Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-07-02, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. juli 2020síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJAGUR 3. JULI 2020 SOSIALURIN 52 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 24 TÍÐARGREIN Tíðargreinin verður skrivað av skiftandi fólkum, sum ikki dagliga eru knýtt at blaðnum. Evnini eru ymisk, men viðgera øll okkurt evni, sum er viðkomandi fyri tíðina júst nú. Kunnleiki um læring og menning – Eg eri lívfrøðingur við ser­grein í sam­ band­inum mill­um plant­ur og sopp­ar, og hvussu hetta kann á­virk­ast av m.a. veður­lags­ broyt­ing­um. Onk­ur spurdi meg fyri nøkr­um árum síð­ani, hví eg við mín­ari bakgrund arbeiði á Náms­vís­ ind­a­deildini heldur enn á deild, har ar­beitt verður við náttúru­vís­ind­um. Svarið er einfalt: Eg vil gera mun! ERLA OLSEN DEKANUR Á NÁMSVÍSINDADEILDINI V ið míni fakligu vitan í lív­frøði, eri eg tilvitað um, at sam­fel­ag­ið má virka á burðardyggari grund, og at veðurlagsbroytingar eru ein tann størsta hóttanin, sum er fyri framtíðina. Hetta eru ikki viðurskifti, sum vit fáa loyst her og nú, men vit mugu í dag mynda og menta fram­tíð­ina soleiðis, at komandi ætt­arlið hava somu møguleikar sum tey ættarlið, sum liva í dag. Onnur innan útbúgvingarøkið við aðr­ari fakligari bakgrund hava onn­ur faklig viðurskifti, sum tey síggja at vera grund­ leggj­andi fyri framtíðina, men fel­ags fyri okkum øll er okkara fat­an av, at arbeiðið við at mynda og menta framtíðar ætt­ ar­lið er ein tann munabesti hátt­ ur­in at geva okkara íkast, nú og í fram­tíð­ini. Námsvísindadeildin er í so máta í eini lyklastøðu, tí vilja vit gera broy­t­ingar, so er staðið, sum út­býr bæði lærarar og náms­frøð­ ing­a­r sera effektivt. Ikki soleiðis, at tað sæst her og nú, men tað sæst, sum frálíður. Ofta hoyra vit, at ungdómurin nú er annaðhvørt betri ella verri sam­mett við fyrr. Og upp gjøg­ um skúla­skip­an­ina verður mang­an víst á, at tað er liðurin framm­an­undan, sum ikki hevur gjørt sína skyldu. Tað kann vera, at næm­ing­ar­ nir í há­deild ikki duga tað, teir skulu, tí tey í miðdeild ikki hava havt nøkt­andi tilfar, ella tað kann vera, at tey í miðnámi siga, at teir næm­ingar, ið tey fáa, ikki eru á nóg høgum fakligum stigi. Soleiðis hevur helst altíð ver­ ið sagt, men tað sigur helst ikki so nógv um næmingarnar, sum tað sig­ur um tað samfelagið, vit liva í, tí grundleggjandi vitanin verð­ur alsamt meira umfatandi og meira samansett. Til dømis lærdi okkara ætt­ arlið sera lítið um DNA, tá vit gingu í skúla. Nú er DNA partur av grund­leggjandi vitanini, sum vit sum sam­fel­agsborgarar eru noydd at fyrihalda okkum til. Vit hava øll hoyrt um arv­a­lig­ ar sjúk­ur, og flestu okkara hava til­knýti til onkran, sum hevur eina arvaliga sjúku. Í hesum døg­ um mugu vit eisini fyrihalda okk­um til, at koronakanningar nýta í­leg­u­tøkni at finna fram til smittu, og at hesar hava po­ten­t­i­ ali fyri at kunna verða brúktar til ann­að enn koronakanningar, og tí er krav um loyvi frá Dátu­ eft­ir­li­t­i­num fyri at gera hesar kann­ing­ar. Vitan og vøkstur Tann vitan, sum einstaki borg­ar­ in í dag hevur, kann ikki sam­an­ ber­ast við ta vitan, sum fólk høvdu fyrr. Harvið er ikki sagt, at fólk fyrr vóru meira óvitandi, enn vit eru í dag, men heldur, at tey høvdu eina aðra vitan. Eina vit­an, sum hóskaði til ta tíð og tað sam­felag, sum tey livdu í. Tað munnu vera fá, sum duga at lesa veðurtekn í dag, og mong eru hand­verk­ini, sum ikki eru so van­lig long­ur. Harvið er heldur ikki sami tørvur á, at hvør ein­ stak­ur borgari kennir so nógv til hesi fornu viðurskifti, men í­stað­ in eigur hvør einstakur borgari at kenna til onnur minst líka fjøl­tátt­að viðurskifti, sum til døm­is koronakanningarnar om­ an­fyri. Ymsar kanningar eru, sum hava kannað, hvussu væl skúla­ næm­ing­ar eru fyri. Eitt dømi um hetta eru PISA- kann­ing­ar­nar, sum ikki bara kanna um næmingarnir, tá kravda skúlagongdin er um at Kunnleiki og me Samfe Læru- stovnar Góðir og lærus byrja góð sum styrkir Í dagsins sam­fel­ag verða per­són­ ar ikki bert vird­ir fyri, hvat teir vita, men í alt størri mun eisini fyri, hvat teir kunnu gera við tað, sum Kunnleiki um læring og menn­ing er fortreyt fyri vitan og vøkstri. Grundarlagið undir s eis­ini, hvussu týdningarmiklir læru­stovn­ar eru, og tí tryggjar eitt vit­an­ar­sam­felag eis vísinda­fakini, men eis­ini um læring og menning og har­við tryggja, at allir landsins bor Sambært Edmundi Jo­ en­sen hevur restin av lands­stýrinum tikið Jeru­salem-ætl­anina hjá Jenisi av borðinum. Um tað passar, er tað pín­ ligt. Um tað ikki pass­ar, er tað á­byrgd­ar­leyst Sjúrður Skaale Undir stórum orðaskifti á fólka­tingi í farnu viku setti Karst­en Hønge úr flokkinum SF Edmundi Joensen ein á­huga­vedan spurning, eftir at Ed­mund í síni talu hevði sagt, at øll trý londini í rík­is­fel­ags­ skap­i­num skuldu hava felags pol­i­tiska kós mótvegis stór­ veld­u­num. Hønge spurdi, hvussu hetta hekk saman við, at Jenis av Rana heldur uppá, at føroyska um­boðs­stovan í Ísrael skal vera í Jer­us­a­lem, tá øll onnur lond utt­an USA og Guatemala hava sín­ar ambassadur í Tel Aviv. SF'a­rin spurdi um orsøkina til, at Før­oyar í hesum máli velja eina aðra kós í mun til stór­veld­ini enn restin av ríkinum. Svarið hjá Edmundi fekk fólka­tings­limir at rista gapandi við høvd­inum. Tað var nevniliga so­ljóðandi: "Tað týdningarmesta er, at lands­stýrið hevur ein politikk, sum gong­ur út uppá at stovna Tekur landsstýrið ikki Jenis av Rana í álvara?