Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-07-02, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. juli 2020síða 28

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 3. JULI 2020 SOSIALURIN 52 28 Frammi í Dal 166 – 410 Kollafjørður Tlf. 47 90 00 - T-post: bst@bst.fo Starvsfólk til ullarmóttøku á Búnaðarstovuni í summar Í sambandi við, at Búnaðarstovan skipar fyri móttøku av ull í summar, tørvar okkum fólk til arbeiðis at taka sær av dagligu uppgávunum í hesum sambandi. Talan verður um arbeiði at taka ímóti, skilja og pakka ullina. Talan er um tímalønt og tíðaravmarkað størv frá mitt í juli og til síðst í august ella nakað inn í september mánað 2020. Løn sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag. Áhugað kunnu senda Búnaðarstovuni eina umsókn í síðsta lagi hin 9. juli 2020 kl. 15.00. Tey, ið hava áhuga fyri arbeiðsuppgávunum og ynskja at frætta nærri, eru vælkomin at venda sær til Dortheu Joensen á dj@bst.fo ella tlf. 299019. Frammi í Dal 166 – 410 Kollafjørður Tlf. 47 90 00 - T-post: bst@bst.fo Ullarmóttøka á Búnaðarstovuni á sumri 2020 Frá 16. juli til 22. august 2020 verður tikið ímóti ull á Búnaðarstovuni í Kollafirði. Tikið verður ímóti ull hósdag og fríggjadag frá kl. 10.00 til kl. 16.00 og leygardagar frá kl. 13.00 til 18.00. Er talan um størri nøgdir, er best, at tygum avtala tíð frammanundan. Ullin verður góðskumett og avroknað eftir góðsku. Ullin skal vera turr, rein og nosslig og stungin í reinar posar. Tikið verður ikki ímóti ull við skræpu ella málingarrestum í, vátari ull, ella ull við ov nógvum mosa, bosi ella eyri í, og heldur ikki ímóti pesjum (fleirárað ull). Ull við fremmandalikamum í (t.d. restir av bótum, tráði o.tíl.) verður somuleiðis vrakað. Ansi eftir at taka hetta frá, áðrenn komið verður við ullini til Búnaðarstovuna. Ullin verður skild í tveir góðskuflokkar, I. flokk og II. flokk. Tøvd ull, hálsull og møgulig búkull o.tíl. verður avroknað í II. flokki. Jú betur ullin er hagreidd og flokkað frá veitarans hond, jú skjótari gongur avrokningin á móttøkustaðnum. Fyri ull í I. flokki verður latið kr. 10,- fyri kg, íroknað MVG. Fyri ull í II. flokki verður latið kr. 1,50 fyri kg, íroknað MVG. Er veitarin ikki MVG skrásettur, verður prísurin tí ávikavist kr. 8,- og kr. 1,20 fyri kg. Navn, føðingardagur ella V-tal og konto nr. at flyta gjaldið fyri ullina á, skulu upplýsast, tá ullin verður latin inn. Eru ivamál, vendið tykkum tá til Dortheu Joensen, á tlf. 29 90 19 ella dj@bst.fo. PROKLAMA Øll, sum hava krøv í búnum eftir Denis Podorojnicov, Hvanndalsbrekka 6, 900 Vágur, føddur tann 31.05.1991, deyður tann 14.06.2020, verða við hesum biðin um innan 6 mánaðar frá kunngerð av hesi lýsing at boða frá og skjalprógva krøv síni fyri undirritaða skiftirætti. Tikið er ikki við skuld. Krøv skulu gerast upp pr. deyðsdagin, og sendast til advokat Birita Sandberg Samuelsen, SÓKN Advokatar, J. H. Schrøtersgøta 7, 100 Tórshavn, vísandi til sks.nr. 173/2020, saman við frumriti av teimum skjølum, sum krøvini eru grundað á. FØROYA SKIFTIRÆTTUR, tann 22. juni 2020 PROKLAMA Øll, sum hava krøv í búnum eftir Eva Maria Gregersen, Grannatún 7, 600 Saltangará, fødd tann 3. desember 1930, deyð tann 30. marts 2020, og fyrr deyða hjúnarfelaga Pól Gregersen, verða við hesum biðin um innan 3 mánaðar frá kunngerð av hesi lýsing at boða frá og skjalprógva krøv síni fyri undirritaða skiftirætti. Tikið er ikki við skuld. Krøv skulu gerast upp pr. deyðsdagin, og sendast til advokat Fríða Patursson, Frúutrøð 4, 100 Tórshavn, vísandi til sks.nr. 92/2020, saman við frumriti av teimum skjølum, sum krøvini eru grundað á. FØROYA SKIFTIRÆTTUR, tann 15. juni 2020. Kunngjørt verður, at sorinskrivarin tann 1.7.2020 hevur givið loyvi til at panta eftirstøðu, sum stavar frá skatti, mvg og øðrum gjøldum, ið verða innheintað av TAKS sambært reglum um innheinting av skatti, og sum skuldu verða goldin innan 1.7.2020. Farið verður undir pantingina tann 13.7.2020 www.taks.fo Sosialurin 341800 Panting TØKK Hjartaliga takk til tykkum mongu, sum sýndu samkenslu tá okkara elskaði maður, pápi, verpápi abbi og langabbi Símin Thomasen f. 15.10.1943 d. 23.05.2020 andaðist og varð jarðaður. Familjunar vegna Kamma List og bøkur til sølu Vegna flyting selist list eftir m.a. J. Waagstein, Chr. í Geil, Jack Kampmann, Gudmund Hentze, Eivindi Mohr og øðrum. Somuleiðis hópin av føroyskum antikvariskum bókum. Ring tel. 59 22 67 DREYMASTARVIÐ FINNUR TÚ Á fyrst og fremst www.in.fo