Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-07-02, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. juli 2020síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 3. JULI 2020 SOSIALURIN 52 22 Býarmyndin í Havn, Kemm Poulsen, ger aftur vart við seg hóast raktur av ringari sjúku ÁRNI GREGERSEN F á eru tey tilkomnu fólkini í Havn, sum ikki kenna Kemm og færri, sum ikki vita um hann. Kemm Polulsen hevur í mong ár fylt nógv í býarmyndini og gerandislívinum í Havn. Kenddur sum fryntligur at møta og altíð við einum smíli og einari viðmerking – speiskari ella drillandi, men eisini maðurin við tí góða orðinum. Fyri seks-átta aáum síðani var hann raktur av herviligu Parkinson-sjúkuni. Ein sjúka, sum steðgaði honum í at koyra hýruvogn í Hvn, sum hann gjørdi í eini 20 ár nú seinast, hóast hann mestsum er uppvaksin í tí vinnuni. Parkinson er ein sjúka sum fer illa við mannalikanum og tað gongur bara skeivan vegin. -Tað gongur bara skeivan vegin og pínan er nógv, sigur Kemm Poulsen, sum í hesum døgum er til umlætting á Boðanesheiminum í Havn. - Eg sá væl, at nú var konan so móð, at hon trongdi til hvíld og tað besta var, at eg fór her yvir. Her er ómetaliga gott at vera. Eg verði passaður í høvd og r... og upp­ vartaður frá morgni til myrk­urs, sigur Kemm Poulsen. -Gledði meg kortini at sleppa heimaftur, tí at eg síggi, at Olivia hevur fingið hvíld, hesar vikurnar eg havi verið á Boðanesheiminum. Hann sigur, at koronatíðin hevur tikið hart uppá konuna, sum hevur tikið sær av honum í hesi tíðini. Hon hevur sitið inni heima saman við honum, BULDRUTUR OG RÁU BULDRUTUR OG RÁU UTTAN UTTAN MEN BLETYU MEN BLETYU MAÐUR INNAN MAÐUR INNAN Kemm Poulsen er til umlættingar á Boðanesheiminum