Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-07-07, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. juli 2020síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 8. juli 2020 · Nr. 53 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Áki Bertholdsen – Lat okkum gera ólav­ søkuna í ár til eina jóla­ søku. Soleiðis ljóðar áheitan­ in frá Pál Weihe, korona- ráðgevararanum hjá Lands­stýrinum, nú ólav­ søkan stundar til, og verð­ur um tríggjar vikur. Tað er øllum greitt, at í ár kunnu vit ikki halda ólavsøku sum vit plaga. Tilmælini um, hvussu vit skulu forða fyri at korona breiðir seg aftur í samfelagnum, forða okkum eisini í at halda eina vanliga ólav­søku við konsertum, tivoli, fólka­ fund­um, mid­náttar­sangi, og stórari mannfjøld í mið­býnum í Havn. Tí hevur Tórshavnar býráð lagt upp til eina øðrvísi ólavsøku, har stevnan ikki verður hild­ in í miðbýnum, sum van­ ligt, men at grannløg og bý­lingar um alla Havnina, halda ólavsøku hvør í sínum lagi. Pál Weihe sigur, at í ár skal ólavsøkan verða ein jólasøka, sum hann tekur til. Og tað skal skiljast soleiðis, at ólavsøkan skal haldast sum vit vanliga halda jól, nevniliga heima hjá okkum sjálvum fyri tað mesta – Vónandi eydnast tað til at gera ólavsøkuna til eina heimaveitslu, sigur hann. Og hann hevur eisini góð­ar vónir um, at tað fer at eydnast. Hann vís­ ir á, at higartil hava vit stýrt okkum ígjøgnum korona-kreppuna við at venda okkum til vit og skil hjá fólki og at koma við tilmælum og veg­ leiðingum um, hvussu vit skulu bera okkum at. –  Higartil hevur tað eydnast væl og eg havi góðar vónir um at før­ oy­ingar eisini brúka vit og skil á ólavsøku, sigur hann. –  Tað verður okkara størsta offur á ólavsøku, at vit, fyri ein stóran part, mugu uppliva hana heimanífrá, og á inter­ netinum, sigur Pál Weihe. –  Vit sleppa aldrin heilt undan, at tað ikki er onkur, sum ikki heldur tey tilmæli, sum eru. Men so leingi, talan er um einstakar tilburðir, kun­ nu vit varðveita tamar­ haldið á tí. Men tað má ikki henda, at tað verður ein fjøld av fólki, sum ikki ger tað, leggur hann afturat. Ein álvarslig hóttan Men korona ráðgevarin sær eisini eina ræðumynd fyri sær. –  Vit hava rættiliga gott eftirlit við teimum, sum koma til Føroya. Men tað eftirlitið kann aldrin verið heilt hundrað pro­ sent, tí onkur kann koma til Føroya, sum eru sjúk, og kunnu smitta onnur, hóast korona-royndin er negativ. –  Og tað, sum undir ong­um umstøðum má henda, er, at fólk fara at trokast saman á Vagli­ num, í Vágsbotni, ella á skeinki­støðum, tá ið tað líður út á kvøldið, sigur hann. –  Tað er avgjørt ein álvars­lig hóttan, tí skuldi tað hent, at onkur er ímillum tey, sum hevur korona, kunnu vit verða um ein háls, sigur hann. Pál Weihe sigur, at tað hevur víst seg, at summi, sum hava korona, smittan næstan ikki frá sær, men onnur smitta heilt nógv fólk. Tað eru tey, vit kalla super - spjaðarar.  – Er ein slíkur super - spjaðari í eini manna­ múgvu á ólavsøku, eru vit um ein háls, tí tá kann tað vera ringt, fyri ikki at siga vón­leyst, at finna tey, sum viðkomandi hevur verið í sambandi við – og sum aftur eru farin um allar geilar. – Hendir tað, kann tað verða ringt at fáa byrgt smittuni inni aftur, og so kann smittan breiða seg um ein stóran part av samfelagnum, sigur hann. –  Tað er tann størsta hóttan­in, eg síggi fyri mær í sambandi við ólav­ søkuna og tí má tað ikki henda, sigur Pál Weihe. Hann vísir á, at úti í heimi eru dømi um, at eitt einsamalt fólk í eini mannamúgvu, hevur smitt­að eitt ótal av fólki. Men Pál Weihe hevur eisini ta álitið á før­oy­ ingum, at er tað onkur, sum verður í so góðum lag, at viðkomandi gloym­ ir tilmælini um at halda frástøðu, verða tað onn­ ur, sum minna hann á, hvussu vit eiga at bera okkum at. Skerja virksemi í landinum aftur So leingi, talan er um ein­støk fólk, sum verða smitt­að við korona, og sum hava samband við eitt avmarkað tal á fólki, ber til at berja smittuna niður aftur. – Men fáa vit ein super­ spjaðara í eini stórari manna­múgvu á ólavsøku, er søgan ein heilt onnur, sigur Pál Weihe.   –  Skuldi tað hent, at eini 10 – 20 fólk kring landið verða smittað á ólav­søku, kann tað verða neyðugt at byrgja heil lokal­samfeløg av frá restini av landinum fyri at byrgja smittuna inni. Og gongur heilt illa, kann talan verða um at lukka ein betýðiligan part aftur, leggur hann aftur­at. Men hann held­ ur kortini, at tað skal ganga heilt óvanlaga illa áðrenn vit koma aft­ ur í somu støðu sum á grækarismessu, tá ið alt landið varð mestsum lukk­að. Eitt hugsað dømi kann vera, at Suðuroyggin, sum higartil hevur verið at kalla koronafrí, verður av­byrgd frá restini av landi­num. Í ÁR SKAL ÓLAVSØKAN VERÐA EIN JÓLASØKA – Og eg havi góðar vónir um, at tað fer at eydnast, sigur sigur Pál Weihe, korona-ráðgevari hjá landsstýrinum. Men hann sær eisini eina ræðumynd fyri sær Tað verður okkara størsta offur á ólavsøku Tað er avgjørt ein álvarslig hóttan Hendir tað, kann tað verða ringt at fáa byrgt smittuni inni aftur UNDIR ONGUM UMSTØÐUM Tað má undir ongum umstøðum henda, at fólk fara at tyrpast saman á Vaglinum, í Vágsbotni, ella á skeinkistøðum, sigur Pál Weihe, korona-ráðgevari hjá Landsstýrinum