týsdagur 7. juli 2020síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 8. juli 2020 · Nr. 53
TÍÐINDI
sigur Carla Sands, sum
ikki vil fortelja nógv
meira um ætlanirnar í
Føroyum, tí talan er um
diplomatiskar
diskus
siónir, sigur hon.
Maritiman depil
í Føroyum
Í tíðindunum á FM1 mána
dagin fortaldi Jenis av
Rana, landsstýrismaður,
at
hann
hevur
tosað
við amerikansku sendi
kvinnuna um eina før
oyska sendistovu í USA,
amerikanskt konsulat í
Føroyum og ikki minst
5G. Eisini segði hann,
at ynskið hjá USA er at
gera ein maritiman depil
í
Føroyum
fyri
tann
amerikanska flotan.
Kjak
hevur
síðani
verið um, hvørjar ætlanir
eru við hesum maritima
flotanum, og andstøðu
limir stúra fyri ætlanum
um, at hetta skal brúkast
sum ein amerikansk her
flotastøð.
Men maritimi depilin
skal als ikki forvekslast
við eina hernaðarstøð,
ger Jenis av Rana, lands
stýrismaður, greitt fyri
Sosialinum.
–
Tað
verður
ikki
talingur um eina her
flotastøð. So høvdu vit
lukkað fyri og sagt nei
beinanvegin, sigur hann.
Samstundis
avvísir
hann ikki, at vit kunnu
vænta, at amerikansk
hernaðarskip
fara
at
leggja at við bryggju í
Føroyum í framtíðini.
– Mann má síggja í
eyguni, at tað fer at koma
fyri,
at
hernaðarskip
koma til Føroya í fram
tíðini, sigur hann og tekur
dømi um, at amerikanska
krígsskipið USS Donald
Cook var her í oktober í
fjør.
Spurningurin er so,
hví amerikanarar eru so
áhugaðir í at fáa atgongd
til føroyskar havnir.
– Amerikanarar hava
brúk fyri at hava ein
depil, har amerikanski
flotin kann hava eitt
natúrligt stað at leggja
at um okkara leiðir, ser
liga í framtíðini, tá Arktis
verður nýggj siglingar
leið. Tað kann vera til um
vælingar, proviant, farm
og fyri at taka nýggja
manning umborð. Tað er
upplagt at hava ein slíkan
depil
her,
tí
Føroyar
liggja so væl fyri í tí, sum
amerikanararnir
kalla
"portrið til Arktis", sigur
Jenis av Rana og leggur
aftrat, at maritimi depilin
kann brúkast av skipum
úr øllum heiminum og
ikki bara amerikanskum
skipum.
USS Donald Cook
Men sum nú er, er tað
øgiliga sjáldan, at ameri
kansk
hernaðarskip
vitja
í
Føroyum.
Tá
amerikanska krígsskipið
USS Donald Cook var á
sjarmusókn og vitjaði
í Runavík í fjør, var tað
fyrstu ferð í meira enn
30 ár, at eitt amerikanskt
krígsskip hevur vitjað í
Føroyum.
Carla
Sands
vissar
fyri,
at
vitjanin
frá
amerikanska
krígsskipi
num einki hevði at gera
við nakrar ætlanir hjá USA
um at brúka Føroyar sum
lið í hernaðarligum arbeiði.
– Ja, skipið var her tá.
Men vit vilja byggja brýr
millum okkara ameri
kansku
hermenn
og
skipsvitjanir, tí Føroyar
hava so nógvar royndir
við viðurskifti á sjónum.
Søguliga sæð hava tit
leiðarar og skiparar um
borð á nógvum skipum
kring heimin. Tí haldi eg,
at tað er gott at hyggja at
Føroyum sum portrið til
arktiska økið. Eg haldi,
at tað er ideelt at hygg
ja at fleiri vitjanum og
at
styrkja
sambandið
á hesum økinum, sigur
Carla Sands.
Hon
vísir
á
tað
sokallaða "GIUK gap",
sum umfatar sjóøkið mil
lum Grønland, Ísland og
Stóra Bretland. Av tí at
Føroyar eru mitt í á hes
um øki, so eru Føroyar
áhugaverdar í sambandi
við siglingarleiðina her
um leiðir.
– Tað skal vera
trygt í Føroyum
Sendikvinnan
leggur
dent á, at bæði Føroyar
og USA kunnu fáa okk
urt gott burturúr sam
starvinum.
