hósdagur 2. juli 2020síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 3. JULI 2020
SOSIALURIN 52
12
Eg vænti at
fleiri velja
tunnilin frá
T
ingmaðurin hjá Fólka
flokkinum, Beinir Jo
hannesen, sum sjálvur
koyrir millum Klaks
vík og Havnina til arbeiðis í løg
tinginum, heldur prísásetingina í
Eysturoyartunnlinum verða nokk
so høga, tá ið man hevur í huga,
at har er ein onnur farleið at velja
í, um man heldur tunnilsgjaldið
vera ov høgt.
Tí kann man ikki brúka hinar
tunnlarnar sum fyrimynd. Her er
ein annar møguleiki, og tí vænti eg,
at fleiri fara at velja tunnilin frá.
Serliga vænti eg, at tey sum ikki
koyra dagliga millum Havnina og
norðurøkið, fara at velja tunnilin
frá, sigur Beinir Johannesen.
Spurdur, hvørja støðu hann
sjálvur hevur til prísin, og hvørja
farleið hann fer at velja til ar
beiðis, tá ið tunnilin letur upp,
sigur Beinir Johannesen:
Eg fari nokk at koyra gjøgnum
tunnilin, tí eg hugsi fyrst og fremst
um tíðina, ið eg fari at spara, sigur
Beinir Johannesen.
Sandoyartunnilin
ger tað dýrari
B
orgarstjórin í Runavíkar
Kommunu, Torbjørn Jac
obsen, sigur seg ganga
út frá, at prísirnir, ið
eru settir fyri at koyra gjøgnum
Eysturoyartunnilin, standa í mun
til tær fíggjarligu skyldur, sum
tunnilsfelagið hevur.
Men um ongin ella nógv færri
enn væntað fara at brúka tunnilin,
so hava teir sjálvandi ein trupul
leika, sigur Tórbjørn Jacobsen.
Hann heldur, at tað ljóðar av
nógvum, at tað er ein meirútreiðsla
uppá umleið 2.000 krónur um
mánaðin hjá teimum, sum fara at
brúka tunnilin dagliga í mun til at
koyra eftir gomlu farleiðini.
Men eg kundi tonkt mær at
fingið at vita, hvat tað hevði
kostað, um Eysturoyartunnilin
bleiv gjørdur einsamallur. Altso
um hann ikki hevði verið tengdur
at byggingini av Sandoyartunnlin
um. Eg vænti, at so hevði tað bara
kostað eini 30 krónur hvønn vegin
í mun tær 75 krónurnar, sum nú
eru ásettar, sigur borgarstjórin í
Runavíkar Kommunu.
Hann sigur, at tað er eingin ivi
um, at Sandoyartunnilin ger tað
nógv dýrari fyri eysturoyingar og
norðoyingar at ferðast gjøgnum
Eysturoyartunnilin.
Men um Sandoyartunnilin ikki
bleiv samtyktur saman við Eyst
uroyartunnlinum, so hevði neyv
an nakar Eysturoyartunnil komið,
sigur Torbjørn Jacobsen.
Tað ljóðar
nokk so nógv
S
ambandstingmaðurin og
fyrrverandi borgarstjórin
í Runavíkar Kommunu,
Magnus Rasmussen, er
ikki bilsin av prísásetingini í Eyst
uroyartunnlinum.
Man hevur tosað um handan
prísin í eina tíð. Man kann so byrja
við hasum prísinum, og so kunnu
fólk velja, um tey brúka tunnilin
ella fara eftir gomlu farleiðini,
sigur Magnus Rasmussen.
Hann heldur tó, at í fyrstu at
løgu ljóðar tað sum um, at prísurin
er settur nokk so høgt.
Príslegan má vera á einum slík
um støði, at fólk taka tunnilin til
sín og fara at brúka hann. Man
kann so byrja har, og so hevur
man møguleika fyri at lora, um tað
er alt ov høgt. Tað er altíð lættari
at lora enn at hækka prísin, sigur
Magnus Rasmussen.
Hann heldur ikki, at man kann
samanbera Eysturoyartunnilin
við hinar undirsjóartunnlarnar.
Eg eri vísur í, at man fer at
finna eina náttúrliga príslegu fyri
at koyra gjøgnum tunnilin. Tíðin
fer at arbeiða fyri tí, sigur Magnus
Rasmussen.
Spurdur, um hann sjálvur ætlar
sær at brúka tunnilin, sigur ting
maðurin, at tað fer hann.
Eg fari at spara nógva tíð, og
so er tað eisini nógv tryggari um
veturin at koyra gjøgnum tunnil
in, sigur hann at enda.
Beinir Johannesen:
Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri:
Magnus Rasmussen: