hósdagur 2. juli 2020síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 3. JULI 2020
SOSIALURIN 52
6
ANNIKA KUNOY IM
ANNIKA@SOSIALURIN.FO
22
ára gamla Sissal Jac
obsen hevur full
skegg. Hon er sera
stolt av skegginum
og leggur javnan myndir av sær
sjálvari og skegginum á Instagram,
har hon eisini við myndateksti og
provokatión hevur ein boðskap
um sjálvskærleika og at góðtaka
seg sjálva. Boðskapurin kann
tykjast sera einfaldur, men kortini
provokerar hann og øsir summi,
greiðir hon frá.
Fyri Sissal hevur tilgongdin
verið long, og hon hevur havt
nógva mótgongd við sær. At læra
at elska seg sjálva, hóast tað í
sjálvum sær er at berjast ímóti
rótfestum samfelagsnormun, er
ikki ein løtt ferð at fara á. Serliga
ikki, tá ein eisini hevur sjúkur, so
sum PCOS og ADHD at stríðast
við. Sissal hevur gjørt tað, og
boðskapur hennara er, at tað áttu
vit øll eisini at gjørt, tí vit eru øll
nokk. Líkamikið hvat samfelagið
sigur.
PCOS
Hon er úr Hósvík, men hon býr nú
í Kollafirði, og hon starvast dag
liga í eini vøggustovu. Hóast tað er
hormonórógvandi sjúkan, PCOS,
sum ger, at Sissal hevur fingið
skeggvøkstur, so er hon als ikki
kedd av skegginum longur.
– PCOS ger millum annað, at
eg ikki fái menstruatión, og at eg
taki lætt upp á og havi torført við
at klænka meg. Men hóast eg havi
fullskegg, so gloymi eg ofta, at eg
havi PCOS, sigur Sissal Jacobsen.
Tá Sissal Jacobsen var 15 ára
gomul, byrjaði hon at fáa eitt
sindur av skeggvøkstri. Í fyrstuni
var tað bert á vangunum, men
tað útviklaði seg skjótt. Tá hevði
kommunulækni hennara illgruna
um, at hon óivað hevði ójavnvág í
hormonunum. Hon varð send til
gynækolog, og sum 16 ára gomul
fekk hon síðani staðfest PCOS.
Fyrstu árini rakaði hon skeggið
annan hvønn dag.
– Men í 2018 byrjaði eg spakuliga
lata skeggið vaksa eitt sindur, og
eg havi faktiskt ikki rakað tað
síðani august 2018. Eg havi bert
trimmað tað, sigur hon frá.
Spurd, hví hon valdi at lata
skeggið vaksa og enntá fevna um
skeggvøksturin og at leggja mynd
ir av tí á netið, sigur hon bersøgin,
at hon elskar skeggið hjá sær.
– Fyrst og fremst var eg troytt
av at raka mær annan hvønn dag,
og tá eg byrjaði at síggja skeggið
á mær, byrjaði eg eisini at dáma
tað meir og meir. Nú eri eg stolt
av, at eg klári at vaksa eitt flottari
skegg enn nógvir menn, sigur Siss
al Jacobsen.
– Eg vóni, at tað heldur við, sig
ur hon so.
– Sum barn havi eg altíð viljað
verið annarleiðis og torað at gjørt
tað, sum eg havi hug til at gera, so
eg kann veita øðrum íblástur og
dirvi, so tey eisini kunnu tora,
sigur hon frá.
Skeggkonan
Instagram vangin hjá Sissal eitur
Skeggkonan. Tað hevur hon valt,
at hann skal eita, tí hon hevur
fingið niðrandi viðmerkingar,
har onkur hevur rópt hatta eftir
henni.
– Tá eg av fyrstani tíð fekk mær
ein Instagramvanga, kallaði eg
hann Sissalgirl, og eg brúkti hann
sum ein vanligan, persónligan
Instagramprofil, men tá eg fyri
tveimum árum síðani fór at lata
skeggið vaksa, minnist eg, at onk
ur rópti skeggkona eftir mær. Í
provokatión skifti eg tá navnið
á profilinum til júst hetta, so eg
kann eiga heitið, sigur hon erpin.
