búgvingunum, ið bert vóru á bachel­orstøði, og tí var neyð­ ugt at fara í útlond, skuldi tú hava ein yvirbygning. Av tí sama gjørdust uppgávurnar meira og meira tengdar at setr­ inum. Hetta elvdi hinvegin til trupulleikar, tí ein vegleiðari er ein neutralur persónur, ið skal vísa á útbúgving­ar­møgu­ leik­ar og hjálpa fólki at finna tær útbúgvingarnar, ið tey feg­ in ynskja. Ert tú so í starvi hjá einum útbúgvingarstovni, so ert tú í einari tvístøðu: Tú skalt syrgja fyri at fáa lesandi til tín egna stovn, samstundis sum tú skalt vegleiða fólki til at finna ta útbúgving, sum tey ynskja. Holger Arnbjerg, sum hevði mannað altjóða skrivstovuna síðan hon varð sett á stovn, fór í pensión fyri hálvum øðrum ári síðani. Hann er kortini kom­in aftur í eitt stutt tíð­ar­ skeið sum farloyvisavloysari. Men tá Holger Arnbjerg fór í farloyvi, tók spurningurin seg upp, um hvørt altjóða skriv­stovan skuldi halda fram á setrinum við teirri tvístøðu, sum var, ella skuldi ein onnur loysn finnast. – Vegleiðarar í Føroyum hava havt eitt ynski um eitt veg­leiðarahús, tí tað hevði verið besta fyri allar partar. Fyri hálvum øðrum ári síðani var einki hús til endamálið, men fyri einum ári síðani broytt­ist støðan, og tað er tað, sum í dag eitur vegleið­ing­ar­ stov­an. Undan samrøðuni, ið Sosial­ urin hevði við Holger Arnbjerg, var ikki greitt, hvørt veg­leið­ ing­arstovan fór at halda fram eftir sama leisti, sum hon hev­ ur verið rikin seinasta árið. Neyð­ugt var við peningi til rakst­urin eftir summ­ar­frí­tíð­ ina, segði Holger Arnbjerg. Tað kann leggjast aftrat, at síð­an samrøðuna hevur løg­ tingið játtað pening, soleiðis at virksemið kann halda fram. Okkurt fyri øll Uppgávurnar hjá vegleiðing­ ar­stovuni eru fjølbroyttar, og veg­leiðingarstovan er ein partur av tí, sum vit kenna sum lívslang vegleiðing til lívs­ langa útbúgving. – Tað er ein evropeiskur tend­ensur til at siga, at lívslang útbúgving krevur lívslanga vegleiðing. Tað eru ikki bert tey ungu, sum skulu út at nema sær útbúgvingin. Sam­ felagið hevur tørv á um­still­ ing­armøguleikum til fólk, ið ynskja tað, sigur Holger Arn­ bjerg og vísir til ta støðu, ið samfelagið er komið í, eftir at koronafarsóttin hevur ávirkað samfelagið í fleiri mánaðir. – Fyri einum hálvum ári síðani var arbeiðsloysið undir einum prosenti. Tá vóru ikki so nógv, ið vildu skifta arbeiði, og tað var lætt at finna nýtt arbeiði. Nú hava vit knappliga nógv størri óvissu, her í kor­ onatíðini, og hevur havt við sær, at seinastu tíðina hava vit nógv fleiri fyrispurningar frá fólki, sum vilja hava ta útbúgv­ ingina, sum tey ongantíð fingu. Summi er rættiliga etabl­ erað her heima - bæði við hús­ um og børnum - og hjá teimum kann tað vera torført at skula skrykkja tjaldpelarnar upp fyri at fara út í heim at fáa sær nýggja útbúgving. Av tí sama fær vegleiðingarstovan ofta fyri­spurningar um, hvørjar út­ búgv­ingar eru tøkar á net­ inum. Sama hvat tær tørvar av veg­leiðing, so er vegleiðingar­ stovan til reiðar at hjálpa, tí veg­leiðingarvitanin á stovn­in­ um er breið, ger Holger Arn­ bjerg greitt. Á vegleiðing­ar­ stov­uni eru vegleiðarar frá øll­um teimum ymisku útbúgv­ ingarsektorunum í Føroyum - og sjálvandi eisini tað, sum áður var altjóða skrivstovan. – Vegleiðingin verður sam­ skipað soleiðis, at vit hava eina samanhangandi vegleiðing, um­framt at vit fáa samband við vegleiðarar tvørtur um yrki. Soleiðis fáa vit eitt effekt­ ivt netverk. Fáa vit so til dømis ein fyrispurning um yrkis­út­ búgving, so hava vit vegleiðara frá Yrkisdeplinum, ið kann taka fyrispurningin umgang­ andi, sigur Holger Arnbjerg. Nógv velja Poland sum lestrarland Føroyingar eru at finna nógvastaðni í lestrarørind­ um, og seinastu árini er tað vorðið alsamt meira væl­ umtókt at fara til Polands at lesa, aloftast sum lækni ella tannlækni. Hetta er ein frálíkur møgu­leiki hjá teimum, sum ynskja at vera lækni ella tannlækni og sum hava evn­ ini til tað, sigur Holger Arn­ bjerg, men sum kanska ikki hava karakterir á tí støð­ inum, sum krevst í Dan­ mark. Og júst tað at fara eina lestrarleið sum til dømis til Polands er nakað, sum út­ búgv­ingarvegleiðarin kann vegleiða og hjálpa við. – Tað er ein øðrvísi út­ búgv­ingarskipan enn tann, sum vit kenna her um okk­ ara leiðir, og tað krevur meira dokumentatión, enn vit eru von við. Tú skalt hava eina málroynd, og tú skalt kunna skjalfesta, at tú hevur eina útbúgving, ið gevur atgongd til hægri lesnað. Har er nakað meira av pappírarbeiði í um­sókn­ ar­tilgongdini, sigur Holger Arnbjerg. – So greiða vit teimum frá, at tað er ein onnur út­ búgvingarskipan enn hana, sum vit kenna í Danmark. Og mann skal vera greiður yvir, at tað er rættiliga strangt, har eru royndir hvørja viku, og ert tú sjúkur, so mást tú innheinta tað, sum tú hevur forsømt. Enda­málið er ikki at for­ skrekkja fólk, men at for­ telja, at tað er annarleiðis. Hjá teimum, sum fara til Polands at lesa, eydnast eisini rættiliga væl, sigur Holger Arnbjerg, og tað er ivaleyst tí, at tey hava gjørt sær greitt frammanundan, hvat tað er, sum tey byrja uppá, og at hetta er nakað, sum tey vilja. – Prosentalið á teimum, ið byrja upp á lesnað har, er rættiliga høgt. Og tað er tí, at tey hava gjørt sær greitt, at endamálið er at verða lækni. Og ert tú til royndir allatíð, ert tú eisini ajour við pensum, og so hevur tú betri útlit fyri at eydnast. Eins og at útbúgv­ing­ar­ veg­leiðingin vísir á møgu­ leikarnar við tílíkum lesn­ aði, so er eisini neyðugt at vísa á vansarnar. Tí har eru sjálvandi eisini vansar. – Ein av vansunum við at lesa til lækna í Polandi er, at tá tú so kemur aftur til Danmarkar ella Føroyar og ætlar at virka sum lækni, kemur tú aftast í røðina til praktikkina. Tað merkir, at tú skalt kanska bíða í nakrar vikur ella nakrar mánaðir, tí í kongaríkinum verða tey, sum eru útbúgvin í Dan­ mark, raðfest. rvur á eiðing