hósdagur 2. juli 2020síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJAGUR 3. JULI 2020
SOSIALURIN 52
21
Foreldur hansara vóru Sofía úr
Toftum í Fuglafirði. Vit kallaðu
hana fyri Fía fastir. Hon var syst
ir faðir. Foreldur teirra vóru Jo
hanna Sofía og Thoma Johan
Johannesen. Hon var úr Toftum
í Fuglafirði og hann av Hellu
num, sonur Lamba Tummas og
Marin Margrethu av Vestur úr
Fuglafirði.Tey fingu 10 børn.
Beiggjarnir kallaðu hana fyri
Fía systir, tí hon var elst av syst
kinum. Johanna Sofía og Thom
as Johan vóru systkinabørn, tí
Gamli Poul og Marin Margreta
av Vestur vóru systkin. Tey
vuksu eisini upp saman í Toftum
hjá Johannu Sofíu og Thomas
Johan. Fía fastir varð borin í
heim 1893, tá skuldi Gamli Poul
siga: “Ringt skil í Toftum - Børn
eiga børn!”
Johanna Sofía var ættað úr
Toftum í Fuglafirði – dóttir
Kathrinu og Poul Poulsen,
Gamla Poul.
Mesligarnir og Frammi við
Gjónna
Jofridt er kallaður upp eftir
mammubeiggjanum, Jógvani og
mostrini, Fridu, sum doyðu av
meslingum eftir einari nátt síðst
í febr. mánaði 1929. Hetta árið
doyðu fleiri fólk í Fuglafirði av
meslingum. Nítjan vórðu borin
út , og fólkatalið var tætt við 700
fólk í bygdini. Hetta hevði nú
svarað til uml. 40 fólk, sum fóru
undir heilt, um hetta var sami
standur sum tá. Fleiri í familjuni
eru kallað upp eftir Jógvani og
Fridu og somuleiðis Martini,
beiggja teirra, ið fórt við
Norðlýsinum við Spurn Head
innsiglingina til Grimsby í okt
1922. So svár var sorgin undir
hesum bitum í Toftatúni.
Thomas, vanliga nevndur
Thomas í Toftum var ættaður
frá Frammi við Gjónni. Her var
hann føddur. Foreldur hansara
vóru Jákup og Nicolina Jensen.
Hon var ættað av Strondum og
hann frá Gjónni. Hann doyr 1897,
tá var Thomas 11 ára gamal.
Hann og systir hansara, Suffía
fóru til Fuglafjarðar í bónda
húsini í Toftum. Bóndin var
Jógvan úr Toftum og konan
Mari Anna úr Kollafirði, systir
Miðgerða brøðirnar og systkina
barn Thomas. Tey áttu eingi
børn. Tað var eins og Thomas var
húskallur í hesum húsi og Suffía,
arbeiðiskona.
Suffía giftist við Jógvan í Køk,
sum var sonur til Hans og Biritu
á Dalbø.
Systkini hjá Jofridt , konan
Svanhilda og børnini
Systkini hjá Jofridt eru Jacob,
vanliga nevndir Agga( 1921- 2007),
Martina (1923 -), Nicoline (Lina)
(1925- 2004), Johanna Maria,
doyði sum 5 ára gomul(1928 -
1933), Tummas( 1932- 1975) og
Meinhardt livdi bara 9 mánaðir
(1934 – 1935) , og varð uppkallaður
eftir systrini Johanna Mariu.
Jofridt giftis við Svanhildu
dóttir Alexandur og Súsannu,
vanliga nevnd Dudan. Hon var
ættað úr Funningi. Tey gifturs í
1956 og fingu 4 dreingir og eina
gentu, sum doyði 3- 4 daga gom
ul. Dreingirnir eru Sonni, Agnar,
Sólbjørn og Frants. Jofridt vaks
upp í býlinginum Toftum í Fugl
afirði, har Pápin læt eini stein
sett hús byggja, sum enn tann
dag standa sum eitt prýði í Toft
atúni. Skarðsá er dygst við, so
tað var lagamanni at spæla í hesi
á bæði tíðliga og seint. Her vóru
nógvir hyljar, har siglast kundu
við skipum, bátum og hyljar
vóru esini demdir, so svimjast
kundi eisin í hesum rennandi
vatni.
