hósdagur 2. juli 2020síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJAGUR 3. JULI 2020
SOSIALURIN 52
25
g er fortreyt fyri vitan og vøkstri
Erla Olsen
dekanur á Námsvísindadeildini
vera av, duga at endurgeva tað,
tey hava lært, men eisini verður
kannað, hvussu væl næmingar
nir duga at gagnnýta tað, sum
tey hava lært, og duga at nýta
vitanina í ókendum høpi, bæði í
og uttan fyri skúlan.
Hesin háttur tekur atlit at tí
veruleika, at í dagsins samfelag
verða persónar ikki bert virdir
fyri, hvat teir vita, men í alt størri
mun eisini fyri, hvat teir kunnu
gera við tað, sum teir vita.
Og at gagnnýta vitan eru før
leikar, sum eru neyðugir í in
formasjónsmeldrinum í 21. øld, tí
upplýsingarnar eru óendaliga
nógvar, og fyri at fáa gagn úr
teimum og finna teir røttu, er
neyðugt bæði við kritiskari
hugsan, kreativiteti, samstarvi,
hegni og vitan um kunningar
tøkni og miðlar.
Hetta eru førleikar, sum vit
eiga at megna á øllum stigum,
frá fólkaskúla til miðnám og
Fróðskaparsetur, men eisini
longur fram á leið, tí vit verða
ongantíð liðugt lærd.
Samfelagið
Dagsins samfelag er eitt heilt
annað enn fyri bert nøkrum ára
tíggjum síðan, og heilt onnur
krøv verða sett til borgaran í dag
enn fyrr.
Tey størv sum ikki krevja út
búgving fækkast í stórum, og
áneyðirnar til førleikar í KT og
tøkni sum heild eru helst størri,
enn vit geva okkum far um, tí
tað munnu vera fá tól, sum ikki
onkursvegna hava onkran elek
tronikk ella eru stýrd av KT-
loysn.
Hesar samfelagsbroytingar
má samfelagið fyrihalda seg til,
og tí hava øll framkomin samfel
øg eitt útbúgvingarverk, sum
ofta er fyri skotum og verður
skírt fyri til dømis at taka av
gerðarrættin frá fólki ella fyri at
vera afturút, tá tað ræður um
tíðarinnar krøv.
Lærustovnar
Í ár eru 150 ár síðani, at læraraút
búgving varð stovnað í Føroyum.
Tað var ikki bara av tilvild, at
hon varð sett á stovn, men fyri at
lúka krøv, sum samfelagið setti
til undirvísingarskyldu. Um
samfelagið setti krav til borgar
arnar um, at teir skuldu í skúla,
so mátti samfelagið eisini
tryggja, at skikkaður lærari var,
og tí varð læraraskúli stovnaður
í 1870 sum fyrireiking til undir
vísingarskylduna, sum kom í
1872.
Læraraútbúgvingar mugu
fyrihalda seg til fleiri javnvágir,
sum hava havt skiftandi týdning
í skiftandi tíðum. Her kunnu
verða nevnd fyribrigdi sum
heim, skúli og samfelag, um
framt tað støðuga kjakið um fak
liga vitan, og hvussu hon best
kann miðlast við atliti at tí ein
staka og støðuni, sum tann ein
staki er í.
Ofta verður sagt, at tað er tor
ført at broyta skúlan, og tó er
skúlin í dag ikki tann sami, sum
tá vit gingu í skúla.
Í mínari tíð er skúlagongdin
broytt frá sjey ára undirvísingar
skyldu til níggju ár. Í dag eru
flestu børn í barnagarði, og tey
flestu taka nú miðnám, umframt
at nógv fara undir universitets
lestur. Øll eru farin eitt stig upp
á útbúgvingarstiganum.
