hósdagur 2. juli 2020síða 30
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 3. JULI 2020
SOSIALURIN 52
30
TRÓNDUR ARGE
Leygardagin verður fult umfar í
landskappingini í mansfótbólti.
Spælt verður frá klokkan 15
til klokkan 21. Byrjað verður
á varmakeldu í Fuglafirði,
har HB er á vitjan. Klokkan 17
verða tveir dystir. Á Argjum er
grannauppgerð millum AB og B36,
og á Skála er Víkingur á vitjan.
Klokkan 17.30 tekur KÍ ímóti TB
í Klaksvík og seinasti dysturin
verður í Runavík klokkan 19, har
NSÍ fær vitjan av EB/Streymi.
Sostatt verður fótbólturin
spjaddur yvir seks tímar leygar
dagin. Orsøkin til at spæla verð
ur leygardagin er, at 1. umfar í
kappingini um Løgmanssteypið
verður mikudagin.
ÍF-HB (Beinleiðis á FM1)
Leygardagin klokkan 15
DÓMARI: JÓHAN HENDRIK ELLEFSEN
Tað er stevnudystur í Fuglafirði.
Seinast HB var á vitjan endaði
tað við 3-0 sigri til gestirnar úr
HB. HB var náðileyst og skoraði
upp á tríggjar teir fyrstu møgu
leikarnar. Síðani royndi ÍF at svara
aftur, men tá hol kom á var tað í
yvirtíðini.
Síðani dystin í øðrum umfari
hevur HB havt nógvar skaðar,
sum nú eisini raka fremstu pláss
ini. Farna umfar byrjaði hjálpar
venjarin, Kevin Schindler, inni í
álopinum. Jákup L. Thomsen og
Teit Jacobsen eru langtíðarskadd
ir, meðan Adrian Justinussen,
Pætur Petersen og Øssur Dalbúð
eisini sita uttanfyri nú.
Síðani koronasteðgin hevur
føroyski landsliðsspælarin í
hondbólti, Hilmar Leon Jakobsen,
spælt við 1. deild hjá HB. Hann
spældi sum yngri fótbólt við HB
og var mettur sum ein avbera
evnaríkur fótbóltsspælari, men
var samstundis mettur sum ein
eins evnaríkur hondbóltsspælari.
Hann valdi tá hondbóltsleiðina,
men ein skaði í økslini ger, at hann
ikki fær spælt hondbólt uttan
pinu.
Hóast hann bara hevur spælt
192 minuttir í 1.deild, so hevur
hann skorað fýra mál. Tí hevur
Jens Berthel Askou, venjari hjá
HB, nú sent boð eftir Hilmari
Leon Jakobsen, ið er ein kraftmikil
spælari, sum bæði kann seta av og
seta nógva ferð á – og so er hann
áleypari. Tað hevur HB ongan av
í løtuni.
Í Fuglafirði er enn fótbólts
febur. Við sigrinum á TB í farna
umfari er ÍF komið upp á 16
stig, og hevur yvirhálað Víking
á stigatalvuni.
Heimaliðið
v e r ð u r
uttan Milos Budakovic restina av
kappingarárinum, men higartil
hevur ungi Jákup Nolsøe Olsen
avloyst væl í málinum. Bogi
Løkin verður heldur ikki tøkur
fyri summarsteðgin, men annars
hevur ÍF allar mans tøkar. ÍF
hevur fýra spælarar, sum eru eitt
gult kort frá leikbanni til dystin í
komandi umfari móti Skála.
Søgan hevur verið tann sama
tá B36, HB og KÍ hava verið á vitjan
í Fuglafirði. ÍF er við, men tað eru
gestirnir, sum fara avstað við
stigunum. Hóast gestirnir eru
skerdir, so eru teir favorittar.
SOSIALURIN TIPPAR: 1-2
AB-B36 (Beinleiðis á FM1)
Leygardagin klokkan 17
DÓMARI: DAGFINN FORNÁ
Á Argjum er grannauppgerð
millum lítlabeiggja og stóra
beiggja. Seinast liðini møttust var
í 2. umfari, tá B36 vann lættan 3-0
sigur. Í Gundadali setti B36 tingini
upp á pláss longu í fyrra hálvleiki.
