hósdagur 2. juli 2020síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 3. JULI 2020
SOSIALURIN 52
23
umframt at hon hevur syrgt fyri
at fara til handils og annað.
- Hon hevur ansað ómetaliga
væl eftir, so hon ikki var atvoldin
til at smittan kom heim til mín. Tá
ið hon hevur verið til handils ansar
hon eftir ikki at fara inn um nógv
fólk eru í handlinum. Hon hevur
valt sær løtur har so fá sum tilber
hava verið í handlinum fyri at
sleppa undan smittuvanddanum,
sigur hann.
Fingist við alt
Ein forkláring uppá, at so nógv
fólk kenna Kemm Poulsen er
hann er so prátingarsamur og
fryntligur, men eisini at hann
hevur fingist við alt møguligt og
á tann hátt hevur møtt nógvum
fólki.
Hann er rættuliga buldrasligur
og harður í orðum, men kemur tú
nøærri at honum lærir tú skjótt,
at tað er bara skorpan.
Innan er hann leytur sum
smeltað smær.
Hann byrjaði at arbeiða í fisk
inum hjá Jákup á Lag sum smá
drongur og fekst eisini við nógv
annað, sum dredingir gjørdu í
fimti- og sekstiárunum, men tá
ið hann var 15 ár fór hann í læru.
Hann hevði tá hjálpt til í handl
inum og á verkstaðnum hjá Oliv
ur Næs í eitt ár. Olivur Næs hevði
radioverkstað, har nógv av nýggj
astu tøknini kom – bæði innan
radio, men eisini innan tátíðar
samskiftisútgerð.
Sum 15 ára gamal fekk Kemm
Poulsen lærusáttmála og bleiv
útbúgvin radiomekanikari. Ein
góð útbúgving at hava, tá ið hann
seinni fór at fáast við sjónparps
upptøkur og ikki minst tá ið lýs
ingar skuldu gerast til sjónvarp í
áttati-árunum.
Í endanum av seksti- og í sjeyti-
árunum fekst hann við ymiskt
og var ein rættuliga kend mynd í
náttarlívinum í Havn.
Tað var í hesum árunum, at øl
klubbarnir vóru í Havn og nógv av
náttarlívinum snaraði rundaum
hesar felagsskapir.
Ein rúsdrekkalóg, sum í áravís
hevði lagt føroysku rúsdrekka
nýtsluna í eina avskeplaða legu.
Tá var tað soleiðis, at brennivín
var skamtað og skuldi tú hava
brennivín, so mátti tað bestillast
úr Danmark.
Skipanin gjørdi – bæði prísir og
flutningur – at tað ongantíð hendi,
at eina fløska var keypt, men altíð
minst seks fløskur í senn.
Fyri at gera atgongdina til rús
drekka lættari funnu klubbarnir
útav at bestilla í felag og so hava
tað í klobbunum. Hetta gjørdi at
gongdina lættari og einstøku lim
irnir sluppu undan at stríðast við
at bestilla fløskurnar úr útland
inum.
- Tað var ein serlig tíð, sum eg
var partur av, men satt at siga, so
vil eg ikki renna undan hesum.
Tað hevur verið við til at mynda
meg til tann mann eg eri í dag, sig
ur Kemm Poulsen í dag.
Sjónvarp
Áttati-árini fóru í stóran mun við
at fáast við sjónvarpsframleiðslu
av ymiskum slag. Hann hevði sítt
egna studio og redigeringsrúm.
Saman við Árna C. Joensen gjørdi
han nógvar av fyrstu sjónvarps
lýsingunum og lýsingum í bio
grafunum.
Hann arbeiddi eisini við at gera
sendingar av ymiskum slag til tá
nýbyrjaða SvF.
Kemm Poulsen var eisini ein
partur av Ráðnum fyri Ferðslu
trygd í sjey-árunum og í byrjanini
av áttati-árunum. Tá var Ráðið ein
stórur partur av tí ferðslupolitikki,
sum gjøgnum árini hevur broytt
okkara atferð í ferðsluni.
Millum annað var hann ein av
monnunum, sum fekk Hvølvus –
ein bilur sum koppaði runt í ein
um stativi – til Føroyar.
Hýrsvognkoyringin
Tað er torført at finna nakran, sum
er betri egnaður til hýruvogns
koyring enn júst Kemm Poulsen.
Fyrst og fremst tí hann altíð hevur
dugað væl við fólki, men eisini tí
hann hevur stóran áhuga fyri
mannalagnum.
- Júst at sita í einum hýruvogni
ella taxabili gevur eitt fantastiskt
innlit í samfelagið. Tú hittir fólk
úr øllum samfelagsbólkum – bæði
høg og lág. Fólk eru glað, hava
kenning og fara í býin, men ofta
er tað eisini harðar lagnur ein sær.
Fólk, sum liva í einsemi ella sum
man sigur á skuggasíðuni í sam
felagnum.
- Man skal tola hesi upplivilsini,
tí lagnurnar og søgurnar raka
hart. Eg má siga, at ofta gjørdu rør
andi søgurnar, at eg illa fekk sovi,
tá ið eg kom heim. Kanska havi eg
havt ov nógva empati til eitt slíkt
arbeiði, sigur Kemm Poulsen.
Yrkingarnar
Kemm Poulsen var ikki serliga
gamal, tá ið hann fór at skriva
sangir til ymisk høvi í familjuni
og til serligar hendingar í vina
skaranum.
Hetta var oftast stuttligar yrk
ingar ella tættir, men vend kom í
einaferð hann inni hjá einum vin
manni, tosaði við ein a konu sum
júst hevði mist mannin.
Hon tosaði sum um hann var
farin ein túr og hon so skuldi fáa
okkurt frá hondini áðrenn hann
kom aftur. Ein mynd av, hvussu
vit menniskju ikki altíð fata av
gerandi hendingar, sum henda
okkum.
- Eg fekk ikki blund í eyguni tá ið
eg kom heim og setti meg at krutla
ein sang niður. Tað endaði við at
Óla Jákup Rólantsson fór við hon
um morgunin eftir og spældi hann
inn á eitt kasettuband, sum Varðar
góðu út, sigur Kemm Poulsen.
Síðani eru nógvar yrkingar
komnar út – seinast Lagnan við
Kim Hansen. Hallur Joensen og
Jens Marni hava eisini spælt nakr
ar av sangunum inn eins og Halle
uja Sofus hevur gjørt tað.
Kemm Poulsen hevur eisini
gjørt stutligar yrkingar, sum eru
sungnar inn. Besta dømi er helst
Rumbul í familjuni, sum Árni
Andreassen, Árni hjá Lítlukonu,
hevur spælt inn.
- Tilsamans havi eg gjørt einar
100 yrkingar, men allar eru sjálv
andi ikki komnar út. Summa eru
gjørdar til ávís høvi og summar
havi eg bara hildið fyri meg sjálv
an, sigur hann.
Kemm Poulsen verður á Boða
nesheiminum eina viku ella so aft
urat í hesum umfarinum.
- Men ein noyðist at síggja í eyg
uni at tað gongur bert tann skeiv
an vegin, so eg kann akkurát tað
sama gera meg kláran til, at um
ikki so langa tíð, so verður neyð
ugt, at fái innivist eitt slíkt stað
permanent, sigur Kemm Poulsen.
UR
UR
R R
Júst at sita í
einum hýru
vogni ella taxa
bili gevur eitt
fantastiskt
innlit í
samfelagið
Kenda
býarmyndin
við taxabilin