Nú eigur hon tittulin og hon
fevnir hann. Tað leggja bæði
myndir og tekstur á Instagram
eisini upp til. Tað er tó einki
loyndarmál, at Sissal við sínum
opinleika gongur ímóti sterkt
rótfestum normum í samfelagn
um – ja, ikki bert føroyska sam
felagnum men gott og væl øllum
heiminum. Hetta áræði hevur hon
tó ikki altíð havt, tí hon hevur,
sum mangar aðrar ungar kvinnur,
eisini stríðst við sjálvsvirði, greiðir
hon frá.
– Eg havi altíð viljað góðtikið
meg sjálva, og eg havi altíð viljað
verið góðtikin av øðrum eisini. Eg
havi tíbetur havt góðar vinkonur,
sum hava góðtikið meg, sum eg
eri, og tað hevur givið mær orku.
Hetta hevur verið ein tilgongd,
sum líðandi byrjaði í 2016, tá eg
spakuliga fór at góðtaka meg
sjálva. Nú síggi eg nakað, sum mær
dámar, tá eg hyggi í speglið, sigur
unga hósvíksdáman.
– Eg havi als ikki altíð hvílt í
mær sjálvari, tí eg havi altíð verið
ov tjúkk, og eg havi verið koyrd
á nógvar klænkingarkurar. Eg
havi eisini altíð hildið, at eg nytti
einki, og at eg ikki eri pen. Sum
tannáringur vildi eg eisini altíð
líkjast øllum hinum, sigur hon.
– Men hetta var áðrenn, eg
byrjaði at finna útav, hvør eg eri.
Tá eg spakuliga byrjaði at finna
útav tí, fór eg eisini at góðtaka
meg sjálva og hvíla í mær sjálvari,
sigur hon síðani.
Øllum dámar tað ikki
umframt at stríðast við PCOS,
sum elvir til ólag í hormonunum,
hevur Sissal Jacobsen eisini fingið
– Tá eg byrjaði at síggja skeggið á mær, byrjaði eg
eisini at dáma tað meir og meir. Nú eri eg stolt av,
at eg klári at vaksa eitt flottari skegg enn nógvir
menn, sigur 22 ára gamla Sissal Jacobsen úr
Hósvík, sum á Instagramvanga sínum Skeggkonan
varpar ljós á at tað er í lagi at vera, sum ein er
PERSÓNSØGA
Skeggkonan:
Sum barn
havi eg altíð
viljað verið
annarleiðis og
torað at gjørt
tað, sum eg havi
hug til at gera,
so eg kann veita
øðrum íblástur
og dirvi, so tey
eisini kunnu
tora
PREI:
Les meir um PCOS á
www.pcoinfo.dk
EG ELSKI
MÍTT SKEGG
HVAT ER PCOS?:
PCOS er ein hormonórógvandi sjúka, sum rakar á leið fimm til
tíggju prosent av kvinnum á barnsburðaraldri. PCOS stendur
fyri Poly Cystisk Ovarie Syndrom. Polycystisk merkir, at tað eru
bløðrur á eggrótini. Syndrom merkir, at tað er fleiri sjúkueyðenni
samstundis.
Sannlíkt er, at tað eru broytingar í ílegunum, sum vaksa um
vandan fyri at fáa PCOS. Av tí allar kvinnur í somu familju ikki
fáa PCOS verður hildið, at umhvørvið eisini ávirkar. Millum annað
kann yvirvekt elva til broytingar í samansetningini av hormonum
í blóðinum.
Sjúkueyðkenni:
Kvinnur við PCOS hava ofta óregluligar menstruatiónir ella halda
uppat við at fáa menstruatión. Á leið helmingurin av kvinnum
við PCOS viga ov nógv ella hava mest feitt á búkinum. Økta
mongdin av mannliga hormoninum testosteron hjá kvinnum
við PCOS ger millum annað, at tær kunnu fáa øktan hárvøkstur,
sum hjá mannfólki. Tað vil siga harvøkstur í andliti, á bringuni,
frá nalvanum og niður og á armun og beinum. Eisini elvir tað ofta
til feittutta húð, og til, at kvinnan ikki lættliga verður við barn.