Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-07-02, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. juli 2020síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 3. JULI 2020 SOSIALURIN 52 26 Óli Jacobsen Óli Jacobsen B lack Lives Matter rørslan byrjaði á hesum sinni við viðferðini, sum ein svartur maður fekk av løgregluni í USA, og sum var orsøkin til, at hann doyði. Hetta verður roknað sum eitt dømi um ta rasismu, sum er í USA, og sum serliga teir svørtu borgararnir merkja til. Hetta dráp førdi til mótmælisgongur í mongum londum og eisini í Føroyum móti rasismu yvirhøvur. Næsta stigið hevur verið at gera upp við rasistar, sum hava verið gjøgnum tíðirnar. Hetta verður millum annað gjørt við at beina fyri ella gera seg inn á standmyndir av persónum, sum hava gjørt seg inn á fólk av øðrum húðarliti. Leopold II kongur er eisini fyri skotum Ein av teimum, sum veruliga hevur gjørt seg inn á fólk við øðrum húðaliti, er kongurin í Belgia, Leopold II. Hann er skuldsettur fyri at hava ábyrgdina av, at upp til 10 milliónir íbúgvar lótu lív í Congo í hansara tíð sum kongur. Í seinasta mánað frættist, at nú var Black Lives Matter rørslan kom til Belgiu. Í hesum sambandi var ein grein í BBC, sum hevur ein serligan áhuga fyri føroyingar. Yvirskrivtin var, at ”í sambandi við Leopold II er Belgia nú vaknað upp til sína blóðugu fortíð”. Leopold II hevur annars verið roknaður at vera ein av teimum stóru hetjunum í belgiskari søgu sum kongurin, ið gjørdi Belgia stórt. Hetta hendi í 1885, tá ið europisku londini býttu Afrika millum sín. Tá fekk Leopold II persónliga ræðið á Congo, sum var nærum líka stórt sum alt Europa og 60-70 ferðir so stórt sum Belgia sjálvt. Hann er heiðraður í Belgia við m.a. einum hópi av standmyndum ymsa staðni í landinum. Men seint í undanfarnu øld kom fram, at Congo hevði eitt ræðustýri, har fremsta málið hjá Leopold II var at fáa so nógv fíggjarliga sum gjørligt burtur úr landinum. Her var í veruleikanum talan um trælahald í stórum stíli, har fólk frá hond blivu lamløstað og fyribeind. Í Congo var millum annað eitt stórt tilfeingi av gummi, sum nógv brúk var fyri í Europa og Amerika tá, serliga í sam­bandi við tann nýggja bilídnaðin við hansara tørvi á dekkum. Fólkið fekk álagt ein gummiskatt, og tað var ikki lukku­ligt, um tað ikki var møguligt at handa myndug­ leikunum ásettu nøgdina av gummi. Henda søgan hevur ikki rinið so nógv við almennu hugsanina í Belgia. Men nú eru fólk raknað við, og minnismerki fyri Leopold II verða skrædd niður og skemmað frá hond. Gøtunøvn við hansara navni verða eisini broytt í stórum tali. Nú týsdagin bórust annars tey tíðindini, at belgiski kongurin Philippe hevði biðið fólkið í Congo um umbering fyri tey brots­ verk, sum vóru framd móti teimum. Dollin var álitið á søguligari kanningarferð Tað áhugaverda við greinini hjá BBC eru tær myndir, sum verða brúktar at prógva ræðuleikarnar í Congo, millum annað av fólki við avhøgdum hondum. Her er tað, at ein føroyingur kemur inn í myndina. Hann hevði nevniliga ein avgerandi leiklut í hesi søgu. Tað kann vera hóskandi í sambandi við Black Lives Matter rørsluna at taka aft­ ur í tað, sum hendi. Talan er um havnarmannin, Daniel Jacob Danielsen, kallaður Dollin. Hann fór í 1901 til Congo at vera skipari og meistari á einum báti hjá Congo Balolo Mission, sum m.a. sigldi millum støðirnar hjá hesi missión ovalaga á Congoánni. Fyrst í øldini frættist í Bretlandi, at alt ikki ruggaði rætt í Congo. Bretska stjórnin gav tískil í 1903 sínum konsuli í Congo, Roger Casement, boð um at kanna hesi tíðindi um ágang móti fólkinum. Hann leigaði tískil eitt skip til endamálið, og Dollin bleiv maskinmeistari og skipari umframt, at hann var hjálparmaður á ferðini, eisini sum tolkur. Teir sigldu niðan og oman eftir Congo­ ánni frá juli til september 1903. Har varð staðfest, at tíðindini um ræðustýrið móti fólk­inum vóru púra røtt. Casement gav bretsku stjórnini tað um­ mæli av D.J. Danielsen, at uttan hansara hegni og dugnaskap hevði ferðin ikki verið so væleydnað, sum hon bleiv. Hetta kundi verið nóg mikið til at gera hann søguligan. Legði til brots við boðskapinum Tá ið henda ferðin var av í september 1903, tók Dollin fyrsta fart til Bretlands, har hann vildi greiða alment frá tí, sum hann hevði sæð av ræðuleikum á hesi ferðini. Hann fór fyrst til sína egnu missión at fáa hana at taka stig til at kunna fólkið í Bretlandi um støðuna hjá fólkinum í Congo. Men leiðarin í missiónini, Harry Grattan Guinness, kendur sum prædiku­ mað­ur, var eisini kendur fyri at vera ógvu­ liga hálur í hesum máli. Hann vildi leingi treyðugt seta seg upp ímóti belgisku myndug­leikunum. Tískil vildi hann einki gera fyrr enn Casement sjálvur kom heim úr Congo, og tað kom hann ikki fyrr enn nærum tríggjar mánaðir seinni. Men Dollin var ein bráður maður, og hann hevði ikki tol at bíða. Tískil fór hann sjálvur í holt við at halda almennar fundir og at vísa ljósmyndir, sum hann sjálv­ur hevði tikið. Hetta gjørdi hann eisini søguligan. Hetta er vist fyrstu ferð, at myndir hava verið nýttar í eini herferð fyri mannarættindum. Tað áhugaverda við nevndu grein í BBC er, at tvær av teimum myndum, sum eru nýttar í greinini av fólki við avhøgdum hondum, eru frá Dollanum. Myndirnar høvdu stóra ávirkan á fólk. Víst hevði nakað verið skrivað um hesi viðurskiftini í bløðum í Bretlandi. Men hetta hevði langt frá somu ávirkan. Tað var jú lætt at træta skrivaða orðið til lygn. Men myndir kundu ikki lúgva, og her gekk sjón fyri søgn, hvussu fólk vórðu viðfarin. Frásøgn frá fundi Hesir fundir vóru nógv vitjaðir av upp til 3.000 fólkum hvørja ferð. Her skal verða endurgivið brot úr frásøgn frá einum av hesum fundum, har Dollin greiddi frá: ”Tað var daglig sjón at síggja kvinnur Føroyingur byrjaði eina ta fyrstu rørslu í heiminum av hesum slagi orsakað av belgiska ræðustýrinum í Congo. Beint nú hevur belgiski kongurin biðið um umbering SIÐSØGA Daniel J. Danielsen úr Havn: BYRJAÐI BLACK LIVES MATTER RØRSLU Í 1903 Standmynd av Leopold II, sum er skemmað Her er Leopold II burturbeindur