Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-07-02, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. juli 2020síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 3. JULI 2020 SOSIALURIN 52 31 enn at B36 fær nøkur mál. SOSIALURIN TIPPAR: 1-3 Skála-Víkingur Leygardagin klokkan 17 DÓMARI: RANI A. SKAALUM Skála mundi tikið øll á bóli sunnu­ dagin. Í fimm korter rann HB aft­ aná. Eftir trý korter legði Skála seg enntá á odda við máli, sum Jan I. Hansen skoraði. Tá vóru góð ráð dýr hjá oddaliðnum, sum tó fótaði sær móti dystarenda og vann 3-1. Hetta er ikki ein óvanlig dyst­ar­ gongd hjá skálamonnum. Teir eru raskir og djarvir í sínum spæli, men yvir ein heilan dyst gongur tað sjáldan upp. Tað er stórt trýst á Víkingi, sum misti á stokkinum móti KÍ. Víkingur er í løtuni á sætta plássi og tað er ikki gott nokk fyri víkingarnar, og tað er júst í dyst­unum móti hinum smærru feløgunum, at avbjóðingin hevur verið størst. Kappingarárið hjá Víking­ur gevur ikki ábendingar um, at hetta verður nøkur løtt upp­gáva. Seinast liðini møttust var Skála á odda í Sarpugerði, men tað endaði við 5-2 sigri. Hesa ferð er Víkingur uttan Sølva og Gunnar Vatn­hamar. Sølvi er skaddur, meðan Gunnar Vatnhamar hevur leikbann. Eitt ljóspunkt hjá Víkingi er, at Finnur Justinussen skoraði aftur móti KÍ. Kemur hann í gongd við málskjótingina, so verður alt lættari hjá teimum ljósabláu. SOSIALURIN TIPPAR: 0-2 KÍ-TB Leygardagin klokkan 17.30 DÓMARI: ALEX TROLEIS Klaksvíkingar eru fullmannaðir, tá teir leygardagin fáa vitjan av TB. KÍ hevur kanska verið tað liðið, sum hevur spælt best í miðal. Fyri uttan fyrsta dystin móti B36, sum árstalsfelagið vann 2-0 í Klaksvík, so kanst tú argumentera fyri, at KÍ hevur verið leikliga omaná í øllum sínum dystum, tó at úrslitini ikki altíð hava givið trý stig. Tað ljóðar, at handilin við Heina Vatnsdal er við at koma upp á pláss. Føroyski landsliðsspælarin er á veg til føroyskan fótbólt og sum Sosialurin hevur skrivað fyrr, so røkist nógv fyri at hann endar í KÍ. KÍ hevur havt sínar trupulleikar við TB seinnu árini, men tað hevur sum oftast verið í Trongisvági. Gestirnir hava tað trupult og eru fyri kritikki í løtuni. Felagið hevur fingið nýggjan venjara og nógvir spælararnar eru komnir til útifrá, men úrslitini eru ikki góð. Higartil er tað blivið til seks stig, sum tó røkkur til at liggja røttu megin niðurflytingarstrikuna. Tað kemur illa við, at Poul Ingason ikki er tøkur. Hann hevur leikbann. Styrkin hjá TB, í mun til hini botnliðini, er at liðið letur fá mál inn. Tað tykist í løtuni verða einasta vónin hjá tvørmonnum, nú teir ferðast longu leiðina norður til Klaksvíkar. SOSIALURIN TIPPAR: 3-0 NSÍ-EB/Streymur (Beinleiðis á FM1) Leygardagin klokkan 19 DÓMARI: KÁRI J. Á HØVDANUM Seinasti dysturin í hesum umfarinum verður leygarkvøldið í Runavík. Hetta er ein dystur, sum burdi verið eftir bókini hjá NSÍ. Hetta er tað, sum NSÍ dugur allarbest. At vinna á teimum lægru, serliga á heimavølli, men runavíkingar vóru í trongum skóm á Argjum