Eftir eitt stórt korter var B36 á
odda 2-0, meðan staðfestingin
kom í yvirtíðini til 3-0.
Tað eru tekin í sól og mána
um, at argjamenn nú eru
meiri mótstøðuførir. Avrikið
móti NSÍ farna sunnudagin
var til tíðir gott, men tað
eru framvegis avbjóðingar
í verjupartinum. Sjálvt tá
AB hevði javnað til 2-2
móti dystarenda gekk ikki
at verja fyri.
Tað var ein tíð, har
argjamenn argaðu B36 í
fleiri dystum, men nú er
longri ímillum at B36 snáv
ar í grannauppgerðini. Í fjør
vann B36 allar uppgerðirnar
og vit skulu aftur til 19. umfar
í 2018, fyri at finna eitt AB-stig
í grannauppgerðini. Tað hava
gjøgnum tíðina verið fleiri
javnleikir, men vit skulu heilt
aftur til ein summardag í 2013, fyri
at finna seinasta sigurin hjá AB
á B36. Tá endaði Súni Olsen sum
málverji, eftir at Tórður Thomsen
bleiv útvístur.
Síðani ósigarnar fyri HB
og Víkingi hevur B36 fingið
10 av 12 stigum. Helst skuldi
B36 eisini havt vunnið á NSÍ í
1-1 javnleikinum í Gundadali.
Gestirnir eru favorittar at vinna
á Argjum, men tað er tunt í
verjupartinum nu Sonni Ragnar
Nattestad og Eli F. Nielsen ikki
eru við, men setur tú vandamiklu
mennirnar hjá B36 upp ímóti
verjuni hjá AB, so er torført at
koma til eina aðra niðurstøðu,
Ikki við: Filip í Liða (ryggurin, 2-4
mánaðir), Hans Jákup Anfinnsson
(brot í fótinum, 2 mánaðir), Rógvi
Poulsen (leikbann, 1 dystur), Jón
Krosslá Poulsen (knæið, 1 mánað)
Við aftur: Asbjørn Heðinsson
(leikbann)
Ikki við: Erling Dávidsson (knæið,
ógreitt hvussu leingi), Sonni
Ragnar Nattestad (hælsinan,
ógreitt hvussu leingi), Eli Falkvard
Nielsen (leikbann)
Ivasamur: Ragnar Samuelsen
Við aftur: Hugin Samuelsen
Ikki við: Poul G. Olsen (meniskur,
vikur), Petur Zachariassen, Bjarki
Zachariassen (knæ, vikur)
Ivasamur: Fannhard A. Skoradal
Við aftur: Tóki H. Johannesen
(eftir heilaskjálvta)
Ikki við: Delphin Tshiembe (lærkrikin, 3
vikur) Hørður Askham (krossbandið, 4
vikur), Tróndur Jensen (krossbandið, 4
vikur), Øssur Dalbúð (lærkrikin, 2 vikur),
Teit Jacobsen (knæið, 2 mánaðar),
Jákup L. Thomsen (knæið, 1-2 mánaðir),
Adrian Justinussen (brot í fótinum, 6
vikur), Pætur Petersen (fóturin, 2 vikur)
Ivasamir: Heðin Hansen (lærkrikin)
Ikki við: Milos Budakovic
(krossbandsskaði, óvist), Bogi
Løkin (fibur, 3-4 vikur)
LIÐ TÍÐINDI
B36
HB
AB
EB/STREYMUR
ÍTRÓTTUR
Upptakt 11. umfar:
Betri deildin menn: Oddaliðið hevur avbjóðingar í
álopinum og nýggjasta kortið er ein av evnaríkastu
hondbóltsspælarunum í Føroyum. Hilmar Leon Jakobsen
velur fyribils fótbóltin framum hondbóltin
NÝGGJUR
NÝGGJUR MAÐUR Í
MAÐUR Í
HÓPINUM HJÁ HB
HÓPINUM HJÁ HB
ÍF