Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-07-07, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. juli 2020síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 8. juli 2020 · Nr. 53 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Terji Nielsen Myndir: Álvur Haraldsen Herfyri vóru dyrnar á nýggja og stásiliga Hotel Brandan við Oknar­veg í Havn latnar upp á fyrsta sinni fyri al­menn­ing­ inum. Og áhugin fyri at síggja nýggja hotellið var sera stórur. Vit mundu hava eini 2.000 fólk á gátt, og tað rigg­aði sera væl, halda vit sjálvi, sigur Pætur Trónd Thom­sen, hotelstjóri. Hann greiðir frá, at tey fingu bara jaligar aftur­ meld­ingar frá teimum, sum vitjaðu hotellið, og tað tóktist sum um, at fólk hugnaðu sær. Vit løgdu til merkis, at fólk settu seg niður við einum kaffimunni at práta, og tað taka vit sum eitt positivt tekin, sigur hann. Pætur Trónd Thomsen sigur, at fyrstu almennu gest­irnir hjá Hotel Brandan hava nú gist á hotelli­num, og at hesi hava latið væl at. Og gongd er eisini komin á bí­leggingarnar. Tað byrjaði spakuliga, tá ið landið lat upp aftur, og tað gongur rætta veg­ in. Tað er serliga í viku­ skiftunum, at tað sær gott út, men tað sær eisini út til, at vit fáa eitt hampu­ligt heyst, so vit eru optimistisk, sigur Pæt­ur Trónd Thomsen. FLEIRI TÚSUND VITJAÐU FLEIRI TÚSUND VITJAÐU Leygardagin 27. juni var opið hús á nýggja Hotel Brandan í Havn, og tað gjørdu fleiri túsund fólk sær dælt av