Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-23, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. desember 2004síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 246 - 23. desember 2004 –Við avtaluni fáa vit tryggja okkum, at hædd verður tikin fyri føroyskum sjónar- miðum, tá avgerðir í eitt nú NATO um før- oysk viðurskifti skulu takast. Uttanríkispol- itikkur og trygdarpol- itikkur eru sambært Heimastýrislógini- felagsmál, og tí liggur endaliga avgerðin framvegis á donskum hondum, men eg haldi kortini, at avtalan er eitt týðandi stig á sjálvstýrisleið, sigur løgmaður, Jóannes Eidesgaard, sum fyrst í komandi ári fer at undirskriva eina yvir- lýsing um føroyskan uttanríkis- og trygdar- politikk UTTANRÍKIS- POLITIKKUR Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Fyrst í komandi ári fara løg- maður, Jóannes Eidesgaard, og danski uttanríkisráð- harrin, Per Stig Møller, at skriva undir eina felags yvirlýsing, sum tryggjar Føroyum at sita við samráð- ingarborðið, tá føroysk utt- anríkis- og trygdarpolitisk viðurskifti verða umrødd. Løgmaður og danski utt- anríkisráðharrin eru á einum máli um, at nýggja avtalan millum Føroyar og Danmark er eitt munandi framstig hjá føroyingum á uttanríkis- og trygdarpolit- iska økinum. Samráðingarrætt Danir og grønlendingar hava undirskrivað líknandi avtalu á uttanríkis- og trygdarpolitiska økinum, og tað hevði millum annað við sær, at grønlendski landsstýrisformaðurin, Josef Motzfelt, var við í samráðingunum, tá danski og amerikanski uttanríkis- ráðharrin. Per Stig Møller og Colin Powell, fyrr í ár umrøddu framtíðina hjá Thule-støðini í Grønlandi. Sambært nýggju avtaluni fáa føroyingar heimild til at verða við í samráðingar- nevndum og sita við sam- ráðingarborðið, tá danir í framtíðini fara at samráðast við eitt nú NATO um før- oysk viðurskifti á trygdar- politiska økinum. Sambært Heimastýrislógini eru utt- anríkismál og herðnaðar- mál bólkað sum felagsmál, og tískil hava danir avger- andi orðið í uttanríkis- og trygdarspurningum, sum hava við Føroya at gera. – Við avtaluni fáa vit tryggja okkum, at hædd verður tikin fyri føroyskum sjónarmiðum, tá avgerðir í eitt nú NATO um føroysk viðurskifti skulu takast. Utt- anríkispolitikkur og trygd- arpolitikkur eru sambært Heimastýrislóginifelags- mál, og tí liggur endaliga avgerðin framvegis á donsk- um hondum, men eg haldi kortini, at avtalan er eitt týðandi stig á sjálvstýris- leið, Hevur tú í huga reyðu - og svørtu bók, so vísir kanningararbeiðið í teimum bókum greitt, at føroyingar vóru ólukkuliga óvitandi um tað, sum fór fram á utt- anríkis- og trygdarpolitiska økinum í farnu øld, og tí má sigast, at nýggja avtalan er eitt stórt framstig, heldur løgmaður. Jóannes Eidesgaard vísir á, at við nýggju avtaluni fylgir samgongan upp uppá løgtingssamtyktina um føroyskan trygdarpolitikk, sum varð samtykt í vár. – Hjá okkum er ikki talan um alt ella einki. Vit ásanna, at trygdarpolitikkur og uttanríkispolitikkur er danskt ábyrgdarøki, og at hasi málsøkini ikki verða yvirtikin í løtuni, men vit vilja kortini hava, at okkurt hendir á økinum. Við at flyta eina røð av heimild- um, sum higartil hava ligið í Keypmannahavn til Før- oyar, haldi eg, at vit avgjørt gera framstig á sjálvsstýris- leið, heldur løgmaður. Skjøl til Føroya Umframt rættin at sita við samráðingarborðið tryggjar nýggja avtalan millum Føroyar og Danmark, at føroyingar fáa øll innan- hýsis skjøl úr Fólkatingin- um, sum umrøða føroysk uttanríkis- og trygdarpolit- isk viðurskifti. Hetta fer at hava við sær, at tá eitt nú danski uttanrík- isráðharrin fer at lata uttan- landsnevndini í Fólkating- inum skjøl viðvíkjandi Før- oyum, skulu skjølini sam- stundis sendast til uttan- landsdeildini í Tinganesi. Atlimaskap Triðja súlan í nýggju av- taluni er føroyskur atlima- skapur í altjóða felagsskap- um. Í løtuni hava føroying- ar bert atlimaskap í havum- hvørvis -felagsskapinum, IMO, men nýggja avtalan skuldi verið til at betra um møguleikarnar at fáa atlimaskap í fleiri øðrum altjóða felagsskapum. Sam- bært avtaluni, binda danir seg til at stuðla føroyingum í at vinna sær atlimaskap í altjóða felagsskapum. Spurdur um Føroya Landsstýrið ítøkiliga ar- beiðir við at fáa atlimaskap í altjóða felagsskapum í løtuni, svarar løgmaður: – Tað er ikki nakað, sum streingir á í løtuni. Lima- skapur í FAO (Matur og landbúnaður, blðm) hevur áður verið uppi og vent, tí ikki minst gjøgnum fiski- vinnuna hava vit nøkur áhugamál har, men tað liggur einki ítøkiligt fyri í løtuni. Vit royndu allan fyrra- partin mikudagin at fáa viðmerkingar frá formanni Tjóðveldisfloksins, Høgna Hoydal, til nýggju avtaluna millum Føroyar og Dan- mark á trygdar- og uttan- ríkispolitiska økinum. Stórt stig á sjálvstýrisleið – Vit ásanna, at trygdarpolitikkur og uttanríkispolitikkur er danskt ábyrgdarøki, og at hasi málsøkini ikki verða yvirtikin í løtuni, men vit vilja kortini hava, at okkurt hendir á økinum. Við at flyta eina røð av heimildum, sum higartil hava ligið í Keypmannahavn til Føroyar, haldi eg, at vit avgjørt gera framstig á sjálvsstýrisleið, heldur løgmaður, Jóannes Eidesgaard Mynd: Jan Müller Føroyingar fáa samráðingarætt í uttanríkis- og trygdarpolitikki Øll innanhýs skjøl viðvíkjandi føroyskum trygdar- og uttanríkispolitiskum skulu sendast til uttanríkisdeildina á Løgmansskrivstovuni Danir fara at stuðla føroyingum í at atlimaskap í altjóða felagsskapum YVIRLÝSINGIN