Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-07-02, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. juli 2020síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 3. JULI 2020 SOSIALURIN 52 8 PERSÓNSØGA hyggja og teska. Tí taki eg mær als ikki av, hóast tað kann ørkymla vin­kon­urnar hjá mær av og á. Tær hava altíð stuðlað mær í hesi til­gongd­ini. – Onkuntíð spyrja børnini, hví eg havi skegg. Tað haldi eg kann verða eitt sindur trupult at greiða frá, og svarið hjá mær verður sjálv­ andi treytað av, hvussu gamalt barnið er. Ofta royni eg at greiða frá, at tað er ein sjúka, sum ger, at eg síggi soleiðis út, men at eg eri fitt kortini, og tað er í lagi, at eg síggi út, sum eg geri, sigur hon umhugsin. Opinleiki umráðandi Spurd, hví hon hevur valt at verið so opin um bæði PCOS og skegg­ vøksturin, at hon hevur stovnað ein Instagramvanga til heiðurs fyri skegginum, sigur hon, at tað hevur hon valt fyri at vísa øðr­um, at tað er okay, at vit síggja ann­ar­ leiðis út. – Vit skulu ikki neyðturviliga fylgja standardinum, sum sam­ felagið setur. Vit behøvast ikki at síggja út, sum miðlarnir siga, at vit skulu síggja út. Tað eru nógvar ungar gentir og dreingir við, sum stríðast inniliga við sína útsjónd, tí samfelagið fortelur okkum, hvussu vit eiga at vera. Tí vil eg fegin varpa ljós á, at tað er okay at vera tú, soleiðis, sum tú ert skapt ella skaptur, staðfestir 22 ára gamla Sissal Jacobsen síðani. – Eg haldi, at tað er heilt ræðu­ ligt, tí tað rakar ungar gentur í tann­áringaárunum, sum tá byrja at hata seg sjálvar – bæði kropp og út­sjónd - tí samfelagið sigur, at man skal síggja út á ein ávísan hátt. Og hetta er ofta ein standardur, sum eingin í veruleikanum klárar at liva upp til. Eg royni at arbeiða ímóti hesum, tí eg havi sjálv verið har, at eg havi hatað meg sjálva, tí samfelagið hevur sagt, at eg ikki livi upp til standardin. Tað er gysi­ ligt, staðfestir hon. – Tað hevur verið ein harður kampur at koma hertil, soleiðis at eg klári at hvíla í mær, soleiðis sum eg síggi út, greiðir hon frá. – Boðskapurin hjá mær er, at fólk einki skulu leggja í, hvat hini halda. Tað er øgiliga keðiligt, um tú spill­ir eitt heilt lív upp á at ganga upp í, hvat onnur halda um teg og hvussu tú í teirra eygum skalt síggja út og vera, leggur Sissal Jacob­sen aftrat. Hon hevur eisini fingið posit­ ivar afturmeldingar frá fleiri gent­ um, sum takka henni fyri, at hon torur, tað sum hon ger. Tí tær tora ikki. Framhald frá síðu 7 Eg fái viðmerk­ingar um, at eg má raka mær, og at eg eri nógv penari uttan skegg. Eg havi eisni onkrar familjulimir, sum javnan minna meg á, at tað altso ikki er dámuligt at ganga við fullskeggi í 2018 byrjaði eg spakuliga lata skeggið vaksa eitt sindur, og eg havi faktiskt ikki rakað tað síðani august 2018 Sissal leggur javnan myndir á Instagramvangan Skeggkonan av sær sjálvari við einum boðskapi um sjálvskærleika