hósdagur 2. juli 2020síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 3. JULI 2020
SOSIALURIN 52
4
Tað er ov dýrt, tá ið tað fer at kosta fólki
2000 krónur eyka um mánaðin at koyra
aftur og fram millum Eysturoynna og
Tórshavn gjøgnum nýggja tunnilin.
Men eg má ásanna, at tað er ringt at
andøva ímóti argumentinum um, at hetta
skal til fyri at kunna gjalda lánið aftur,
sum er brúkt at byggja tunnilin fyri.
Sjálvandi er hetta gjørt við grundarlagið
í einum varisligum ferðslutali hvønn dag
og tað er rætt.
Vísir tað seg, at fleiri bilar fara at
koyra enn mett, so er lættari at lækka
gjaldið enn at hækka tað.
Nú fáa vit at síggja hvat hendir.
Ája!
Festivalarnir kring landið eru so at
siga allir avlýstir, men Vágsbotn verður
fyrst í september. Hinir festivalarnir
hava sæð, at teir megna ikki at halda
almennu tilmælini um korona, so tey
hava avlýst. Ovastevnan verður heldur
ikki í ár av somu orsøk.
Vit kunnu lættliga staðfesta tað, sum
ofta er sagt, at ein var tíðin fyri korona og
ein er tíðin eftir, men hvussu hon verður
eftir vita vit ikki.
At onki verður tað sama er vist, men
hvat broytist vita vit ikki enn.
Tíbetur hevur ongin smitta víst
seg her í landinum í langa tíð, men tað
kann sjálvandi henda, nú landið er latið
uppaftuyr fyri ferðandi.
Ája!
Løgtingið er farið heim og nú er lógin
um sjófeingi við broytingum endaliga
samtykt. Sjálvandi er ymiskt hvat fólk
halda um hetta, men tað positiva er, at
nú kann politiska skipanin fara at hugsa
um annað í samfelagnum.
Nógv hevur ligið á láni ella er ikki
viðgjørt nóg væl meðan broytingar í
fiskivinnnuni hava verið á dagsskránni.
Nú fer hetta at broytast og stóra
uppgávan hjá politikarunum verður at
finna eina loysn á, hvussu tey fáa nóg
mikið av peningi í landskassan.
Lønarskattur og mvg verður ikki
nokk.
Ája!
Hyggja vit at ferðavinnuni, so er hon í
ferð við at lata uppaftur – ikki tí so nógv
útlendsk ferðafólk vitja hendan vegin,
men meira tí vit føroyingar hava valt at
ferðast í egnum landi.
Høvi er tí hjá veitarunum í
ferðavinnuni at vísa, at vit hava lært
eitt sindur hesi seinastu árini, tá ið um
ræður tænastur. Nú kunnu veitararnir
vísa egnum landsmonnum, at vit duga at
hava eina professionella tænastu. Minst
líka góða, sum tey hava í grannalondum
okkara.
Seinatu árini hava mong arbeitt í
ferðavinnuni og eiga tí at bera tað sum
tey hava lært, víðari.
Tænasta er ein partur av nýmótans
samfelagnum og tað er grundarlagið
undir øllum inntøkugevandi arbeiði.
Ája!
Vikan ið fór
Sæð á Facebook:
Tað var ótrúligt, at
hendan flugan (red.: lærlitt
loðmýggj) skal vera allastaðni. Man
fær ikki farið út uttan at síggja eina
Jørgen Niclasen,
landsstýrismaður,
hevur góðkent
umstrídda sáttmálan
millum Kommunala
Arbeiðsgevarafelagið og
Starvsmannafelagið
Ovastevnan er avlýst
í ár orsakað av
koronasmittuni, eins
og fleiri onnur stór
tiltøk hetta summarið
Fyri triðju ferð uppá
fá ár hava almennir
stovnar í Danmark
flaggað fyri Føroyum á
skeivum degi. Hetta er
pínligt og respektleyst
heldur Sjúrður Skaale,
fólkatingslimur, sum
hevur sett stjórnini
spurningar um hetta
Meira gongd kemur
nú í virksemið hjá
Atlantsflogi. Í heyst
verður aftur flogið til
Edinburg, og í vetur
byrjar flúgvingin til Las
Palmas. Ferðamálini
Bergen, Barcelona,
London og París eru slept
orsakað av korona
Hóast koronuískoytis
skipanin herfyri varð
longd frá 30. juni til 31.
august, so var hon ikki
longd fyri pensiónistar,
sum sostatt fóru úr
skipanini týsdagin
14 matstovur hava fingið
viðurkenning frá MEGD
fyri at vera lætt
atkomuligar fyri fólk,
ið bera brek. Tær
hava fingið ein lykil,
ið verður settur
á høvðusdyrnar,
og lykilin er ein
viðurkenning fyri góðu
atkomuviðurskiftini
Tunnilsgjald
MEST
NÝTTA
ORÐIÐ
HESA
VIKUNA
...uppá ein minutt
Grannaløg í Havn kunnu søkja um stuðul á upp
til 10.000 krónur til at halda ólavsøku fyri. Hetta
hevur skapt nógv kjak, tí tað eru ikki øll, sum
halda, tað er uppgávan hjá kommununi at "gjalda
fyri eitt ball", sum mótstøðufólk til stuðulin siga
10.000
10.000
Tað fer at kosta 75 krónur hvønn vegin
fyri persónbilar at koyra gjøgnum
Eysturoyartunnilin, um bilurin hevur
hald. Hevur bilurin ikki hald, verður
kostnaðurin 175 krónur hvønn vegin.
Og um tú fert at koyra gjøgnum
Eysturoyartunnilin dagliga, fer tað
at kosta tær umleið 2.000 krónur um
mánaðin meira enn nú. Prísurin hevur
fingið øði í fleiri, sum rokna við at brúka
tunnilin, tí hetta kemur at kosta nógv fyri
tey í longdini, stúra tey fyri. Les meira um
hetta í blaðnum her
Árni Gregersen,
journalistur,
skrivar
Ája!
Visti tú?
At tungan er
sterkasti muskulin í
kroppinum?
Sæð á Facebook:
2020 hevur verið
eitt snedigt ár!
Lot til andøvsgul 3 til 8 m/s av
eystri. Yvirhøvur turt og stundum
sól. Hitin millum 6 og 10 stig.
8-10 m/s
2-6 m/s
8-13 m/s
LEYGARDAGIN
FRÍGGJADAGIN
SUNNUDAGIN
Lot til andøvsgul av ymsum
ættum, 3 til 8 m/s. Samdrigið
og stundum regn. Hitin
millum 8 og 12 hitastig.
Gul til stívt andøvsgul av
landnyrðingi 5 til 10 m/s.
Samdrigið og regn, og sólin kagar
fram. Hitin millum 8 og 11 stig