hósdagur 2. juli 2020síða 27
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 3. JULI 2020
SOSIALURIN 52
27
Komandi partur
Í komandi parti verður hildið fram við frásøgnini hjá Kristian
Djurhuus, sum má sigast at vera høvuðsmaðurin fyri at fremja
lóggávuna um, at ognarleys fingu traðir.
tiknar sum gíðslar, tí maðurin ikki kom
við kravdu nøgdini av gummi. Hvør maður,
kvinna og barn vóru hildin sum trælir í
ólukkumáta. Rópini hjá fólkinum er: ”Nær
hava teir hvítu gummisavnararnir fingið
nóg mikið av gummi? Nær eru teir nøgdir?
Nær fara teir av landinum og lata okkum
fáa frið? Fara teir at drepa okkum øll, áðr
enn teir fara?” Hetta vóru spurningar sum
ofta eru settir, men hvussu kunnu teir
verða svaraðir?
Nógv innfødd bóðu meg greiða góðum
hvítum fólki í fjarum londum frá, hvussu
ring støðan var hjá teimum, so tey við Guds
hjálp kunnu sleppa undan hesum harra
dømi. Eg vil greiða øllum, eg kann, frá
hesum ræðuliga trælahaldi, sum fer fram
í Congostatinum. Um hetta ræðustýrið
heldur fram leingi afturat, verða nógv øki
púra manntóm. Tá fer Europa kanska at
vakna. Men tá verður tað ov seint”.
Dollin greiddi eisini frá, at hann mangan
hevði lagt seg upp í millum fyri at forða
belgisku handlangarunum at gera seg inn
á fólk.
Fólk vóru á gosi av tí, sum tey sóu og
hoyrdu á hesum fundum. Dollin var ein
karismatikari og dugdi at bergtaka fólk.
Tað sást eisini seinni í Føroyum.
Tá ið Balolo missiónin sá undirtøkuna
á hesum fundum, avgjørdi hon sjálv at
fara undir sína egnu fundarrøð, sjálvt
um Casement, sum teir høvdu samtykt at
bíða eftir, framvegis ikki var komin aftur
til Bretlands.
Samstundis tóku fleiri og fleiri trúboð
arar greiða støðu fyri fólkinum í Congo og
luttóku í kunningini um støðuna. Millum
hesi vóru Alice og John Harris, sum eisini
tóku kendar myndir av yvirganginum hjá
stjórnini. Men hetta var aftaná Dollan.
Hann hevur tískil verið íblástur hjá teim
um og hinum trúboðarunum, sum seinni
fóru upp í hesa rørslu.
Í mars 1904 varð herferðin móti viður
skiftini í Congo samskipað í ein felagsskap
Congo Reform Association, har Congo
Balolo Mission var ein partur við tí tilfari
um støðuna í Congo, sum missiónin hevði.
Henda rørslan breiddi seg út um stóran
part av Europa og eisini til USA, har ein av
teimum virknu var kendi rithøvundurin
Mark Twain, sum gav út ein bókling við
m.a. teimum mest kendu myndunum hjá
Dollanum.
Trýstið var so stórt, at Leopold II í 1908
mátti lata Congo frá sær sum persónliga
ogn, og Congo gjørdist eitt hjáland hjá
Belgia. Hetta bøtti í hvussu um viður
skiftini.
Strikaður úr søguni
Tað kann staðfestast, at Dollin átti ein av
gerandi leiklut í hesi gongd. Hansara tíð í
rørsluni bleiv ikki so long. Men tað er greitt,
at tað var hann sum byrjaði tað, sum seinni
hendi.
Tað margháttliga er, at Dollin ikki er
nevndur í tí, sum er skrivað um hesa søgu.
Heldur ikki av sínum samverkamonnum
og síni egnu missión, sum gjørdist virkin í
congorørsluni í fleiri ár. Á skjalasavninum
hjá missiónini finst ikki so mikið sum eitt
skjal hjá honum, hóast hann kom heim úr
Congo við sínum egnu frágreiðingum og
myndum. Tær myndir, sum Dollin hevur
tikið, og sum høvdu eina avgerandi ávirk
an, hava onnur fingið heiðurin av.
Men tað er kortini nú eydnast at fáa
tilfar frá øðrum keldum í Bretlandi, USA
og Írlandi, so søgan í dag kann forteljast.
Søgan er komin aftur til lívs
Dollin var trúboðari hjá Brøðrasamkomuni
frá 1904 til hann doyði í 1916. Í Føroyum
hevur hansara søga í Congo eisini stórt
sæð verið ókend, hóast tað var kent, at
hann hevði havt onkran leiklut í hesi søgu.