Fyri 12 árum síðan vórðu lær
ara- og námsfrøðingaútbúgving
arnar gjørdar til universitetsút
búgvingar – t.v.s. at tær, í góðum
samsvari við alla útbúgvingar
skipanina, vórðu lyftar eitt stig
upp. Hetta hevur fingið summi
at óttast, at praktisku førleikar
nir hjá teimum útbúnu vikna av
akademiska háttalagnum, men
tað er tvørturímóti heldur so
leiðis, at tað er styrkt, tí nú skulu
teir praktisku førleikarnir ikki
bert roynast í verki, men skulu
eisini eftirmetast og setast í ein
akademiskan samanhang.
At lærara- og námsfrøðinga
útbúgvingarnar eru lyftar upp á
universitetsstig er ein altjóða
gongd, sum ikki steðgar við
bachelorstigi. Í løtuni hava øll
londini kring okkum uttan Dan
mark gjørt læraraútbúgvingar
nar til masterútbúgvingar. Sam
stundis vita vit, at tað eru
støðugt fleiri bæði lærarar og
námsfrøðingar, sum leita sær út
búgving á masterstigi uttan
lands. Hetta kemur ikki av ong
um, men tí samfelagið ásannar,
at tørvur er á uppstigan sam
svarandi økta tørvinum á vitan.
Tí er tað, at kunnleiki um lær
ing og menning er grundarlagið
undir samfelagnum, tí fyri at
fakliga vitanin skal festa seg, er
neyðugt at hon verður miðlað
rætt.
i um læring
enning
elagið
Vitan
og
vøkstur
g sterkir
tovnar
ða ringrás
r samfelagið
Kunnleiki um læring og
menning er grundarlagið undir
samfelagnum, tí fyri at fakliga
vitanin skal festa seg, er
neyðugt at hon verður miðlað
rætt«
samfelagnum er júst vitan og vøkstur, og eitt samfelag, sum er grundað á vitan, veit
ini lærustovnarnar, so teir framhaldandi útvega nýggja vitan ikki bert um klassisku
rgarar hava hóskandi vitan um øll neyðug viðurskifti
eina ambassadu í Tel Aviv. Tað
at ein ráðharri gongur við eg
num tonkum gevur sjálvandi
ekkó ymsastaðni, men tað av
gerandi er hvat landsstýrið og
løgtingið ætla. Og tað er at
stovna eina ambassadu í Tel
Aviv. Ikki í Jerusalem."
Boðini frá fólkatingsmanni
Sambandsfloksins vóru altso,
at føroyski uttanríkisráðharrin
als ikki skal takast í álvara. At
tað, hann sigur, ongan týdning
hevur.
Pínligt ella ábyrgdarleyst
Um hetta veruliga passar, setir
tað allar partar í sera ringt ljós.
Fyri Jenis er tað eyðmýkj
andi, at hann sum ráðharri ikki
verður tikin fyri fult inni í
sjálvum Tinganesi. At hann
verður sæddur sum eitt barn,
sum kann siga ymist býtt ið
ikki skal takast í álvara, tí tað
kortini eru tey vaksnu, sum
ráða.
Fyri løgmann er tað pínligt
at hava so lítið skil á Jenisi, at
landsstýrismaðurin gongur og
boðar øllum heiminum frá
nøkrum, sum als ikki passar.
Fyri Edmund Joensen er tað
mannminkandi
at
muga
standa
á
fólkatingsins
talarastóli og boða frá, at
kommandolinjurnar í Tinga
nesi eru ein stór fløkja, og at
eingin stýring er á.
Um tað, Edmund segði, hin
vegin IKKI passar, er støðan
enn verri. Tí so ætlar lands
stýrið framvegis at lata upp
sendistovu í Jerusalem, tveita
Føroyar mitt inn í eitt blóðugt
stríð, og seta føroyingar í
vanda. Tað er ófatiliga ábyrgd
arleyst. (At Edmund so segði
ósatt fyri fólkatinginum hevur
lítlan týdning í hesum høpi).
Kanska løgmaður kundi
greitt føroyingum - og øðrum
áhugaðum - frá hvar málið
stendur.