týsdagur 7. juli 2020síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 8. juli 2020 · Nr. 53
TÍÐINDI
Terji Nielsen
Tað er komið eitt sindur
av gongd í bíleggingarnar
aftur hjá Hotel Streym
yviri við Strond í Havn.
Tað sigur Svend Åge Ellef
sen, stjóri.
Í vár fingu vit bara av
lýsingar, og vit fáa fram
vegis avlýsingar. Men nú
er tað næstan bara frá
fólki, sum búgva langt
burturi frá Føroyum. Vit
fáa eisini bíleggingar, og
í løtuni fáa vit fleiri bí
leggingar enn avlýsingar,
sigur hann.
Ikki sum
frammanundan
Nú í summar er nakað av
fólki á hotellinum, men
hvussu verður í heyst er
ilt at spáa um sambært
stjóranum.
Gott og væl helming
urin av kømurunum eru
bíløgd í juli, august og
hálvan september. Eftir
tað er ikki vanligt, at fólk
bíleggja fyrr enn nakrar
fáar
dagar
framman
undan, at tey skulu gista
hjá okkum, sigur Svend
Åge Ellefsen.
Hotel Streym hevur
keypt grannabygningin,
har Yndi Fitness áður
helt til, og arbeitt verður
nú við at knýta bygning
arnar saman.
Vit byggja ein millum
bygning, har móttøkan
skal vera. Í eystara bygn
inginum, sum vit hava
keypt, koma vit í fyrstu
atløgu at hava 12 køm
ur. Í heyst ella vetur
fara vit so eisini at flyta
morgunmatin
í
tann
bygningin.
Løgreglan
leigar framvegis ein part
av bygninginum, men tá
ið tey flyta út, ætla vit at
gera nøkur kømur aftur
at, sigur Svend Åge Ellef
sen.
Hann sigur, at eftir
ætlan skuldi millumbyg
ingurin verið liðugur nú,
men hann er seinkaður
vegna korona, og vænt
andi verður tað liðugt í
komandi mánað.
terji@sosialurin.fo
Tað verður einki avlop í ár
Hjá Hotel Streym í Havn verður neyvan nakað avlop á
botnlinjuni, tá ið árið í ár er farið aftur um bak
Frants Jensen
– Vit skuldu lata upp aftur
15. mars, men 12. mars
var mest sum alt landið
lagt lamið av koronu. Alt
broyttist, og vit máttu
hugsa av nýggjum, sigur
Poul Andrias Ziska.
Í nakrar mánaðir hev
ur Koks havt eina minni
matstovu í Havn, sum var
kallað Roks.
– Roks var ein roynd
hjá okkum. Vit høvdu
eina minni og bíligari mat
skrá, og tað gekk væl. Tað
hevur verið mest sum fult
av bíleggingum allatíðina,
sigur Poul Andrias Ziska.
Hampiligt av gestum
Roks stongdi 27. juni, og
síðani hava starvsfólkini
í Koks gjørt klárt til at
lata heimskendu mat
stovuna upp aftur. Og
høvuðskokkurin
hev
ur góðar vónir, nú mat
stovan við teimum tveim
um michelinstjørnunum
umframt einari grønari
stjørnu letur upp aftur.
– Nú lata vit upp aftur,
og næstu tveir mánaðir
nar er mest sum alt bí
lagt, sigur Poul Andrias
Ziska.
Tað eru mest útlend
skir gestir, sum hava bí
lagt á Koks.
– Talan er serliga um
gestir úr Danmark og
Norðurlondunum
ann
ars, ið hava bílagt. Vit
hava skrivað út til teirra,
og tey siga seg ætla at
koma. Onkur er tó úr Svø
ríki, og vit vita, at sum nú
er ber ikki til at koma út
Svøríki, men tey hava
ikki avlýst og vóna enn
at sleppa at koma á Koks,
sigur hann.
Nakrir føroyskir gestir
eru
eisini,
og
nøkur
standa á bíðilista.
Pláss eru fyri 26 gest
um hvørja ferð, og æt
landi hevur Koks opið til
mánaðarskiftið novem
ber-desember.
Opið fýra dagar
um vikuna
Í mun til í fjør, verður tó
ikki opið eins nógv í ár.
– Vit hava í fyrsta um
fari valt at hava opið fýra
dagar um vikuna. Í fjør
var opið seks dagar um
vikuna. Hetta er serliga tí
at tað passar ikki eins væl
í hjá pørtum av okkara
starvsfólkum, sum eisini
koma úr útlandinum. Vit
mugu síggja, hvussu tað
verður við bílegginum,
um vit fara at hava opið
fleiri dagar um vikuna,
sigur Poul Andrias Ziska.
frants@sosialurin.fo
Koks letur upp aftur
Matstovan Koks, ið er staðsett Frammi við Gjónna, lat upp aftur í gjár
eftir at hava verið stongd síðani desember í fjør. Poul Andrias Ziska,
høvuðskokkur, letur væl at bíleggingunum komandi mánaðirnar
Poul Andrias Ziska, høvuðskokkur á Koks
Mynd: Álvur Haraldsen
Terji Nielsen
Fyri kortum lat nýggja
Hotel Brandan dyrnar
upp
á
fyrsta
sinni,
og nú er so greitt, at
hitt nýggja hotellið í
høvuðsstaðnum, Hotel
Hilton, letur dyrnar upp
í september.
- Um alt gongur eftir
ætlan, og tað vænta
vit, so lata vit upp eina
ferð í september. Vit
kundu havt latið upp
eitt sindur fyrr við av
markaðum kapasiteti,
men vit velja heldur at
bíða, til alt hotellið er
liðugt og klárt at taka
ímóti gestum. Vit hava
tó onkur tiltøk, sum eru
bókað í september, so
sum ferming og annað,
og hetta verður sjálv
andi gjøgnumført, sigur
Martin Restorff, stjóri á
Hotel Hilton.
Hann greiðir frá, at
tað er koronafarsóttin,
sum hevur ført til, at
hotellið er nakrar mán
aðar seinkað.
- Vit hava bíðað eftir
innbúgvi, sum skuldi
koma úr Bretlandi, og
tað er tað, sum hevur
seinkað okkum, sigur
Martin Restorff.
Gongd er á
bíleggingunum
Stjórin á Hotel Hilton
sigur, at gongd er kom
in á bíleggingar av gist
ingum, og eisini koma
rættiliga nógvir fyri
spurningar.
So vit hava nakað av
bíleggingum til í heyst,
og 2021 sær eisini heilt
ok út. Vit hava eisini
verið
so
heppin,
at
nógvir av teimum bólk
um og fleiri av teimum,
sum skuldu hava ymisk
tiltøk í ár á hotellinum,
hava flutt síni tiltøk
til komandi ár, greiðir
Martin Restorff frá.
Hann sigur, at tey á
hotellinum nú gleða seg
til, at hotellið stendur
klárt, so tey kunnu taka
ímóti gestunum.
Vit gleða okkum ótrú
liga nógv at lata dyrnar
upp, sigur Martin Res
torff.
Hilton letur upp
í september
Tað ganga einir tveir mánaðar,
áðrenn Hotel Hilton letur
dyrnar upp í Havn