týsdagur 7. juli 2020síða 3
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 8. juli 2020 · Nr. 53
Leiga handilshølini
við Biskupstorg
Veghæddin í bygninginum við Biskupstorg, við
tilhoyrandi goymsluhølum í undirhæddini, sum liggur
í hjartanum av nýggja miðbýnum í Klaksvík, verður
við hesum bjóðað út at leiga til eitt samlað konsept
av 4-6 sølustøðum, ið skal vera við til at skapa
fjølbroytt lív og virksemi í miðbýnum.
Við støði í hesum verða niðanfyristandandi høli
hjá Klaksvíkar kommunu á veghæddini við Biskupstorg
lýst leys at leiga út til eitt samlað konsept við hesum treytum:
Hølisviðurskifti:
■ Parturin hjá Klaksvíkar kommunu av veghæddini
er íalt umleið 830 m2 til víddar
■ Afturat koma umleið 100 m2 av goymsluhølum í undirhæddini
■ Kunningarstova verður í sunnara/eystara enda av veghæddini,
umframt almenn fríøki – samanlagt umleið 200 m2
■ Til leigu eru sostatt írestandi umleið 630 m2 av veghæddini,
umframt tilhoyrandi goymsluhølir í undirhæddini
■ Leiguprísurin verður ásettur eftir galdandi marknaðarprísi
■ Kommunan ger hølini klár til nýtslu, herundir gólv, loft og vesir,
sum verða staðsett við Kunningarstovuna
■ Sølustøðini skipa sjálvi síni ljósviðurskifti, tó
sambært minstamørkum ásett av kommununi
Heildarútbjóðing:
• Økið verður boðið fram sum ein samlaður pakki/konsept
við leigarum fyri alla hæddina
• Leigusáttmálar verða tó gjørdir við hvønn einstakan handil/matstovu,
men sølustøðini skulu undir einum hanga saman sum konsept, sum
kommunan kann taka undir við.
• Miðað verður ímóti varandi leigumálum,
men treytir verða settar til virksemið
• Minst 4 eindir (sølustøð) skulu vera partur av pakkanum/konseptinum
• Við atlitið at fjølbroytni skal minst eitt sølustað, ið skal vera partur av
pakkanum/konseptinum, har til ber at keypa kaffi og ábit
• Í mesta lagi 2 matstøð kunnu vera partur av pakkanum/konseptinum
• Ongin eind kann brúka meira enn 180 m2 av veghæddini
• Onki matvørusølustað kann brúka meira enn 100 m2
Støðutakan
Støða verður tikin til innkomnar leiguumsóknir út frá omanfyri nevndu
treytum og eini heildarmeting út frá endamálinum við veghæddini við
Biskupstorg. Kommunan tilskilar sær rætt frítt at velja ella at havna øllum
umsóknum.
Umsóknir um leigukonsept skulu latast: Klaksvíkar kommunu, Nólsoyar
Pálsgøta 32, 700 Klaksvík, viðmerkt „Leigumál Biskupstorg“, og skulu vera
kommununi í hendi í seinasta lagi mánadagin 20. juli 2020 kl. 12:00.
Útleigan av
matstovu- og handilshølum
við Biskupstorg
Stutt um nýggja miðbýin:
Byggingin í hjartanum av nýggja miðbýnum fer við
tíðini at fevna um fleiri spennandi bygningar, torg,
bryggjukantar v.m. Fyrsta byggingin á økinum er
stóri bygningurin við Biskupstorg við 30 íbúðum,
veghædd til kommunalt virksemi, umframt
handils- og matstovuvirksemi og eina undirhædd
til tøkni og goymsluendamál, bæði hjá íbúðunum,
kommununi og virkseminum í veghæddini.
Ein annar partur er sjálvt Biskupstorg, sum verður
karmur um nógv virksemi og afturvendandi tiltøk,
ið skapa lív, trivnað og hugna fyri borgararnar, og
sum eisini skal draga onnur vitjandi til býin, og
soleiðis geva meir lív og virksemi til allan býin.
Endamálið við leiguhølunum á veghæddini, sum
við hesum verða lýst leys at leiga, er at vera
karmur um eina hóskandi samanseting av
leigumálum á veghæddini í Biskupstorgi, har
viðkomandi handlar og matstovur v.m. eru
sínamillum komplementerandi, eins væl og teir
geva býnum sum heild eina størri atdráttarmegi.
www.klaksvik.fo