Men í 2007 fekst ein slóð til hesa søguna,
sum í stuttum er endurgivin í hesi grein,
og sum annars kann lesast á heimasíðuni:
olijacobsen.com
Úrslitið var fyrst ein greinarøð í
Sosialinum, og í 2010 kom út bókin ”Dollin –
Havnarmaðurin sum broytt heimssøguna.”
Bókin hevði ein samandrátt á enskum,
og hetta skapti áhuga hjá Neil Dickson á
søgustovninum BAHN hjá bretsku Brøðra
samkomuni. Hansara áhugi førdi til fram
haldandi kanningar, og útslitið var ein
dagføring av bókini á enskum í 2014, sam
stundis sum Postverk Føroya gav út eitt
frímerki grundað á hesa søgu.
Viðurkendur av altjóða
søgufrøðingum
Nevndu bøkur hava skapt samband við
søgufrøðingar í ymiskum londum í Vestur
heiminum, og teir blástempla hesa søgu.
Millum annað er hon ummæld í ”Journal
of African History”, sum verður útgivin av
lærda háskúlanum í Cambridge, einum tí
fremsta fróðskaparsetrinum i heiminum.
Hetta er ein viðurkenning á hægsta stigi
av avrikinum hjá Dollanum.
Hetta merkir eisini, at í tí, sum nú verður
skrivað nú um hesa søgu, verður eisini víst
til hesa skriving. Hetta er galdandi t.d. í
USA, Canada, Europa og í Australia.
Tað eru eisini bøkur á veg, sum koma at
hýsa søguna hjá honum. Ein er hjá norð
manninum Espen Wæhle, sum er Congo
serfrøðingur. Hann hevur verið ein góður
stuðul og hevur gjørt sítt fyri at kunna um
Dollan í Noregi.
Hann er nú við at skriva eina bók um
sjómenn úr norðurlondm í Congo, og hann
sigur, at tá er sjálvsagt at skriva um skip
aran og meistaran hjá Casement.
Ein annar er bretin, Reginald Hall, sum
er sonur ein trúboðara í Ikau, sum var
næsta missiónsstøðin hjá Bonginda, har
Dollin hevði støð.
Hann hevur granskað søguna hjá
missiónini í Congo, men tað hevur verið
eitt hol í hansara vitan. Men eftir at hava
lisið um Dollan hevur hann fingið svarið.
Hann er tískil eisini grundað á tilfari,
sum hann hevur fingið frá mær, við at
skriva eina breiða søgu um Congo Balolo
Mission, har henda søgan um Dollan eisini
verður ein partur.
Einasti føroyingur sum hevur
broytt heimssøguna
Tað kann sigast, at Dollin er ein partur av
heimssøguni, tí hansara virki hevur um
fata fleiri lond og fleiri heimspartar.
Hann er ein fyrimynd, eisini hjá ungum
fólki. Hann var bara 32 ár, tá ið hann legði
til brots at verja tey forfylgdu í Congo.
Hann fekk annars óbeinleiðis viður
kennning frá belgisku stjórnini longu í
1904. Hon vildi ikki loyva honum aftur til
Congo, so nógvan skaða, sum hann hevði
volt myndugleikunum. Størri viðurkenn
ing kundi hann ikki fáa.
Hann varð føddur 25. juni 1871. Komandi
ár eru tískil 150 ár síðan, hann var borin í
heim.
Nú standmyndir av Leopold II verða
tiknar niður, hevði tað kanska verið
hóskandi, um føroyska samfelagið vísti
Dollanum viðurkenning, sum við at reisa
honum eitt minnisverki og at hýsa honum
í almenna føroyska søguskriving, eisini til
skúlabrúk. Ein maður við slíkum avriki má
vera verdur at minnast.
Ein av eyðkendu myndunum hjá
D.J. Danielsen. Við hvítu klæðunum,
var armurin við avkvettu hondini
sjónligari. Myndin er tikin á
umrøddu kanningarferðini
saman við Casement í 1903.
Henda myndin er tikin á somu ferðini á heysti í 1903.
Henda kenda myndin av einum pápa, sum hyggur at avkvettu limirnar
hjá dóttrini er tikin av Alice Harris, sum við hesi mynd hevur fingið
æruna av at hava byrjað umrøddu søguligu myndatøku. Men henda
myndin er frá mei 1904, árið eftir at Dollin tók allar sínar myndir.