Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-07-02, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. juli 2020síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 3. JULI 2020 SOSIALURIN 52 5 Fari at biðja um frá­ greiðing frá Sernámi – Tað er ikki í lagi, tá ið fleiri bólkar eru ónøgdir. Tá ið eg komi heim, fari eg at seta meg inn í málið og biðja um frágreiðing. Málið má loysast, sigur Jensi av Rana, landsstýrismaður FRANTS JENSEN FRANTS@SOSIALURIN.FO A tfinningarnar móti Sernámi hava verið nógvar seinastu tíðina. –  Syrgiliga støðan í Sernámi er, at tey børnini, ið hava størstan tørv á hjálp, eru tey børnini, sum verða gloymd, siga seks mammur í einum mammu­ bólki at seks børnum við Downs- syndromi. ADHD-felagið hevur eisini funn­ist ógvusliga at Sernámi. – Sum støðan er nú, kunnu vit ikki mæla foreldrum, sum hava illgruna um, at eitt barn hevur ADHD, ella ADD, at venda sær til Sernám, sigur ADHD felagið. Javni er eisini komið við at­ finningum móti Sernámi. – Vit eru stórliga bangin fyri, at Sernám við nýggja bygnaðinum letur børn og ung við stórum av­bjóðingum detta lúkst niður ímillum. Vanliga ráðgevingin í økis­t­oymunum er ikki nøktandi, og vit hava ilt við at síggja tað muna­góða í, at ráðgevingin til hesi børnini skal skipast í einum meira ella minnið virtuellum toymi. Tað, sum hesi børnini hava brúk fyri, er eitt sterkt ser­toymi, har serkunnleikin og teir ar­ beiðshættir, ið geva úrslit, sleppa at virka og mennast, skrivar Javni. Fer at taka málið upp Landsstýrismaðurin, sum varar av Sernámi, Jenis av Rana, fer at taka málið upp. – Eg havi verið í Íslandi sein­ astu dagarnar, men tá ið eg komi heimaftur, fari eg at taka málið upp. Eg fari at biðja um eina frá­ greiðing, sigur Jenis av Rana í stuttari viðmerking. Hann leggur dent á, at hann má hoyra, hvat Sernám hevur at siga. – Stjórin í Sernámi hevur verið úti og játtað, at tað er ikki alt, ið virkar, sum tað skal. Samstundis hevur hon eisini víst á, at batar eru gjørdir, sigur Jenis av Rana. Pengar játtaðir til Karlstad Eitt av tí, sum fýlst hevur verið á, er at Karlstad-hátturin, sum ikki virkar nógv væl. – Karlstad verður so líðandi pilkað burtur úr Sernámi, og okk­ ara børn standa við ongum. Bert ein vegleiðari er settur í starv, og verandi vegleiðari fær bara loyvi at arbeiða triðju hvørja viku við Karlstad. Úrslitið av hesum broyt­ingum er, at tað eru fleiri børn sum als onga hjálp fáa, og tey fáu, sum fáa hjálp, fáa alt ov fáar tímar, siga mammurnar at børn­unum við Downs-syndromi. Tær vísta á, at tað bara var tann mamm­an, ið býr í Suðuroynni, ið fær hjálp gjøgnum Karlstad-hátt­ in. – Vit hava játtað pengar til Karl­stad-háttin, so tað er ikki gott nokk, um tey, ið hava tørv á hátt­inum, ikki fáa hjálpina. Hetta má kannast nærri, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður. Starvsfólkini gera eitt megnararbeiði – Sernám samstarvar við skúlar og dagstovnar, og okkara starvsfólk gera eitt megnararbeiði hvønn dag við at hjálpa børnum – bæði teimum, sum hava varandi brek og ikki-varandi avbjóðingar, sigur Margreth Olsen, stjóri í Sernámi FRANTS JENSEN FRANTS@SOSIALURIN.FO S tjórin í Sernámi vísir aftur fleiri av atfinningunum, ið hava verið móti stovn­ inum. Hon vísir mill­ um annað á, at tey hava rað­fest stovnar og skúlar, og tí hev­ur ikki verið eins nógv tíð til áhuga­felags­ skapir. – Í okkara menningartilgond hava vit higartil raðfest at styrkja samstarvi við stovnar og skúl­ar umframt aðrar almennar skip­anir, sum virka á barna- og ungdómsøkinum, millum annað Barna­verndartænastuna, Al­ manna­verkið og Barna- og ung­ dómssykiatriina. Tí hevur ikki verið eins nógv tíð til áhuga­ felags­skapir, men vit ynskja av­ gjørt eitt gott samband og vilja rað­festa hetta hægri framyvir, sigur Margreth Olsen. Hon vísir á, at tey millum annað hava havt fundir við Javna, Megd og aðrar áhugafelagsskapir. Tørv á fleiri við Karlstad-útbúgving Eitt av tí, sum funnist hevur verið at, er, at tað er so avmarkað tæn­ asta innan Karlstad-háttin. – Tað er ikki rætt, at Karlstad- tæn­astan bara er í Suðuroynni. Hon er eisini aðrastaðni í land­ in­um. Hvør Karlstad-ráðgevi er í einum netverki, har tað eisini eru onnur fakfólk, sum arbeiða við at hjálpa einum barni. Øll børnini í hesum mammubólkinum fáa hjálp frá Sernám umvegis Karlstad- tænastuna, og netverkini eru um alt landið. Harafturat eru eisini onnur netverk, sigur Margreth Olsen. Hon vísir tó á, at tey mangla starvsfólk, sum hava neyðugu Karlstad-eftirútbúgvingina. – Ein Karlstad-ráðgevi er í starvi, og eitt starvsfólk nemur sær eftir­útbúgving innan Karlstad- háttin, men viðkomandi verður ikki liðugur við útbúgvingina fyrr enn um tvey ár. Tí er avmarkað, hvussu langt við náa við Karlstad- hátt­inum í dag, men vit eru í ferð við at menna hesa tænastuna, sig­ ur hon. Hon kundi ynskt at fingið fleiri starvsfólk við Karlstad-eftir­ út­búgving, men enn er tað ikki eydn­ast. Sernám Mynd: Álvur Haraldsen