týsdagur 30. juni 2020síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 1. juli 2020 · Nr. 51
24
Sosialurin
Heini er vestmenningur,
einkasonur
Dagmar
og
Haldor, Inni á Fjørð, og
systrarnar tvær, Mari f. í
1920 og Elsa f. í 1936.
Heini hevði ikki góða
heilsu sum barn og varð
tíðum songarbundin; men
bleiv so forkelaður av øll
um kvinnum í húsinum
og úr grannalagnum við.
Ein sæla “fyri ein leting frá
barni av”, skrivar hann í
takksemi.
Kvinnur og umsorgan
Jú, allar hesar hjartans
góðu vestalinnurnar, sum
við sínum søgum, bókum
og bløðum bóru honum alt
upp í hendi, og sum settu
linnandi
og
kveikjandi
skorður undir ta almennu
vitan og bæriliga, bókliga
førning, ið búnaði hansara
framúr góða minni fyri lív
ið.
Heini er kendur sum
góður og undirhaldandi
talari og sum evnaligur
teknari, málari, yrkjari og
forteljari
við
ørgrynnu
av søgum – skemtiligum
søgum - sum aloftast gera
gjøldur burtur úr honum
sjálvum, um hvussu gáloys
in hann mangan er komin
til kort her í lívinum...(!).
Bøkur
Verkfrøðingar eru mest
kendir fyri síni tøl, sín
ómissiliga roknistokk og
ikki júst gitnir fyri at skriva
bøkur, so Fjodor Dostojev
skij og Aleksandr Solzjen
itsyn eru tvey undantøk - .
Men William Heinesen
og onnur við varnaðust
Heinasa
evnir
í
so
máta, og WH bað Heina
vælsignaðan gevast við
at tekna vegir og tunlar –
heldur at skriva!
Og skrivað hevur Heini.
Umframt, at reika um
heimin í eini 15 - 20 ár, at
røkja sítt krevjandi starv
sum deildarleiðari á pro
jekterandi vegadeildini hjá
Landsverkfrøðinginum
í mong ár, hevur Heini í
frítíðini skrivað ein hóp av
greinum og heilar tríggjar
frálíkar, afturlítandi bøkur,
givnar út av Sprotanum,
(einar 1200 síður við fleiri
hundrað góðum mynd
um): “Meg minnist - og
ørminnist” 1 (árini 1930-
1948) og 2 (árini 1949-1956)
og 3 “ Trý túsund nætur og
trinnar, millum mohamm
edsmenn og kvinnur” (árini
1956-1957) - og um hann ikki
nú er farin undir ta fjórðu
bókina við?!
Heini hevur støðugt,
hvar ið hann enn hevur
støðast, tikið sær stundir
at taka myndir og skrivað
nakrar reglur frá hend
ingum dagsins - so at siga
- hvønn dag í árinum.
Søga og savn
Heini hevur ein ósløkki
ligan áhuga fyri søgu og
frásøgnum og hevur fing
ið fest á band ta føroysku
vegasøguna.
Frá
teim
fornu
fimm-fóta-breytu
num og fram til dagsins
undirstøðukervi við vegum
og tunlum. Hetta í práti við
m. a. skilamenn kring land
ið sum Jóannes Olsen úr
Hvalvik, Arna Brattaberg
(Brattan), Jógvan Gerðalíð
og fl. o.
Heini hevur eisini lagt
lunnar undir eitt tekniskt,
søguligt
gripasavn
av
gomlum amboðum, tólum
og maskinum; men um
hetta savn eigur nakran
góðan nú á døgum, veit eg
ikki.
Eins og heim teirra í
Kovalág er nakað av ein
um forngripasavni úr teim
mongu londum, har tey
hava starvast. Onkur lut
ur hevur fleiri túsund ár á
baki.
Kirsten
Undir
lestrarárunum
á
Horsens Teknikum kom
Heini at kenna Kirsten,
ættað úr Skanderborg. Og
TAÐ var gott!
Tí betri konu kundi
hann ikki fingið. Ein hitt
inorðað hella fyri hann og
inspirasjón – og fyri onn
ur við! Hvar ið tey enn
hava búleikast um tríggjar
heimspartar - um lond og
ríkir sum: Iran, Afganistan,
Zanzibar, Nigeria o.s.fr.
Kirsten er úr góðum
bergi brotin. Bara seks dag
ar eftir brúdleyp sítt (tey
høvdu diamantbrúdleyp í
fjør vár), tá stóð hon á jarn
breytarstøðini og veittr
aði farvæl til sín brasna
brúðgóm úr “Fjallafonn”,
sum mátti í vinnu – sær
og henni til dagligt breyð
- millum hissini nomada
fólk í ófriðarliga og parti
san-sperda “Babylon”.
Tá lat í onkli hennara,
sum hjá stóð: “Så, så, ingen
tårer, kære Kirsten - hann
er ikke død endnu (!)”.
Børn teirra eru: Turid, f. í
1959 í Kermanshah og Roar
f. í 1961 í Hamadan í Iran, (í
Gamla Testamenti nevnt
Ekbatana), meðan Mari
anna (1962-1998) og Annika
f. 1969 eru føddar í Skand
erborg.
Ekbátana
Jeg husker den Vaar, da
mit Hjerte i Kim
undfangede Drømmen og
søgte et Rim,
hvis Glans skulde synke,
jeg ved ej hvorfra,
som naar Solen gik ned i
Ekbátana.
Byen med tusind
henslængte Terrasser,
Løngange, svimlende Mure
- som passer
der bagest i Persien, hvor
Rosen er fra,
begravet i Minder -
Ekbátana.
