Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-07-02, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. juli 2020síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 3. JULI 2020 SOSIALURIN 52 10 Tað fer at merkjast á pengapunginum hjá teimum, sum ætla at brúka Eysturoyartunnilin dagliga á veg til og frá arbeiði TERJI NIELSEN TERJI@SOSIALURIN.FO Í farnu viku bleiv kunngjørt, hvat tað fer at kosta at koyra gjøgnum Eystur­oyar­ tunnilin, tá ið hesin letur upp væntandi fyrst í komandi ári. Til dømis kostar ein einvegis túrur millum Eysturoynna og Streymoynna 175 krónur, tá ið man ikki hevur hald, og 75 krónur, um man hevur hald. Tey eru mong, sum hava givið til kennar, at tey halda hesar prísir vera alt ov høgar, og at tey tí ivast í, um tey fara at brúka tunnilin. Stór meirútreiðsla Vit hava roknað trý dømir um, hvat tað fer at kosta fólki, sum búgva norðanfyri og arbeiða í Havn, og sum tískil koyra dagliga millum heim­staðin og høvuðsstaðin. Í teimum trimum førunum, har vit hava brúk ávikavíst Salt­ nes, Fuglafjørð og Klaksvík sum heimstað, er úrslitið í øllum trim­um førum, at tað verður ein meir­útreiðsla upp á umleið 2.000 krónur um mánaðin, um tú velur at ferðast gjøgnum Eystur­oyar­ tunnilin í mun til, um tú velur at koyra eftir gomlu farleiðini. Tá er hædd ikki tikin fyri, hvussu nógv bilurin slítist, um tú koyrir gjøgnum tunnilin í mun til ver­ andi farleið. Spurningurin er so, um hetta fer at fáa eysturoyingar og norð­ oyingar, ið dagliga koyra til Havn­ ar í arbeiðs- ella skúla­ørind­um, at velja tunnilin frá, ella um tey velja øktu útreiðsluna fyri at spara tíð. Noyðast at leggja varisliga út Stjórin í P/F Eysturoyar- og Sand­ oyartunnlinum, Teitur Samuel­ sen, sum eigur nýggja Eystur­oyar­ tunn­ilin, sigur seg ikki hava fingið stórvegis afturmeldingar um tær prísásetingar, ið eru gjørdar í sam­ bandi við at koyra gjøgnum Eyst­ ur­oyartunnilin, tá ið hesin letur upp komandi ár. Vit hava sett prísin í mun til nøkur ferðslutøl, ið blivu gjørd í sambandi við eina verkætlan, sum var í løgtinginum í 2014, sigur Teit­ ur Samuelsen. Hann sigur, at tað kunnu sjálv­ andi gerast tillagingar í mun til, hvat ferðslan veruliga verður. Vit noyðast at leggja varisliga út við prísásetingini, og so kunnu vit síggja, hvat mynstrið verður. Tað er altíð lættari at lækka prísin, um vit síggja eina størri nýtslu enn væntað, enn tað hevði verið at hækka prísin, um vit settu hann ov lágt frá byrjan, sigur Teitur Samuel­sen. Stjórin í P/F Eysturoyar – og Sand­oyartunnlinum sigur, at ar­ beiðið í tunnlinum gongur við full­ari ferð nú, men hann torir tó ikki at siga, nær hann væntar, at tunn­ilin letur upp. Men tað verður einaferð í fyrsta ársfjórðingi í 2021, sigur Teit­ur Samuelsen at enda. Vil taka tað upp politiskt Men sum tað sæst aðrastaðnis her á síðunum, so er fatanin mill­um fleiri bæði lands- og komm­unal­ pol­itikkarar, at prísurin tykist verða í hægra lagi. Onkur heldur enn­tá, at tað er alt ov høgt. Millum annað sigur samgongu­ lim­urin Bill Justinussen úr Mið­ flokk­inum, at eftir hansara tykki er prísurin alt ov høgur, og hann ætlar, at hetta skal takast upp polit­iskt eftir ólavsøku. Eisini siga fleiri teirra, at vænt­ andi verða tey fleiri av teimum, sum ferðast dagliga millum høvuðs­staðin og norðurøkið, ið fara at velja tunnilin frá orsaka av prís­ásetingini. Dømi 1: Klaksvík – Tórshavn UTTAN TUNNIL: 220 dagar á 150 km: 33.000 km pr ár Brennievnisnýtsla: 1.833 litrar Í krónum við 6,31 kr/l (pr 30/6-2020) 11.566,- krónur Ferðastuðul: 44,50 krónur um dagin í 220 dagar: 9.790,- krónur Nettoútreiðsla: 1.776,- krónur GJØGNUM TUNNIL: 220 dagar á 86 km: 18.920 km pr ár Brennievnisnýtsla: 1051 litrar Í krónum við 6,31 kr/l (pr 30/6-2020) 6.631,- krónur Tunnilsgjald: 130 x 220 28.600,- krónur Ferðastuðul: 28,00 krónur um dagin í 220 dagar: 6.160,- krónur Tunnilsstuðul: 16,9 x 220: 3.718,- krónur Nettoútreiðsla: 25.353,- krónur Meirútreiðsla um árið: 23.577,- krónur N.B. Útreiðsla og frádráttur fyri Norðoyatunnilin er ikki tikin við, tí tað er óbroytt og hevur onga ávirkan. 2.000 KRÓNU 2.000 KRÓNU DÝRARI DÝRARI UM UM MÁNAÐIN MÁNAÐIN