Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-07-02, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. juli 2020síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 ella senda teldupost til klaga@sosialurin.fo og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 3. JULI 2020 Fáa vit nú felags gjald fyri allar tunlar? Djórakennarin úr Nólsoy Jens-Kjeld Jensen sigur við in.fo, at lærlitt loðmýggj er ikki vandamikil á nakran hátt, men at hon í roynd og veru er góð fyri náttúruna, tí hon etur pollen og nektar. Hann roknar eisini við, at flugan er kom­ in fyri at vera, og vit í Føroyum mugu tí bara venja okkum við hendan nýggja summ­ar­gestin. – Hon er komin fyri at vera. Í 1860'unum fann ein lækni lærlitt loðmýggj í Suð­ur­ oynni, og nógv hevur verið í Suðuroynni sein­astu 30-40 árini. Men tað sær bara út til, at tær eru komnar norður eftir nú seinastu ári­ni. Tað er ikki nógv annað at gera enn at venja seg við, at tær eru her, sigur Jens- Kjeld Jensen. Irriterandi flugin komin fyri at vera LÆRLITT LOÐMÝGGJ Byrjaði Black Lives Matter rørslu í 1903 Siðsøga síða 16-17 Jofridt Jensen úr Fuglafirði 90 ár Síða 21 Í blaðnum... Oddagrein Eirikur Lindenskov ábyrgdarblaðstjóri Haldarar, sum ikki hava fingið Sosialin Um Sosialurin ikki er borin haldarum klokk­an 20 týskvøld og fríggjakvøld – sendið teldu­post til klaga@sosialurin.fo Tað verður einar 2.000 krónur dýrari at koyra ígjøgnum Eysturoyartunnilin, enn um koyrt verður góðu gomlu farleiðina mill­u­m Eysturoy og norðrapartin av land­i­num til Havnar. Tað vísa tøl, sum vit í blaðnum í dag kunnu avdúka. At tað skuldi kosta at koyra ígjøgn­ um tunnilin hava vit sjávlandi alla tíð­ ina vitað. Men at prísmunurin skuldi vera so stórur, at fólk heldur velja gomlu far­leiðina av peningaligum áv­ um, høvdu vit kanska ikki roknað við. Ivaleyst er prísurin settur nakað høg­ur í fyrstu syftu, so felagið hevur nak­að at slaka við. Spurningurin er bara hvussu nógv, og hvussu stóra ferðsl­u­øking felagið roknar við , áðrenn um­hugs­að verður at lækka prísin. Vit hava royndirnar úr hinum báð­ um tunlunum. Har var prísurin eisini sera høgur fyrstu tíðina, men hann lækk­aði tó skjótt til – hann nú er komin nið­ur á eitt støði, sum livast kann við. Stóri munurin er tó tann, at tá hevði tú ongan annan valmøguleika, tað hev­ ur tú nú. So um tunnilsfelagið ikki finn­ur røttu leguna til prísin, so kann tað hótta alla verkætlanina – tí kann rokn­ast við, at prísinir nakað skjótt vera lag­a­ð­ir til soleiðis, at fólk kunnu liva við tí. Tó at talan er um eina politiska verk­ æl­a­n, sum tað almenna eigur, so verður tað fullkomiliga líka mikið, hvat poli­t­ik­ arar siga. Vit hava hoyrt út í tað ó­end­a­ liga, at tað skal vera frítt at koyra gjøgn­ um Vágatunnilin, har skuldin langt síð­ani er afturgoldin. Men har kostar fram­vegis at koyra ígjøgnum. Tað er so mangan staðfest, at pol­it­ik­ ar­ar blæsa við mjøli í munn­inum og rópa harðast, tá teir sita í and­støðu. Tað er bara snakk, tá teir sum and­stø­ð­ u­ting­menn egna við gyltum lyftum um ó­keyp­is at koyra gjøgnum tunlar – og so slett einki gera við tað, tá