Vit báðir Svend hjá jarðar
móðrini stoyptu ójavnan í botn
unum á tí Nýggja svimjihylinum,
so hetta bleiv væl betur fyri tey,
sum svumu í hesum hyli á há
sumri.
Sum 15 ára gamal var Jofridt
við til at sláa allan Toftabøin
saman við Hans bónda, Fritleif,
pápa sínum og eldri monnum.
Teimum líkt var tað natúrligt at
rætta eina hond, tá ið á stóð.
Bedingin
Á heystið 1945 fór Jofridt á
Bedingina at læra skipasmíð. Tá
var ein gomul slupp tikin upp á
beding og skuldi hon takast
sundur. Hetta var Krosstindur.
Krosstindur var slupp bygd í
1903 í Rosendahl í Noreg, til eig
ara í Austevoll, og haðani keypt
til Sandavágs í 1923, har Heine
Petersen var reiðari. Í 1934 verður
Krosstindur seldur til Miðvágs,
tá er Enok Joensen úr Sørvági
reiðari.
Í 1937 verður Krosstindur
seldur til Fuglafjarðar, tá er Sám
al Petur Petersen (Piddi) reiðari.
Tað einasta, ið var eftir av slupp
ini, var kjølurin og ein partur av
botninum. Hon varð reist aftur
og varð bygd við hvalabaki, keys,
stýrihúsi á keysini, egningar
skúrar og var sera snøgg. Hon
fekk navnið Gulldrangur. Hon
fiskaði undir Íslandi, Gønlandi,
róði út um veturin og var á sild.
Jú hetta var eitt snøgt skip.
Meinhard hjá Annu Petru førdi
hana í fleri ár, og var hann eisini
kallaður fyri Meinhard á Gull
drangi.
Gøtu Jógvan var bedings
meistari og Høgni Zachariasen
tók við leiðsluni 1945. Teir, ið ar
beiddu her vóru t. d. Sam, Albert,
Johan Øre, Hans Øre, Jacob hjá
Benadikt, Kristjan í Geilini, Sám
al Petur á Viðareiði, Elias á Skip
anesi, Johan hjá Símun Johan
við garð og Jens Elias hjá Biritu.
Hetta vóru dugnaligir smiðir og
fyrimyndarliga góðir handverk
arar.
Grønland
Jofridt helt á fram at arbeiðja á
Bedingini til 1953 og fór so til
Grønlands um summarið at ar
beiðja í Føroyingahavnini og var
á Bedingini um veturin. Gamli
Sjóvinnubankin fór av knóra
num 1951/52 og tí varð farið til
Grønlands at arbeiðja. Fleiri
fuglfirðingar fóru eisini til
Íslands at rógva út og at arbeiðja
á landi.
Jofridt fekk 4,75 um tíman á
Bedingini. Hetta var yrkis
mannaløn, og í Grønlandi fekk
hann 5 kr um tíman og fríða ferð
til Grønlands. Matur og vistar
hald var eisini frítt.
Jofridt var 10 ár í Grønlandi
og gavst 1963 við hesum arbeiði.
Hann kom aftur og gjørdist leið
ari á Handils og frystivirkinum,
sum var eitt flakavirki dygst við
kaiina í Fuglkafirði.
Kubatrolarnir komu til landið
uml. 1970 og vóru teir 8 í tali, sum
avreiddu til flakavirk-ið. Onkun
tíð vóru tað eini tvey trí onnur
før, ið avreiddu til virkið
Jofridt hevur verið klokkari í
Fuglafjarðar kirkju og fór í holt
við hetta arbeiði1947, tá ið hann
onkuntíð loysti Edvard klokkar
in av. Alexandur á Trøðni og
bróðurin, Jákup Oluf loystu
eisini av.
Tá ið nýggja kirkjan varð tik
in í nýtslu 1984, var Jofridt fastur
klokkari saman við Edmund
Abrahamsen, har teir ringdu
annan hvønn sunnudag. Jofridt
helt uppat við hesari tænastu
2009.
Hjartaliga til lukku við teim
um níti árunum skyldmaðurin.
Vinaliga
Frits
Jofridt Jensen úr
Fuglafirði níti ár 6. juli
Húskið hjá Jofridt
Jensen:
Aftara rað: Agnar,
Sólbjørn, Sonni.
Fremra rað Jofridt,
Frants og Svanhilda