sunnudagin. Teir eru uttan Mórist Heina Mortensen, sum hevur vunnið sær plássið á miðvøllinum í ár. Hann situr uttanfyri í upp til ein mánað. Jákup Jakobsen og Bárður J. Hansen eru tøkir aftur. Gestirnir úr Sundalagnum hava tað mangan torført móti júst NSÍ. Her er torført at koma uttanum ein greiðan sigur til heimaliðið, ið hevur víst gott álopsspæl alt árið. Allir tøkir Ikki við: Mórits Heini Mortensen (fótskaði, 4 vikur) Við aftur: Bárður J. Hansen (eftir knæskaða), Jákup Jakobsen (eftir lærskaða) Skaddir: Teitur R. Joensen (punkterað lunga), Teitur Poulsen (brotið beinið), Hjalti Strømsten (fótliðurin), Karl Martin Johansen (knæið) og Andreas Egeberg Jacobsen (vøddaskaði), Ronni Møller-Iversen (leikbann) Ikki við: Poul Ingason (leikbann, 1 dyst), Mads Raben (fipurspreinging, ógreitt hvussu leingi), Bartal Gram (andlitsskaði, 1-2 vikur) VÍKINGUR SKÁLA Ikki við: Gunnar Vatnhamar (leikbann, 1 dyst), Sølvi Vatnhamar (eygað, 2 vikur) Ivasamur: Andreas Lava Olsen (lærkrikin) Viðaftur: Arnbjørn Svensson (knæið) TB Betri deildin menn støðan NR. LIÐ D V J T MÁL S 1 HB 10 8 1 1 26 9 17 25 2 NSÍ 10 7 2 1 25 6 19 23 3 KÍ 10 7 2 1 28 10 18 23 4 B36 10 7 1 2 29 13 16 22 5 ÍF 10 5 1 4 13 20 -7 16 6 Víkingur 10 4 2 4 15 15 0 14 7 EB/S 10 2 1 7 6 19 -13 7 8 TB 10 1 3 6 6 13 -7 6 9 AB 10 0 4 6 7 27 -20 4 10 SKÁLA 10 0 1 9 7 30 -23 1 Tríggir favorittar Seinastu árini hevur heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum havt tipping, har trý miðlafólk hava tippað um komandi umfar. Í ár hevur Sosialurin yvirtikið hendan leistin. Sostatt verður tað í Sosialinum, at tú kanst lesa um tippingarnar. Fyribils verður talan um at seta 1, X ella 2 við hvønn dyst. Eftir hvørt umfar verður stigatalvan gjørd upp, har tippararnir fáa eitt stig fyri rætta tipping. Tippararnir eru teir somu sum vóru á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandinum. Teir eru Leivur Frederiksen, Jákup Ósá, ítróttarskrivari á bolt.fo og Norðlýsinum, og undirritaði, Tróndur Arge. LEIVUR FREDERIKSEN: ÍF-HB X AB-B36 2 SKÁLA-VÍKINGUR 2 KÍ-TB 1 NSÍ-EB/STREYMUR 1 JÁKUP ÓSÁ: ÍF-HB 2 AB-B36 2 SKÁLA-VÍKINGUR 2 KÍ-TB 1 NSÍ-EB/STREYMUR 1 TRÓNDUR ARGE ÍF-HB 2 AB-B36 2 SKÁLA-VÍKINGUR 2 KÍ-TB 1 NSÍ-EB/STREYMUR 1 STIGATALVAN: 1. TRÓNDUR ARGE 37 STIG 2. JÁKUP ÓSÁ 37 STIG 3. LEIVUR FREDERIKSEN 37 STIG Tipping: Tipping 11. umfar: NSÍ KÍ Fakta 11.umfar Betri deildin menn: LEYGARDAGIN: ÍF-HB (15.00) Beinleiðis á FM1 AB-B36 (17.00) Beinleiðis á FM1 Skála-Víkingur (17.00) KÍ-TB (17.30) NSÍ-EB/Streymur (19.00) Beinleiðis á FM1 Betri deildin kvinnur støðan NR. LIÐ D V J T MÁL S 1 KÍ 7 7 0 0 15 5 10 21 2 NSÍ 7 2 3 2 14 8 6 9 3 ÍF/Víkingur/B68 7 2 3 2 9 10 -1 9 4 B36 7 1 4 2 8 9 -1 7 5 HB 7 1 3 3 10 11 -1 6 6 EBS/Skála 7 1 1 5 5 18 -13 4 Fakta 8.umfar Betri deildin kvinnur: SUNNUDAGIN: B36-EB/Streymur/Skála (14.00) KÍ-ÍF/Víkingur/B68 (15.00) NSÍ-HB (15.00) Betri deildin menn 21.umfar: SUNNUDAGIN: KÍ-HB (15.00) BEINLEIÐIS Á FM1 B36-SKÁLA (15.00) BEINLEIÐIS Á FM1 TB-AB (15.00) VÍKINGUR-ÍF (15.00) NSÍ-EB/STREYMUR (19.00)