týsdagur 30. juni 2020síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Mikudagur 1. mai 2019 · Nr. 49
Mikudagur 1. juli 2020 · Nr. 51
sleppa frá, “fyri ein leting
frá barni av”.
Heini og Poli
Ein serstakan vinmann frá
barni av hevur Heini enn,
og tað er Poli hjá Ingdori,
teir vóru sum lív og ein sál
- hóast so ólíkir í stødd og
skapi.
Heini rann upp í slokk
(186 cm); meðan Poli er
tættur og krúllutur, sum
liggur til ta ættargrein, ið
minnir mest um mynd av
Nólsoyar-Pálli í “Við ókun
nugum fólki til Kirkjubøar”
eftir Jóannes Patursson.
Tað er ikki tal á teim
skálkabrøgdum, ið hesir
báðir jassarnir framdu frá
fjøru til fjals: Spældu við
krút, sum mundu sviðið
høvdið av Pola, og Heini,
sum skeyt ein píl í eygað
á góðu ommu síni, so blóð
sprænur stóð frá (beint
oman fyri sjálvt eygað, tí
betur), og tá bleiv Heini -
fyri eina ferð skuld – buk
aður av.
Men, Olevina, omman,
(ið var gift við Heina av
Heygum og 38 ára gomul
sat eftir við 7 børnum sum
sjómanseinkja í 47 ár) segði
bara: “Noy, Hoyni og Poli,
tað eru tvoyr fittir smá
dreingir – men toyr eru
barastani komnir í - ið so
ringt orð!”.
Til skips og út í heim
Heini var ein túr til skips
við
sluppini
“Keflavík”,
sum Viggo Dam í Skúla
num førdi. Hesin túrur
kundi fylt eina heila bók
hjá Heina.
Haldor, pápi Heina, gav
honum tá tey vísu ráð:
“Heini, tú fært at hoyra við
merkingar í lugarinum um
skiparan og hinar umborð;
men legg tær hetta eina
við: “Ger tú tær tína egnu
meting og statt við hana!”.
Eini ráð, sum hava fylgt
Heina fyri lívið.
Heimafturkomin undan
Íslandi helt Heini so saman
við 2-4 vestmenningum
avstað yvir til Norra at
grava eftir silvuri í Kongs
bergi, og um alt hetta - og
mangt afturat – finst gjøll
iga frásagt í góðu bókum
hansara.
Samanumtikið
Vit bæði Annelena - og iva
leyst øll tey mongu starvs
fólkini hjá Landsverkfrøð
inginum og mong onnur
við um alt landið - ynskja
tær og tínum til lukku við
degnum og framhaldandi
blíðan byr við hesi sam
feldu heilsu - at tað hevur
verið ein sonn fragd, at
hava lært teg at kenna í ár
so mong.
Heini verður burtur
staddur føðingardagin, tí
hesi orð.
Arnstein Niclasen
Týskvøldið 7. juli klokk
an sjey verður almenn
bókaframløga í Løkshøll
í Runavík, har Eysturoyar
kirkjubók 1687-1832
og Eysturoyar kirkjubók
1832-92,verða lagdar
fram. Hesar eru tær
fyrstu í ritrøðiði av øllum
føroysku kirkjubókunum
fram til 1892. Jákup
Reinert Hansen, lektari á
Fróðskaparsetrinum, fer
at greiða frá. Ritstjórin
Johan G. Mikkelsen fær
handað fyrstu eintøkini
Í Føroyum er alstórur áhugi fyri
ættargransking. Hetta er væl
skiljandi, tí vit vóru so fá og ofta
møttu vit skyldfólki.
Nógv eru tey, sum royna at
leita eftir forfedrum í gomlum
skjølum, og tey sum hetta gera,
eru í veruleikanum søgufrøðing
ar, tí tað søgufrøðingar gera, er
at finna fram til søguligar keld
ur, lesa tær og tulka tær so tær
siga okkum nakað sum ávirkar
okkara dagliga lív.
Umráðandi er at sleppa fram
at teimum søguligu keldunum.
Tær eru tíbetur oftast væl
goymdar í søvnum, har til ber at
lesa tær. Fyri at fáa gagn burtur
úr teimum verður um allan heim
roynt at skriva hesar keldur av
og fáa tær prentaðar, so fleiri
kunnu fáa at vita hvat ið stend
ur í teimum. Tíbetur eru nógvar
slíkar søguligar keldur útgivn
ar, og við at lesa hesar álítandi
avskriftir ber til at fáa at síggja
hvat ið keldurnar í veruleikanum
siga og út frá teimum tulka hvat
ið er hent í farnum tíðum.
