hósdagur 2. juli 2020síða 3
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 3. JULI 2020
SOSIALURIN 52
3
ÍSF má koma við í málið um stórhøll
– Eg fari ikki bara at tosa við Sjóvar ella
Havnar kommunu um eina stórhøll, har
hondbóltslandsdystir kunnu spælast. Hetta er eitt
mál, sum eg fari at tosa við ÍSF um, sigur Jenis
av Rana, landsstýrismaður við mentamálum
FRANTS JENSEN
FRANTS@SOSIALURIN.FO
F
yri tveimum vikum síðani
meldaðu strandingar
út, at teir ætla at byggja
eina stórhøll á Strondum.
Borgarstjórin í Havn, Annika Ol
sen, var skjót at vísa á, at ein stór
høll er partur av ætlanunum við
Stórutjørn, og at hon væntaði, at
ein tílík høll kann takast í nýtslu
um trý ár.
Í síðstu viku royndu strandingar
aftur, nú við kommunustýrinum í
rygginum, sum gav tilsøgn um, at
kommuna vil rinda 30 prosent av
kostnaðinum. Samstundis segði
kommunan:
– Vit hugsa okkum eitt býti, har
ið Sjóvar kommuna rindar 30% og
landið rindar 70%.
Eingin umsókn komin
Men landsstýrismaðurin, sum
umsitur ítróttin, hevur ikki fingið
nakran fyrispurning ella áheitan
frá strandingum um játta pening
til eina tílíka stórhøll á Strondum.
– Eg havi hoyrt um ætlanina
í fjølmiðlunum, men eg havi ikki
fingið nakra umsókn ella áheitan
um málið. Men tað havi eg heldur
ikki fingið viðvíkjandi høllini, sum
tosað hevur verið um at byggja við
Stórutjørn. Eg veit ikki, um nakað
er komið áðrenn mína tíð, men eg
havi ikki hoyrt um tað, sigur Jenis
av Rana.
Dialog við ÍSF
Um ein umsókn kemur, so fer
landsstýrismaðurin at taka málið
upp, men so verður ÍSF eisini tikið
við í ætlanirnar.
– Eg fari ikki at viðgera eitt so
stórt mál við bara eina kommunu.
Hetta er eitt mál, sum hevur nógv
at siga fyri fleiri ítróttargreinar
og tey einstøku sersambondini,
og tí mugu vit eisini hava ein
dialog við ÍSF um málið. Vit
mugu hugsa hetta sum ein størri
pakka innan tað ítróttarliga, sigur
landsstýrismaðurin.
Felags loysn
Jenis av Rana heldur ikki tað vera
í lagi, at hondbóltslandsdystir ikki
kunnu spælast í Føroyum, tá ið
Føroyar hava heimavøll, men at
teir mugu spælast í Danmark.
– Tað er sera óheppið, at
neyðugt er at spæla uttanlands.
Vit mugu finna eina felags loysn,
og tí er neyðugt at tosa við ÍSF um
málið. Tað er har, tað má loysast,
og ikki bara at finna eina loysn
við eina einstaka kommunu, sigur
Jenis av Rana.
Vit hava ikki meining um staðseting
– Vit hava ikki nakra meining um, hvar ein
stórhøll skal staðsetast, men vit vilja av
fullum huga stuðla áræðinum at fara í gongd,
sigur Petur Mittún, aðalskrivari í ÍSF
FRANTS JENSEN
FRANTS@SOSIALURIN.FO
Føroysku hondbóltslandsliðini
kunnu ikki í undankappingum
spæla sínar heimadystir í Før
oyum. Tað heldur aðalskrivarin
í ÍSF vera eina vanlukku.
– Tað er sera óheppið fyri
hvørja undankapping, ja, fyri
hvønn dyst, at vit ikki kunnu
spæla á heimavølli. Tað er ein
vanlukka fyri føroyskan ítrótt,
sigur Petur Mittún.
Og tí heldur hann, at tað hevur
skund at fáa eina stórhøll, ið
lýkur altjóða krøv, so at til ber at
spæla heimadystirnar í Føroyum.
– Tað má og skal koma upp á
pláss – ongantíð ov skjótt, sigur
aðalskrivarin.
Vísa vælvilja í verki
ÍSF hevur tó ikki verið í ítøki
ligum samskifti við politiska
myndugleikan um at fáa eina
stórhøll í Føroyum.
– Formliga hava vit ikki tosað
um tað. Tað er tó kanska nevnt í
onkrum práti. Vit gleðast um, at
Sjóvar kommuna og Tórshavnar
kommuna arbeiða við ætlanum
um eina tílíka høll, og vit vilja
stuðla hesum ætlanum. Vit gleð
ast um alt, sum kann betra um
umstøðurnar hjá føroyskum
ítrótti, og føroyskur ítróttur hev
ur stóran tørv á eini tílíkari høll,
sigur Petur Mittún.
Hann vísir á, at støðan er eitt
sindur tann sama sum við fót
bóltshøllum.
– Har hevur verið tosað um
tað í fleiri ár, men enn er ikki so
nógv hent. Vit gleðast um áræði,
sum kommunur vísa, og vit vóna,
at tað skjótt verður veruleiki við
eini stórhøll. Vit hoyra, at al
mennu myndugleikarnir vísa eini
stórhøll vælvilja – nú er at vísa
tað í verki, sigur Petur Mittún.
Jenis av Rana,
landsstýrismaður
Petur Mittún, aðalskrivari í ÍSF