Men
hvat
fara lítlu Føroyar heilt
ítøkiliga at fáa burtur úr
samstarvinum?
– Uttan iva eitt vinalag.
Sum ikki er eitt ringt ting.
USA er ein góður vinur
at hava. Vit stríðast fyri
tí góða í heiminum. Vit
hava royndir, sum vit
vilja deila við onnur lond.
Tað veri seg burðardygga
ferðavinnu, og tað kann
eisini vera informatión,
sum Føroyar vilja deila við
okkum, eitt nú innan fyri
fiskivinnuna, sigur hon.
Carla Sands fortelur, at
tey í amerikansku sendi
stovuni í Keypmanna
havn arbeiða við trimum
málum hvønn dag.
– Fyrst royna vit at
styrkja um sambandið við
fólkið í danska kongaríki
num. Tað gera vit við at
vera til staðar, gera fleiri
vitjanir ymsa staðni og
skapa sambond. Fyri tað
næsta arbeiða vit fyri at
økja um handilssamband
og íløgur við USA og
okkara sameindu. Vit vilja
hava, at føroyska fólkið
hugsar um USA sum ein
partnara, mann kann líta
á. Vit vóna at kunna økja
um
handilssambandið
og íløgurnar við Føroyar,
sigur hon.
– Fyri tað triðja hyggja
vit at trygdini. Vit vilja
tryggja okkum, at økið
her er trygt. Vit eru øll
partur av NATO, og tað er
týdningarmikið, at NATO
og okkara sameindu eru
varug við hetta økið, tí
eg haldi, at tað er blivið
misrøkt fyrr, sigur Carla
Sands.
Russland og Kina
Amerikanski áhugin fyri
Føroyum er stórur, tí
Føroyar liggja geograf
iskt væl fyri í arktiska
økinum,
har
nýggj
siglingarleið
verður
í
framtíðini. Tað er um
ráðandi fyri USA at fáa
ávirkan á hesum økinum
í staðin fyri stórveldini
Russland og Kina, sum
eisini eru sera áhugað í
arktiska økinum.
– Vit síggja, at har eru
avbjóðingar í Arktisk, og
vit vilja vera innvolverað
her sum ein álitsfullur
samstarvsfelagi. Vit vilja
tryggja okkum, at økið
verður friðarligt, sigur
Carla Sands og vísir á, at
Russland og Kina gera sítt
fyri at gera seg galdandi í
Arktis.
Hon sigur, at nógv
er broytt, síðan Sovjet
samveldið fall. Har bleiv
rættiliga friðarligt, men
fyri 8-10 árum síðani
byrjaði Russland at gera
væl fleiri hernaðarligar
ætlanir, og mann hevur
bygt og umvælt hernað
arstøðir, fortelur Carla
Sands, sum sigur seg
vera ørkymlaða um hesa
hernaðargeringina.
– Russland roynir at
kontrollera nakað av sigl
ingarleiðini og gera forð
ingar í Arktisk. Vit síggja
eisini, at Kina hevur
roynt at gera forðingar í
havinum í suðurkinesiska
økinum. Sovorðið vilja vit
ikki síggja henda í hes
um økinum, tí um har
verður ein konflikt, so
má amerikanski herurin
hava atgongd til at sigla
gjøgnum
Atlantshavið
uttan at blíva forðaður av
Kina ella Russlandi, sigur
Carla Sands.
Í november í fjør heitti
Carla Sands í grein í
Sosialinum á Føroyar um
at sleppa ætlanunum um
at lata kinesiska Huawei
útbyggja 5G-netið í Før
oyum. Hetta var byrjanin
til eitt stórt politiskt
stríð, sum ikki er av enn.
Carla Sands og Jenis av
Rana umrøddu sum skilst
eisini 5G á fundinum
mánadagin.
Carla Sands sigur, at
tað hevur týdning at
velja
samstarvsfelagar,
mann kann líta á. Hon er
ikki í iva um, at kinesarar
kunnu brúka Huawei til
at fáa informatión, og
hon heldur ikki, at tað er
trygt fyri føroyingar at
velja kinesiska tøknirisan
sum 5G-veitara.
– Vit vilja hava okkara
samstarvsfelagar
at
vera tryggar, sigur Carla
Sands.
pature@sosialurin.fo