Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-07-07, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. juli 2020síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 8. juli 2020 · Nr. 53 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Pætur Hjalmar Evensson Í vikuni hevur ameri­ kans­ka sendi­kvinn­an í Danmark, Carla Sands, verið í Føroyum sam­ an við nøkrum øðr­um umboðum fyri sendi­ stovuna. Orsøkin til vitjanina er, at tey vilja kanna møguleikarnar fyri einum betri fram­ tíðar­sam­starvi millum Før­oyar og USA. Mánadagin var sendi­ kvinnan á fundi við Jenis av Rana, uttan­ríkis­ málaráðharra. Tey bæði hava í høvuðsheitum tosað um at víðka um sam­starvið millum USA og Føroyar munandi. Carla Sands sigur, at hon hevur havt ein góðan fund við uttan­ ríkismálaráðharran, og hon greiðir her eitt sindur frá endamálinum við Føroya­vitjanini. – USA er áhugað í at styrkja um sambandið við føroyska fólkið, tí tað er partur av danska kongaríkinum, og eg eri sendikvinna fyri konga­ ríkið og ikki bara Keyp­ manna­havn. Tá eg bleiv sendi­kvinna í 2017 var eitt av málum mínum at vera til staðar í øllum trim­um partum av ríkis­ felagsskapinum. Eg haldi, at føroyska fólkið dugir at síggja, at vit hava havt meira samband við før­ oyska fólkið enn áður, sigur hon og fortelur eitt sindur nærri um tey øki, sum eitt framtíðar sam­ starv við USA møguliga fer at snúgva seg um. – Vit ætla at økja um sam­starvið við vísind, handli, gransking og mentanarligum spurn­ ing­um. Eg havi ser­frøð­ ing­ar frá sendistovuni við mær her, sum eru ser­kønir á hesum økjum, FØROYAR KNÝTA VINABOND VIÐ USA Landsstýrið og USA hava stórar ætlanir. Ætlanir, sum eitt nú snúgva seg um føroyska sendistovu í USA, amerikanskt konsulát í Føroyum, ein maritiman depil í Føroyum og yvirhøvur eitt tættari samstarv millum londini