teir sita við á­byrgd í samgongu og øllum møg­u­leik­ um at innfría vallyftið. Hinvegin verða allir tunlarnir helst lagd­ir saman í eitt felag, og tá kunnu allir tunlar hefta solidariskt fyri alla skuld. Gjaldið fyri at koyra ígjøgnum Eyst­ur­oyartunnilin skal eisini svara fyri vantandi ferðsluna í Sand­oy­ar­tunl­ i­num. Og tá Eysturoyartunnlini skal gjalda fyri Sandoyartunnilin, hví skulu hin­ir báðir so ikki eisini gera tað sama? Helst fáa vit eitt gjald til allar tunlar – livst so spyrts... Leygardagin 26. Juni andaðist Osmund Berg 75 ára gamal. Osmund var giftur við Tórhild f. Jo­hann­e­ sen úr Skopun, saman fingu tey børnini Sun­ rid og Jónsvein. Tey vóru ímillum tey fyrstu, sum bygdu í Gerðinum. Húsini hava al­tíð verið vælhildin. Nú Osmund andaðist, sera kanpuliga, var hann í fer við at mála hús­ini aftur, tí tað gekk hann høgt upp í. Osmund var ættaður úr Oyndarfirði, for­ eldr­ini vóru Meinhard Berg og Jóhanna, ætt­að úr Skopun. Hann tosaði mangan um tíðina sum barn og ung­dómur í heimbygdini, sjólívið sum heilt ung­ur, heimaútróður, pápin átti bát, alt hetta var Osmund partur av. Osmund lærdi til snikkara og var hann góð­ ur til fakið, hann arbeiddi innan hetta hand­v­ erk á fleiri snikkara verkstøðum í Tórs­havn. Eisini var Osmund fakfelagsmaður um ein háls, fyrst í Handverkarafelagnum, men mest er hann kendur sum formaður í Skop­un­ar Arbeiðsmannafelag, har hann virkaði sum for­ maður í nógv ár. Osmund hevur starvast á flakavirkinum í Sko­p­un ­í nógv ár, hann var ein sera góður brín­ ari, hetta starvið røkti hann til fulnar, líka til nú hann andaðist. Nú vit gera ymiskar ábøtur og nýgerð á flak­ a­virkinum, møttust vit hvønn dag og tos­aðu um ymiskt, tí flakavirkið stóð okk­um báðum nær. Osmund var ein maður, sum visti nógv at siga frá, oftast var tað frá barnaárunum og ungdómsárunum, tá var al­tíð áhugavert at lurta eftir honum. Innan fak­fel­ags­rørsluna var hann ein, sum skaraði fram­úr, ofta varð hon mælskur tá ymisk mál vóru uppi at venda. Osmund var tjóveldismaður um ein háls og vóru meiningarnar avgjørdar, so í pol­i­ tikki vóru vit ikki samdir, men tað gjørdi einki okkara millum. Osmund sat í nevndini hjá Sólaris, tá virkið varð endurreist í 1997, har ar­beiðs­manna­fel­ øg­ini høvdu sína avgjørdu ávirkan sam­an við øðrum sum keyptu og settu pening í. Eg kom at kenna Osmund sera væl, tá vit vóru valdir í kommununa í novembur 1984. 1. Januar í 1985 tóku vit við, Osmund varð valdur borgarstjóri, eg sjálvur vara­borg­ar­stjóri, hinir vóru Herman, Meinhard og John. Osmund sat hetta skeiðið, men valdi ikki at stilla upp aftur. Sum eg nevndi, var mamma Osmund ætt­ að úr Skopun. Jóhanna var dóttir til Turid og Krist­ian Olvit, hann var úr Skopun. Turid var dóttir Rasmus í Horni, av Sandi og Jó­hannu, nevnd íslandskonan. Mamma mín æt eisini Jóhanna. Mammur okkara vóru syst­kina­ børn og báðar itu eftir Ís­lands­kon­uni, sum var ættað av Karlskála í Íslandi. Jú, ein bygdarmynd hevur lagt árarnar inn og ein sera aktivur maður. Má Harrin signa tykkum, sum eftir sita, Tor­hild, Sunrid, Jónsvein og abbabørn. GíB Minningarorð um Osmund Berg