Sophus Claussen (brot úr yrking)
Tekniska lívsleiðin
Heini er væl fyri í mate
matikk og hevur sera gott
máloyra, hann lærdi seg
skjótt tey eysturlendsku
málini, farsi og dari og dug
ir fleiri høvuðsmál í brúki
- og enskt sera væl.
Allir
teir
føroysku
landsvegirnir og uppskot
til tunlar í leið og legu eru
evnaðir til undir hansara
hepnu hond og hartil eitt
ótal av vegum fyri komm
unur landsins. Hann hevur
altíð verið makaleysur hjá
mær og øðrum við at heita
á og leita til í tekniskum
spurningum.
Heini og Helmsdal
Mikkjal, sum hevði stórt
álit á Heina, hevði m.a.
kannað hjá bgf. Kampsax,
hvussu Heini nú riggaði
sum leiðari í fjarløgdum
londum.
Jú, svarið var stutt og
greitt: “Hvor Heine er,
er der ingen problemer”.
Hetta hóast tað, at mill
um fólkini á arbeiðsplássi
hansara taldust einar 6-8
ymiskar religiónir. Av sonn
um eitt gæviligt skoðsmál
at fáa fyri ein av Føroya
víðfarnu synum!
Helmsdal var álvara
maður, hevði gott minni
og var ringur at imponera
við sínum imperiala høvdi,
ið vakti virðing her heima
og um lond, og sum vildi, at
alt, ið stovnurin stóð fyri,
var ólastandi í verki, striku
og teksti.
MH hevði sín verumáta,
eitt nú kundi hann, um
hann møddist av eini sam
røðu ella okkurt annað
hugtók hann, so seigliga
siga: “Mn, no, ja...”, fyri síð
ani at fjara burtur í egnari
hugsan í djúpari tøgn.
Men hvussu riggaði so
samstarvið millum hesar
báðar ólíku garparnar -
av lyndi og humori - sum
MH og skemtaran Heina í
tí dagliga? Jú, sera væl, og
helst Heina mest til rós,
haldi eg.
Seðilin
Her eitt lítið dømi, mín
lesari, okkara millum. Ein
aferð var Heini júst aftur
komin úr miðeystri, ungur,
fullur av skemtiligum søg
um og hugskotum. Men so
hendi tað undir hugfarsliga
prátinum, at MH ikki læt
við seg koma eina løtu - og
tøgn fall á ting...
Løtu
seinni
hyggur
Mikkjal upp og gløðir við, tí
Heini er horvin, og á borð
inum lá ein seðil, har ið á
stóð: “Tygum duttu av, tí
fór eg, v. h. Heini”.
Morgunin
eftir
fekk
Heini vitiliga eina svinna
átalu
frá
MH
(honum
sum altíð stóð stinnur í
einhvørjum andgletti) at
henda viðmerkingin – um
at detta av - kundi ALS ikki
koma fyri og tíansheldur
góðtakast!
Eini 20-25 ár seinni - teir
vóru báðir hjástaddir -
spurdi eg heldur óansin um
henda famøsa og skemti
liga seðilin. Men tá gav MH
- aftur líka rísin - Heina
enn ein vals fyri hansara
lættsinta dárskap!
Og Heini - hann lýddi
bara blíðoygdur á hesa
svalligu,
afturvirkandi
misnøgd stjórans - og segði
milt revsandi við meg aft
aná: “Ja, heldur ikki í dag
stóð eg til nakra kærkomna
lønarhækkan (!)”.
Býráðspolitikari
Marius Johannesen, kend
ur blaðstjóri og høvdingi
hjá Gamla Sjálvstýri, kom
til Heina við síni serstøku
“Ketils-rødd” og bað hann
bønliga um at læna sær
navnið til teirra lista til bý
ráðsvalið í 1972: “Je, noy, als
ongin vandi á ferð. Ongin
finnur uppá at velja teg,
Hoyni!”, segði Marius.
Men so varð ikki. Heini
kom inn í Tórshavnar bý
ráð og bleiv valdur til for
mann fyri Havnarnevnd
ina.
Men krakelið um báta
pláss (áðrenn bátabrúgv
arnar komu) og tær trong
ligu talurnar á býráðsfundi
møddu Heina so mikið, at
hann valdi heldur í úrtíð at
fara til Nigeria at hoyggjast
við teir meiri sólbrendu,
innføddu har niðri – dastið
av valskeiðinum.
Og
heimafturkomin
hótti hann Marius við at
fara í útlegd - heilt til barn
aheimið Inni á Fjørð í Vest
manna – um navn hansara
kom aftur á nakran polit
iskan lista!
Heiðurslimur í FVF
Heini er heiðurslimur í
Verkfrøðingafelagnum
–
kanska ikki júst heiðraður
fyri síni verkligu ella bók
ligu
brøgd;
men
nokk
heldur, haldi eg, sum ein
fornur, eftirlivandi stovn
ari (saman við øðrum) av
hesum áhugafelag - fyri
yvir hálvari øld síðani.
Og tað er mær ein gáta,
at vitið ikki rennur at onkr
um av teim almiklu “heið
urs-premiu-stroyarunum”
kring landið (sum kanska
sjálvi ikki hava formað ein
setning - ið er verdur at
endurlesa) - ikki hava latið
við seg koma í tøkum tíma?
Men, sama ger, Heini,
tí tað “kommersið“ kann
eisini verða ein byrða at
bera, og tí helst ein lætti at
Heini Olsen, verkfrøðingur, 90 ár, 2. juli 2020
Heini, 57 ár ímillum
Tey flyta úr Basht til Behbahan
Flakin, gjørdur av 88 geitaskinnum, varð nýttur til bilferju
Heini til arbeiðis á Bukefalos.