hósdagur 2. juli 2020síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 3. JULI 2020
SOSIALURIN 52
9
– Trygt at lata síni
børn í vøggustovu
Um vøggustovan Stella Maris í Havn skal liva
upp til bygningskrøv og brunatrygd skulu 10
til 16 milliónir krónur nýtast upp á bygningin.
Stovnurin verður tí stongdur – tó ikki fyrr enn
um tvey ár. – Tað er tó trygt at lata síni børn í
vøggustovuna, sigur Gunvør Balle, forkvinna
í mentamálanevndini í kommununi
FRANTS JENSEN
FRANTS@SOSIALURIN.FO
S
tarvsfólk og foreldur
hava fingið boð um, at
tey børnini, um byrja á
vøggustovu í Stella Maris
í august, eru tey seinastu, ið verða
tikin inn.
Kommunan sigur samstundis,
at fleiri nýggj vøggustovupláss
verða skipað á øðrum stovnum.
Í miðbýnum verður verandi
skúli í Kongagøtu gjørdur um til
dagstovn og lagdur aftrat Mið
stovninum.
Býlingshúsið vesturi á Flat let
ur eisini nýggja vøggustovu upp
eftir summarfrítíðina.
Grundgevingin fyri, at Stella
Maris steingir, er sambært komm
ununi, at ”bygningurin krevur stóra
høvuðsumvæling og er ikki longur
tíðarhóskandi til dagstovna
virksemi. Bygningskrøv gera, at
tað samstundis verður neyðugt
at lækka talið á plássum”.
Lýkur ikki brunakrøv
Forkvinnan í mentamálanevndini
í Tórshavnar kommunu, Gunvør
Balle, vísir á, at tað er ein samlað
meting, sum ger, at vøggustovan
steingir.
– Stella Maris er ein lítil rakstr
areind, og vit royna at hava størri
eindir. Metingar siga, at fyri at liva
upp til bygningskrøv og brunakrøv
í dag, skulu umbyggingar gerast
fyri einar 10 til 16 milliónir krónur.
Út frá eini samlaðari meting, hava
vit valt at steingja stovnin, sigur
Gunvør Balle.
Men tá ið bygningurin ikki lýk
ur brunakrøv, er so trygt at hava
hann opið tvey ár afturat?
– Ja, tað er trygt. Nakað av um
vælingum eru gjørdar, og barna
talið er lækkað, so tað er trygt. Tey
nýggjastu brunakrøvini í BK17,
vóru sera hørð. Stella Maris er
ikki tann einasti stovnurin, sum
ikki lýkur hesi krøvini. Tað eru
fleiri bygningar kring landið, ið
ikki lúka krøvini. Men tað tekur
tíð at gera broytingar. Við teimum
broytingum, vit hava gjørt, so er
tað trygt, sigur Gunvør Balle.
Úr 43 niður í 35 børn
Stella Maris var ikki bygt sum
vøggustova. Sambært leiðaranum
á stovninum, Charlottu á Váli Ol
sen, er húsið gamalt og ikki gjørt
í stand í fleiri ár.
– Tað eru fleiri trygdarkrøv og
annað, ið verða sett í dag, og tað
kostar nógv at gera alt hetta. Fyrr
brúktu vit eisini loftið, men sein
asta árið hava vit ikki nýtt loftið,
sigur Charlotta á Váli Olsen.
Hon vísir á, at av tí sama er talið
av børnum á stovninum minkað
úr 43 niður í 35.
Trygt at lata síni
børn í Stella Maris
Tá ið foreldur herfyri vórðu
kunnað um støðuna viðvíkjandi
at bygningurin treingir til fleiri
umvælingar, millum annað tí at
brunakrøvini eru so nógv, vóru
tað onkur av teimum, sum setti
spurnartekin við, um tað er trygt
hjá foreldrum at lata síni børn í
vøggustovu á Stella Maris kom
andi tvey árini.
Beinta Dalbø, leiðari í barna- og
ungdómsdeildini hjá Tórshavnar
kommunu, vísir aftur, at tað er
ótrygt at lata børnini í vøggustovu
í Stella Maris.
– Eg vari av tí námsfrøðiliga
virkseminum á stovnunum í
kommununi, og tað námsfrøðiliga
virksemi er trygt. Tað er ikki ótrygt
at lata síni børn í vøggustovu í
Stella Maris, sigur hon.
Hon vísir á, at barnatalið er
niðurlagað, tí at krøvini eru, at
vøggustovubørn skulu hava
tríggjar fermetrar pr barn.
– Fyri okkum hevur tað alt at
siga, at tað er trygt hjá foreldrum
at lata síni børn á allar stovnar í
kommununi, og at tað er trygt hjá
starvsfólkunum. Vit meta eisini,
at tað er trygt, at lata síni børn í
Stella Maris komandi tvey árini,
sigur Beinta Dalbø.
Stovnsleiðarin vísir eisini aftur,
at tað er ótrygt at lata síni børn í
vøggustovuna.
– Tað er ikki ótrygt at lata síni
børn koma á Stella Maris, sigur
Charlotta á Váli Olsen.
Bara blaðungar gentur
Brynhild Olsen er eitt av umboð
unum í foreldraráðnum í vøggu
stovuni.
– Dóttirin er júst givin á Stella
Maris, og tí fari eg ikki at nýta
tann stovnin í framtíðini. Eg havi
ikki upplivað, at tað er ótrygt at
lata sítt barn í vøggustovuna. Tað,
sum eg hinvegin haldi vera ótrygt,
er, at á onkrari stovu hava bara
blaðungar gentur arbeitt í longri
tíð og eingin vaksin. Tað var ikki
gott nokk, sigur Brynhild Olsen.
Vøggustovan Stella Maris
letur aftur um tvey ár.
Mynd: Álvur Haraldsen