Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-07-07, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. juli 2020síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 8. juli 2020 · Nr. 53 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 HEILSA Vilmund Jacobsen Øll eru samd um, at yvirvekt kann fáa heilsu­ligar avleiðingar fyri tey, sum hetta rak­ ar. Øll eru samd um, at veksandi yvirvekt eisini hevur stórar heilsu­ligar avleiðingar fyri heilsu­ verkið og sam­felags­ búskapin. - Tí skal eitt felags átak til, og tað skal verða NÚ! Tað skrivar fyri­byrg­ ingar­leiðarin í Kræftens Bekæmpelse, Mette Lolk Hanak, í tíðargrein fyrst í hesum mánaðinum. Eisini krabbamein Í tíðargreinini vísir hon á, at yvirvekt eisini veksur um vandan fyri at ger­ast álvarsliga sjúkur. Flestu vita, at yvirvekt veks­ur um vandan fyri hjarta­ æðra­sjúkum og diabetes2. - Men, tað eru tey fægstu sum vita, at yvir­ vekt eisini veksur um vandan fyri í minsta lagi 13 sløgum av krabbameini, eitt nú krabba í bróstum og tarmum. Mette Lolk Hanak vísir á, at tíverri er samstarvið í Heilsustýrinum um nýggj tilmæli um átøk móti stórari yvirvekt endað í stríði millum lækna­fak­ligar bólkar. Hetta er órógvandi, held­ ur hon, tí yvirvekt er ein alt ov stórur trupulleiki til at drukna í ósemjum. - Vit mæla tí til, at allar góðar kreftir verða savnaðar til at tálma far­ sóttarliga vøkstrinum av yvirvekt í fólkinum. Sum samfelag mugu vit heldur ikki stúra fyri at taka henda trupulleika upp. Tá vit í Kræftens Be­ kæmpelse vilja eggja til at fyribyrgja yvirvekt, snýr hetta seg á ongan hátt um vakurleika ella um kropsligar fyrimyndir. Fyribyrgingarleiðarin í Kræftens Bekæmpelse leggur dent á, at sjálvandi skulu øll menniskju virð­ ast - líkamikið, hvør vekt­ in er, og hon heldur, at tað tíverri veksur um trupul­ leik­an, at fólk partvís verða sett í bás. Vandin veksur - Tað er ein veruleiki, at yvirvekt veksur um vand­ an fyri at gerast álvars­ liga sjúkur. Meira enn helmingurin er vaksna fólkinum í Danmark viga ov nógv, og eini 800.000 fólk viga alt ov nógv. Um vit bara lata standa til, fara 66 prosent av dønum viga ov nógv í 2045. Tað merkir, at fleiri fara at fáa krabba­mein, sum annars kundu sloppið undan sjúkuni. Mette Lolk Hanak vísir á, at tá so mong fara at viga ov nógv, kann yvirvekt ikki long­ ur síggjast sum ein ein­ stak­lingatrupulleiki, har tað snýr seg um at lata munn­in aftur og lyfta sær reyvina. - Tá er hetta ein stórur heilsutrupulleiki, sum sam­felagið partvís hevur verið við til at skapt. Hon leggur aftrat, at tíverri finst eingin ein­ faldur snarvegur til at fyri­byrgja og viðgera ovur­fiti, men tað má heldur ikki verða hetta, sum ger, at ikki verður gjørt nóg mikið við trupul­leikan. - Tað eru tey fægstu, sum velja at gerast ov tung, og tað kann vera rætti­liga ymiskt, hvør verður ov tungur. Kortini verður yvirvekt í alt ov stóran mun sædd sum ein ein­staklingatrupulleiki. Hon vísir á, at sum samfelag eru vit noydd at tosa um yvirvekt á ein skilagóðan og kon­ struktivan hátt uttan at niðurgera tey, sum hava trupulleikan, tí tað eru jú flestu okkara, sum eru í hesum bólki. - Yvirvekt kemur sníkj­ andi við einum hálvum til tveimum kilo’um um árið. Flestu vita, at tað er trupult at tapa seg aftur - og enn truplari at halda lægri vektina. Tað megna tey fægstu. Tí skal yvir­ vekt fyribyrgjast, leggur hon dent á. Mette Lolk Hanak sigur, at Kræftens Be­ kæmp­else arbeiðir fyri einum lívi uttan krabba­ mein. Tískil noyðist felagið eisini at gera vart við seg, tá tað vísir seg, at fleiri og fleiri gerast ov tung og hesi samstundis eru í størri vanda fyri at menna krabbasjúku. - Vit vilja eggja politikarum, myndug­leik­ um og heilsu­starvs­fólki, virkjum og samfelagnum øllum til at standa saman og stríðast ímóti fiti­far­ sóttini, sum hon rópar trupul­leikan. Mette Lolk Hanak ásannar, at tað framvegis er nógv, sum ikki er gransk­að við fiti, men hon heldur, at álvarin í hesum trupulleika ger, at samfelagið ikki kann loyva sær at drála. Hon heldur, at tað er nú, vit skulu fremja átøkini, tá vit enn teljast millum tey lond í vest­ ur­heiminum, har trupul­ leikin við ovurfiti hóast alt er minstur. - Kræftens Be­kæmp­ else fer komandi árini at hava størri fok­us á fyribyrging av ovurfiti, bæði við gransk­ing og ítøkiligum fyri­byrg­ingar­ átøkum. Politisk virkisætlan Fyribyrgingarleiðarin í Kræftens Bekæmpelse sigur, at tey sakna eina polit­iska virkisætlan um fyribyrging av yvir­vekt - eina ætlan við ítøki­ lig­um málsetningum og amboðum, sum sam­ stundis leggur stóran dent á virðið í øllum menniskjum. - Ætlanin skal miðja eftir effektivum átøk­um sum eitt nú hægri av­ gjøldum á sukuri, søtmeti og sodavatni, eins og kravdari kaloriu­merk­ ing á skundverðum ella fast­food. Í ætlanini skulu eisini verða uppskot til økta likamliga rørslu í eitt nú skúlum, stovnum - og í samband við flutning og býarplanlegging, sigur Mette Lolk Hanak. Kelda: cancer.dk OVURFITI KANN MENNA KRABBASJÚKU - Tíverri finst eingin einfaldur snarvegur til at fyribyrgja og viðgera ovurfiti, men tað má heldur ikki verða hetta sum ger, at nóg mikið ikki verður gjørt við trupulleikan, sigur fyribyrgingarleiðarin hjá Kræftens Bekæmpelse - Sum samfelag eru vit noydd at tosa um yvirvekt á ein skilagóðan og konstruktivan hátt uttan at niðurgera tey, sum hava trupulleikan, tí tað eru jú flestu okkara, sum eru í hesum bólki, sigur Mette Lolk Hanak - Yvirvekt kemur sníkjandi við einum hálvum til tveimum kilo’um um árið. Flestu vita, at tað er trupult at tapa seg aftur - og enn truplari at halda lægri vektina, sigur granskingarleiðarin