Vit føroyingar eru í tí hepnu
støðu, at Jákup Jakobsen fyri
meir enn hundrað árum síðani
gav út Føroyskt fornbrævsavn
við øllum varðveittum miðald
arskjølum. Harnæst høvdu vit
Einar Joensen, sum skrivaði av
og gav út løgtingsbøkurnar frá
1615-1690. Uttan hesar keldur
hevði illa staðið til við okkara
møguleikum fyri at skriva gomlu
søgu okkara.
Nú er farið undir eitt miðvíst
arbeiði við at skriva av og prenta
okkara kirkjubøkur.
Hetta eru tær bøkur, har
sóknarprestarnir við miklum
nærlagni við fjøðurpenni hava
skrivað øll tey í, sum teir doyptu,
og hvussu lagna teirra var líka
til tey doyðu. Hetta var ásett í
norsku lóg, sum kom í gildi í Før
oyum í 1688. Men longu árið fyri
var prósturin á Nesi, sum var
sóknarprestur í Eysturoynni,
farin undir at skriva kirkjubók
fyri alla Eysturoynna. Henda
bók er tann einasta av teimum
fyrstu kirkjubókunum, sum er
varðveidd. Allar hinar hava verið
skrivaðar, men eru misfarnar av
sliti og eldsbruna.
Tað er eitt alstórt arbeiði, sum
prestarnir her hava útint sera
samvitskufult undir ringum um
støðum. Vit kunnu harmast um,
at onkur glopp eru, men tað sum
varðveitt er, sigur forvitnum nú
tíðargranskarum av ætt og søgu
ein hóp um tað sum hendi okka
ra forfedrum í hesum tíðarskeiði.
Hesar kirkjubøkur hava verið
atkomuligar á landsskjalasavni
num, og hava verið nógv lisnar,
og tað er at fegnast um. Men
tær eru broysknar og tørvur er á
kostnaðarmiklum umvælingum
fyri at tær ikki verða slitnar upp.
Fyri at lætta um eru myndir tikn
ar av teimum og lagdar út á al
nótina. Hetta hevur gjørt tilfarið
lættari at koma til. Her er tó ein
stórur vansi, at flestu av teimum
eru skrivaðar við gamlari skrift,
sum ikki hevur verið nýtt í
skúlunum síðstu hundrað árini.
Fyri at lesa hesa skrift er neyð
ugt at læra seg hana, og hetta
forðar mongum at fara undir at
fáa gagn av hesum skjølum.
Tørvur er tí á, at onkur ger
sær tann ómak at seta seg niður
at gera tað sama arbeiði, sum
Jákup doktari og Einar prentari
gjørdu við okkara gomlu skjøl og
skriva tey av og leggja tey fram á
prenti við nútíðarskrift.
Tað er umráðandi at leggja
fyri við kirkjubókunum, tí tær
eru størsta keldan til lív og lagnu
hjá okkara forfedrum. Vita vit
hvat stendur í teimum, ber til at
knýta tann kunnleika, sum aðr
ar keldur geva, til at fullfíggja
myndina av søgu Føroya. Men
hetta tóktist ógjørligt, tí tilfarið
er so stórt, at tað kom fáum til
hugs, at tað yvirhøvur bar til.
Men so kom bjargingin. Petur
Martin Rasmussen skrivaði av
elstu kirkjubøkurnar í Suður
streymoy við einum stíli, so tað
bar til hjá leikum og lærdum at
leita í teimum og síggja hvørji
fólkini vóru. Hetta var eygnariv,
og honum á baki kom Poul
Andreasen við Suðuroyar elstu
kirkjubók.
Ein av teimum, sum hevur
fingið íblástur frá hesum slóð
brótarum, er Johan G. Mikkel
sen. Hann er úr Svínoy, og fór
fyri mongum árum síðani at
skriva av kirkjubøkurnar í Norð
oyggjum. Hann var fastur gestur
á landsskjalasavninum og kom
eftir, at ongar avskriftir vóru av
fleiri av hinum kirkjubókunum.
Tí fór hann eisini undir at skriva
Eysturoyar kirkjubók av, og
sá tá, at nógv av tí, sum skuldi
staðið í Norðoya kirkjubók, als
ikki stóð har, men bert í Eyst
uroyar kirkubók. Fyri at kunna
gera Norðoya kirkjubók rætta,
var tí neyðugt at gera Eystur
oyar kirkjubók liðuga, og er tað
atvoldin til, at Eysturoyar kirkj
ubók nú verður løgd fram sum
tann fyrsta í ritrøðini við øllum
kirkjubókunum í Føroyum fram
til 1892. Hetta ár kom eitt nýtt
slag av kirkjubókum fyri allar
Føroyar. Almenningurin sleppur
ikki at lesa kirkjubøkur fyrr enn
áttati ár eru farin, so tað verður
ein onnur verkætlan fyri tíðar
skeiðið 1892-1940.
