týsdagur 7. juli 2020síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 8. juli 2020 · Nr. 53
MIKUDAGSBLAÐIÐ
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið,
kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00
og boða frá. Ella senda teldupost til klaga@
sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Tað vóru ikki góð tíðindi fyri
havnarfólk sum bórust frá
landsstýriskvinnuni í almanna
málum,
Elsebeth
Mercedis
Gunnleygsdóttur, at forðing
ar verða lagdar fyri almennari
bygging av leigubústøðum í
Havn.
Tað er heldur ikki góð tíðindi
fyri floksfelaga hennara, sum
stjórnar býráðnum í Havn, at
við at velja Fólkaflokkin velja
vit hesa íbúðarbygging frá.
Almenna bústaðafelagið Bú
staðir hevur í longri tíð verið
ein kastibløka í einum hugsjón
arligum stríði, har flokkarnir
á vinstraveinginum vilja hava
felagið at standa á odda fyri al
mennari leigubústaðabygging,
meðan tey á høgraveinginum
vilja hava felagið at taka sær av
teirri bygging, sum tey privatu
ikki tíma at taka sær av.
Tað merkir í stórum, at priv
ata vinnan skal taka sær av bú
støðum í Havn, tí har eru pengar
at tjena, meðan tað almenna
skal taka sær av íbúðum til fólk
við serligum tørvi og so úti á
bygd, har tað ikki loysir seg hjá
privatu vinnuni at byggja.
Hinvegin kunnu vit siga, at
tað eru góð tíðindi fyri tey, sum
ætla sær vinnuveg burtur úr at
byggja privatar íbúðir – tí tað
er kappingina ímóti teimum,
sum landsstýriskvinnan hevur
fremst í huga: Tað skal loysa seg
hjá privatu vinnuni at byggja
uttan at verða órógvað av »ov
lágum prísum« frá almenna bú
staðafelagnum.
Men loysir hetta veruligu
húsaneyðina, sum er – og sum
serliga er í Havn? Nei, tað ger
tað ikki.
Sambært Bústøðum eru tað
80 prosent av teimum, sum
skriva seg til bústað, sum ynskja
at búgva í Havn.
Kortini er býtið millum Havn
ina og restina av landinum rætt
iliga javnt: Av teimum 252 van
ligu íbúðunum eru 130 í Havn og
122 uttan fyri Havnina
Í mun til fólkatalið er so nógv
fleiri íbúðir bygdar á bygd. Hví
skal landsstýriskvinnan so pol
itiskt tvinga Bústaðir úr høvuðs
staðnum? Eru tað atlit fyri íbúð
arneyðini og teimum á niðastu
rókunum, sum Almannaráðið
átti at varðað av? Ella eru tað
atlit fyri privatu vinnuni, sum
skal tjena pengar upp á íbúðar
bygging. Svarið er eyðsýnt.
Men borgarstjórin í Havn eig
ur 17. atkvøðuna í samgonguni,
so hon kann fáa málið upp á
beint, um hon ynskir tað, eins og
hon ætlaði við innkomuvegnum
á sinni.
Tá tað er so týðuligt, at lands
stýrið hevur ikki viljan at bøta
um bústaðaneyðina í Havn – tí
trupulleikin er í Havn – er tað
beinleiðis margháttligt.
Atlitið í Havn er privatur
vinningur og ikki íbúðarneyðin
VIL IKKI – BARA TÍ TAÐ ER Í HAVN
Kopp
aði Ast
rup Eik?
JØRN ASTRUP HANSEN
KJAK SÍÐA 23
– Um boðað
verður frá grind,
so verður hon
hildin til, sigur
Karl Johansen,
sýslumaður í
Norðoyggjum og
Eysturoy
Sýslumenninir kring land
ið hava samskift við Jacob
Vestergaard,
landsstýr
ismann við fiskivinnu
málum, og niðurstøðan er,
at nú ber aftur til at halda
grind til.
Hóast teir søgdu beint
tað øvuta fyri ikki langari
tíð síðani, so eru teir háls
aðir um.
– Hetta byggir á álit,
eins og øll tilmælini, ið
eru givin av myndug
leikunum. Ein treyt er tó
galdandi, og hon er, at al
mennu tilmælini um fjar
støðu, reinføri og um ikki
at savnast í ov stórum tali
skal haldast, sigur Karl Jo
hansen.
Løgreglan fer tó ikki
at ansa eftir og møguliga
grípa inn, um tilmælini
ikki verða hildin.
Í dag fyllir fyrrverandi løg
tingsformaðurin, Jógvan
Ingvard Olsen, 90 ár.
Jógvan Ingvard er ætt
aður av Toftum, sonur
Jens Christian Olsen, fyrr
verandi løgtingsmann, og
Helenu f. Johannesen úr
Hvalvík.
Hann var fyrstu ferð
valdur á ting í 1970 og
hevði sæti á tingi til hann
gavst og ikki stillaði upp
aftur til løgtingsvalið í
1998.
Hann gjørdist løgtings
formaður í 1995, tá stýris
skipanini varð broytt og
tingformansstarvið flutt
hægri upp í tign og gjørd
ist fulltíðarstarv við størri
ábyrgdum.
Jógvan Ingvard Olsen
er fyrsti tingformaður,
sum eftir løgtingsval hev
ur staðið fyri skipan av
samgongu. Ta uppgávuna
hevur fráfarandi løgtings
formaður nú eftir valið
– hóast hann ikki er ting
maður í nýggja tinginum.
Soleiðis var tað Jógvan
Ingvard Olsen, sum skip
aði fyri, tá Anfinn Kalls
berg varð valdur til løg
mann eftir valið í 1998, og
sum hin fyrsti løgmaður
in setti landsstýrisfólk í
starv, sum Løgtingið ann
ars hevði gjørt framman
undan.
Jógvan Ingvard Olsen
var kendur sum ein siði
ligur politikari, sum var
avhildin av politikarum
í øll flokkum. Hann var
ikki kendur fyri at vera
í hørðum orðaskifti við
síni mótstøðufólk, hann
leyp ikki framav, men var
tiltikin fyri sín siðiliga
framburð.
Men skuldi okkurt sig
ast, so segði hann tað.
Tað gav at bíta á sumri í
1990, tá ósmeja var millum
Jógvan Ingvard Olsen og
Paula Ellefsen um ráð
fiskabýtið.
Tað
stríðið
vann Jógvan Ingvard Ol
sen, og Pauli Ellefsen legði
frá sær sum formaður í
Sambandsflokkinum
og
stillaði ikki uppaftur til
valið í ótíð, sum var 17.
november í 1990.
Jógvan
Ingvard
er
skipari og hevur verið
vinnulívsmaður. Herfyri
varð hann uppkallaður,
tá nýggja frystilínuskip
ið á Toftum fekk navnið
»Jógvan I«.
Jógvan
Ingvard
var
giftur við Hildibjørg f.
Hansen, sum doyði í 2018.
90 ára dagin heldur
Jógvan Ingvard saman við
sínum nærmastu.
Jógvan Ingvard Olsen níti ár í dag
Loyst
ur úr
lagdi
JOHAN MORTENSEN
SÍÐA21
Nú sleppa vit
aftur í grind
Jógvan Ingvard Olsen var løgtingsmaður í samfull 28 ár. Í dag
fyllir hann 90 ár
Karl Johansen, sýslumaður