týsdagur 7. juli 2020síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 8. juli 2020 · Nr. 53
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Tað gjørdi ógvusligan
skaða, tá ið ein stempul
stong fór í høvuðsmotori
num
hjá
uppsjóvar
skipinum
í
Klaksvík,
Norðborg.
Stempulstongin breyt
so nógv frá sær, at tá ið
serkønir fóru at kanna
maskinuna, vísti tað seg,
at sjálvur motorblokk
urin var skrædnaður.
Hetta er ein stórur
skaði og tað vísir seg ofta,
at tað kann taka langa tíð
at fáa ein nýggjan blokk.
-Men
upprunaliga
fingu vit at vita, at Bergen
Diesel kundi lata okkum
edin blokk av sama slag
í august, men tað vísti
seg, at hesin var ikki heilt
eins. Hann var gjørdur
til ein gasmotor og tí var
ymiskt, sum ikki kundi
brúkast
til
Norðborg,
sigur
Jón
Rasmussen,
sum er skipari á verk
smiðjutrolaranum .
Góð ráð vóru tí sjálv
andi dýr og alt var sett
í verk fyri at finna ein
blokk, sum kundi setast
umborð á Norðborg, so
skjótt til ber.
Í Suður-Korea
Í slíkum føri verður leitað
kring allan heimin eftir
einum blokki, sum kann
brúkast. Norska verk
smiðjan, sum hevur latið
motorin
til
Norðborg
visti at siga, at fyri smá
um 10 árum síðani høvdu
teir latið ein motor við
sama slag blokki, sum
tann hjá Norðborg.
Motorurin
skuldi
setast í eitt supplyskip
í Suður-Korea, men av
onkrari orsøk bleiv skipið
ongantíð bygt.
-Teir
hildu
so,
at
hendan maskinan stóð í
Suðu-Korea, men so var
ikki, fortelur Jón Ras
mussen.
Herfyri hevði ein fyri
tøka, sum selur eykalutir,
keypt maskinuna. Fyri
tøkan er í USA á New
Yurkar-leiðini.
Maskinan var tikin
sundur og lutirnir gjørdir
klárir at selja, men blokk
urins tóð framvegis har.
-Bæði ein maður frá
Klassanum og frá Bergen
Diesel fóru at kanna
blokkin og tað vísir seg,
at hann er sama slag, sum
tann umborð á Norðborg.
Tí var avgjørt at keypa
hann og fáa hann heim
til Føroyar, sum skjótast.
Í skrivandi stund bíða
teir spentir eftir seinastu
pappírunum og so verður
blokkurin settur á ein
lastbil, sum koyrir blokkin
til Halifax. Haðani verður
hann førdur víðari við
einum skipi hjá Eimskip.
Møguliga verður hann
umskipaður
í
Íslandi,
men so kemur hann til
Føroyar við Eimskip.
-Eydnast hetta sum
vit ætla, so fer tað at
bjarga okkum part av
makrelvertíðini,
sigur
Jón Rasmussen.
Gjørt í Klaksvík
At skifta motor – ella
blokk, sum í hesum føri –
er stórarbeiði.
Bert tað at fáa gamla
blokkin úr skipinum og
tann
nýggja
umborð
krevur nógv.
Hol má setast í dekk
og í síðuna á skipinum
fyri at hetta kann lata
seg gera.
Tað er tungt at fáast
við og krevur royndir og
handalag.
MEST stendur fyri at
fáa blokkin úr og tann
nýggja í, meðan tað er
Sleipistøðin í Klaksvík,
sum tekur sær av øllum
tí, sum ska skrúvast.
-Hetta er stóirarbeið,
men eydnast okkum at
fáa hendan blokkin nú,
so hava vit vunnið nógva
tíð í mun til at skula bíða
eftir
einum
nýggjum.
Hesin blokkurin er 10
ára gamal, men hann er
ongtíð brúktur, sigur Jón
Rasmussen.
Norðborg er bygd í Kili
í 2009. Hon er slakar 84
metrar long og góðar 18
metrar breið. Hon hevur
verksmiðju umborð og er
eitt uppsjóvarskip.
FUNNU MASKINBLOKK
Á NEW YORKAR-LEIÐINI
Maskinskaðin
á Norðborg var
so ógvusligur,
at blokkurin
verður skiftur
Jón Ramussen
Klaksvíkar Sleipistøð
Norðborg