hósdagur 2. juli 2020síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 3. JULI 2020
SOSIALURIN 52
7
staðfest ADHD. Hetta ávirkar
hana á ymiskan hátt. Millum
annað, so kann hon javnan gerast
tung í huga og deprimerað.
– Eina ferð, tá eg var í einum
tungum tíðarskeiði, segði ein vin
maður mín við meg, at lívið er ov
stutt til at taka sær av, hvat onnur
hugsa og siga um meg. Eg skal bara
vera eg. Eg veit ikki hví men hetta
at veruliga skíta á, hvat fólk siga
og hugsa gjørdi nakað við meg. Eg
mintist til hesi orðini, og eg tók tey
við mær onkursvegna.
– Tá byrjaði eg av álvara at góð
taka meg sjálva, soleiðis, sum eg
eri, og soleiðis, sum eg síggi út. Tá
fekk skeggið frið at vaksa, og tað
hava øll ikki tikið líka væl ímóti,
sigur hon síðani.
– Eg fái viðmerkingar um, at
eg má raka mær, og at eg eri nógv
penari uttan skegg. Eg havi eisni
onkrar familjulimir, sum javnan
minna meg á, at tað altso ikki er
dámuligt at ganga við fullskeggi,
sigur hon.
Tað er ymiskt, hvussu slíkar
viðmerkingar rína á hjá Sissal.
– Tað er treytað av, hvussu eg
havi tað. Kenni eg meg tunglynta,
taki eg tað tyngri, men havi eg tað
gott, svari eg sum oftast, at eg einki
leggi í viðmerkingarnar, tí hetta er
mítt lív, og tað er eg, sum avgeri,
hvussu eg vil liva tað. Eg eri mest
hørm um, at menniskju, sum eg eri
góð við, ikki kunnu akseptera meg,
sum eg eri, staðfestir hon.
– Men tað er altso torført hjá
summum at góðtaka, tí tey sjálvi
fylgja norminum og halda, at
kvinnur skulu raka sær og ongan
hárvøkstur hava nakra staðni.
Onkuntíð havi eg faktiskt hugsað,
at tey kanska skammast, tí eg tori
nakað, sum øll ikki tora, leggur
hon sjálvsikkur aftrat.
Reaktiónirnar frá fremmand
um til skeggið eru ymiskar, eisini
tá hon er til arbeiðis, handils ella
í býnum.
– Eingin fremmandur hevur
nakrantíð sagt nakað beinleiðis
við meg. Tað kemur faktiskt ikki
fyri, at vaksin fólk spyrja meg
um skeggið. Men eg síggi, at fólk
Framhald á síðu 8
Nú síggi eg
nakað, sum mær
dámar, tá eg
hyggi í speglið