Í hesum útgávum er ein stílur,
har yvirlit ikki bert er yvir per
sónsnøvn, men eisini yvir stað
arnøvn. Har ber tí til at síggja
hvussu samskiftið er millum
bygdir og oyggjar í Føroyum í
hesum tíðarskeiði. Tann sum
hevur í hyggju at fáa at vita hvat
ið er hent í heimbygdini, kann tí
fáa holla vitan við at kaga í hesar
prentaðu bøkurnar.
Fult gagn fæst tó ikki burt
ur úr hesum bókum, fyrr enn
ætlanin er fullfíggjað, soleiðis
at Norðoyggjar, Vágar, Norð
streymoy, Suðuroy, Sandoy og
Suðurstreymoy eisini eru komn
ar upp á prent. Vónandi sæst
skótt ljós í tunnilsmunnanum!
Onkur spyr kanska hví vit
ikki bara gera hesar bøkur at
komuligar á alnótini. Orsøkin
er tann, at allar royndir vísa, at
tøkniliga gongdin er so skjót, at
tað sum er nøkur ár gamalt, ikki
er atkomuligt. Øðrvísi er við eini
prentaðari bók. Vit kunnu í dag
lesa tað Jákup Jakobsen skrivaði
fyri hundrað árum síðani, men
var henda útgáva bert á netinum
var vandi fyri at eingin slapp
fram at henni um nøkur fá ár.
Fyri at framtíðartryggja avrikið
er tí neyðugt at fáa tað prentað.
Tað er Felagið Varðin sum
gevur bøkurnar út. Hetta hend
ir í samband við, at tað 17. des
ember 2021 eru hundrað ár liðin
síðan síðsta hefti av fyrsta bindi
Varðans kom út. Hesa øldina
hevur hetta rit verið kyndilin í
mentanarlívi Føroya, har okkara
fremstu skrivandi menn hava
tikið til orðanna.
Mentanarrit eru um allan
heim, men ofta er teimum vátt
undir føti, og tey koma og fara.
At vit hava eitt mentanarrit, sum
er komið út í hundrað ár, er tí eitt
undurverk. Hetta er bara tí ótrú
ligu undirtøku fyri at takka, sum
Føroya fólk hevur sýnt hesum
tiltaki.
Felagið Varðin hevur givið
mangar bøkur út hesi hundrað
árini, eitt nú ta fyrstu føroysku
orðabókina.
Nú helt felagið, at vit skuldu
geva Føroya fólki nakað aftur
fyri ta undirtøku, sum tjóðin
hevur veitt okkum, og hvat kundi
verið betri enn at givið út upp á
prenti eitt verk, har hvør einasti
føroyingur kundi síggja hvørjar
forfedrar hann hevði?
Onkur heldur kanska, at tað
er nógv fyri hjá einum føroysk
um mentanarforlagi at geva út
eina bók skrivaða á donskum.
Men tey fólk, ið her eru nevnd,
eru føroyingar. Tey lærdu ikki at
skriva føroyskt, men tey dugdu
so væl at tosa tað, at tey hildu
málinum uppi hóast allan tann
ágang, sum tí var fyri. Hetta
var eitt ótrúligt bragd. Tað er
tí teimum fyri at takka, at vit í
dag yvirhøvur hava nakað før
oysk mál. Tí er øll orsøk til at
hava stóra virðing fyri hvørjum
einasta av teimum, sum hava
gjørt hetta bragd.
Eitt annað vit kunnu læra
av hesi søguligu keldu er at tað
ikki er nakað nýtt at útlendingar
koma til Føroyar og festa búgv
her. Men føroyska mentanin
er so sterk, at børn teirra ger
ast rættiligir føroyingar. Hetta
megnaðu ættfedrar og -ættmøð
ur okkara hóast vit bert vóru
fimm túsund í tali. Hetta avrik
kann vera okkum ein fyrimynd
í teimum avbjóðingum, okkum
nú eru fyri.
Framløgan
av
Eysturoyar
kirkjubók 1687-1832 og henni fyri
árini 1832-1892 verður í Løkshøll
týskvøldið 7. juli klokkan sjey.
Hesin dagurin er gamla jóansøka.
Tá kirkjubókin tók við í 1687
nýttu vit julianska kalendaran,
sum Julius Cæsar setti í gildi ár
44 fyri okkara tíðarrokning. Í
1500-talinum fann Gregor pávi
út av, at tíðarrokningin var
skeiv, og ár 1700 tóku vit við tí
gregoriansku
tíðarrokningini,
soleiðis at jóansøkan varð flutt
trettan dagar nærri longsta dagi.
Men framvegis komu fólk til
Varmakeldu á gomlu jóansøku
nátt, tí tá gav varma vatnið heils
ubót. Tað er tí hóskiligt at hava
hetta tiltak á gomlu jóansøku og
nýta høvið til at geva mentan
arlívi okkara heilsubót við hesi
dygdargóðu keldu.
Felagið Varðin
Framløga av Eysturoyar kirkjubókum
Dømi úr krikjubók