Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-23, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. desember 2004síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 246 - 23. desember 2004 7 Anna Sofía Norden- dal arbeiðir á kunn- ingarstovuni á flog- vøllinum. Og hon kennir seg nú noydda at tala at tí, sum Janus Petersen stjóri í Før- oya Banka segði í eini grein í Sosialinum herfyri. - Tað er stór- ur tørvur á deildini á Flogvøllinum, tað vita øll uttan Janus , sigur hon AFTURLATINGAR Eydna Skaale Eydna@sosialurin.fo – Vit vita væl, at automatin er á flogvøllinum, og at tað eisini er eitt slag av service. Men hvat so, tá automatin ikki riggar? Og tað er ikki so sjáldan, greiðir Anna Sofía Nordendal frá. Sjálv arbeiðir hon á kunningarstovuni á Flog- vøllinum, og tað er sostatt hon, ið má taka sær av kundum hjá Føroya Banka, sum koma at klaga, tá bankin ikki er opin og automatin ikki er virkin ella er stongd. Long bíðirøð Anna Sofía greiðir frá, at Ruborg Zacharissen arbeið- ir í deildini á flogvøllinum, og hon hevur arbeitt har í 39 ár. Nú er hon uppsøgd, tí deildin á flogvøllinum letur aftur í februar 2005. – Tað, sum Janus segði, haldi eg vera so niðrandi fyri hana. Hon hevur verið so trúgv í sínum arbeiði í bankanum, og nú kemur stjórin út í bløðini og sigur óbeinleiðis, at tað ikki loysir seg at hava hana hon einki ger til nyttu. Eg haldi tað vera ótrúliga løgið, heldur Anna Sofía Norden- dal Hon sigur, at bankin letur upp kl 10 um morgnarnar, áðrenn flogfarið fer, og tað er altíð ein long bíðirøð. - Tað vita øll, sum ferðast ella sum arbeiða á flogvøll- inum. Í Janus'sa verð loysir tað seg ikki at hava bankan opnan, men Janus hevur allarhelst ongantíð verið á flogvøllinum, tá ferðafólk koma ella fara, og bankin er stongdur. Tá koma allar klagurnar beinleiðis til okkum, men vit fáa einki gjørt við tað, vísir Anna Sofía á. Hon heldur, at tá Janus Petersen segði við Sosialin, at bankin allíkavæl bert er opin fáar tímar um dagin, og at tað tí ikki kemur at merkjast nakað serligt um hann hvørvur heilt, tá hevur hann púra misskilt okkurt. - Bankin er opin, tá flest fólk ferðast. Hóast Ruborg, sum arbeiðir har, bert eigur at hava bankan opnan eina ferð um dagin, so kemur tað meiri enn so fyri, at hon av sínum eintingum kemur niðan aftur á fløgvøllin, tá flogførini úr Aberdeen og Íslandi koma. Tað er nakað sum hon vurderar sjálv. Og er hon ikki har, so er tað stórur saknur i henni, tað er so púra vist, staðfestir Anna Sofía Nordendal. Nógvar klagur Anna Sofía sigur, at kunn- ingardiskurin fær nógvar klagur, tá bankin ikki er opin, og flogfør koma inn. – Janus sigur, at tey flestu hava kort allíkavæl, og at tey tí kunnu taka sær danskar pengar út úr auto- matini. Men tað eru fleiri ting, sum hann ikki hugsar um. Fyri tað fyrsta eru tað framvegis fólk, ið ikki hava kort, men bert reiðan pen- ing. Hvat skulu tey gera? Tey hava jú ongar pengar at gjalda bussin fyri. Síðani er tað ikki so heilt sjáldan at automatin er í ólagi. Og fyri tað triðja, so er auto- matin stongd ímillum kl. 24 og 06 hvørja nátt. Um flog- farið er seinkað, so sleppa fólk ikki í automatina at taka sær pengar út, greiðir Anna Sofía frá. Hon vísir á, at allar hesar klagurnar koma til kunn- ingardiskin, men tað er einki, sum tey kunnu gera við tað. – Tað er heilt víst, at tað eru nógv ferðafólk, ið hava ikki hava goldið fyri bussin til Havnar, tí tey ikki hava fingið tikið pening út nakrastaðni ella vekslað, sigur Anna Sofía. Hon heldur eisini, at frágreiðingin, sum Janus Petersen gav í Sosialinum herfyri, var heilt ótrúliga einsíðug. – Janus vildi vera við, at tað bert vóru ein ella tvær avgreiðslur um dagin, men tað er í øllum førum ikki satt. Ruborg hevur sitið har í 39 ár, og eg haldi tað vera langt úti, at hon nú skal fáa at vit, at hon einki ger til nyttu. Øll, sum eru á flog- vøllium, kunnu mótprógva hasum pástandinum um eina ella tvær avgreiðslur um dagin, slær Anna Sofía fast. Hon sigur seg vera greiða um, at stjórarnir bert vilja spara, og at teir allarhelst eisini fara at halda uppá sítt, men hon heldur, at teir hóast alt ikki kunnu siga ósatt í bløðunum. – Tað, sum Janus segði, kundi ikki fara ósvarað aftur við borðinum. Og tað er heilt víst, at bæði vit, sum arbeiða á fløgvøllinum og ferðafólkini standa aftan fyri hesi orðini, sigur Anna Sofía at enda. Stórur tørvur á deildini á Flogvøllinum Við metstóra post- kassanum, sum jóla- menninir eisini fara at nýta, er Skopun nú sett á heimskortið. Postkassin er sama slag sum teir hjá Postverkinum, bert 10 ferðir størri. Øll brøv til jólamenninar hava við hesum fingið eina adressu JÓLAPOSTUR Eydna Skaale Eydna@sosialurin.fo Sum skilst, so er hetta ikki nøkur heilt nýggj ætlan við stóra postkassanum í Skop- un, sum jólamenninir eis- ini skulu hava sín part av. Í hálvfjersunum plagdu tað nevniliga at vera jóla- menn, ið bóru jólapostin út í hvørt hús í Skopun, men tann siðurin er eftirhondini útdeyður. Í Skopun hava tey tí lagt høvdini á blot, fyri at finna eina góða ætlan fyri jólamenn og jólapost. Og nú er ætlanin vorðin til veruleika, millum annað tí nógvir góðir stuðlar við Valbjørn Dalsgaard og J.&K. Petersen á odda, tóku lógvatak um bygdina og ætlanina. Adressan hjá jólamonnunum Skopunar Kommuna hevur skipað fyri, at ein postkassi varð gjørdur. Ikki bert ein vanligur postkassi, men heimsins størsti. Heimsins størsti postkassi í Skopun fer at verða nýttur til allan vanligan post, men eisini til nakað heilt serligt. Hetta fer nevniliga at vera adressan hjá føroysku jólamonnunum. Postmenn- inir siga, at tað hvørt ár eru í hópatali av børnum, ið senda brøv til jólamenninar, men postmenninir hava higartil ikki heilt vitað, hvar brøvini skuldu berast út. Men tað vita teir framyvir. Øll brøvini sum verða send til jólamenninar fara at verða organiserað, lisin og eisini svarað!. Her kunnu børn sostatt nú senda síni ynski til jólamenninar, sum so fara at svara øllum børnunum aftur til jólini í komandi ári. 1. sunnudag í atvent fara jólamennir at koma oman úr fjøllunum at vita, um nakar postur er til teirra, og teir vóna, at nógv fólk fara at verða spent til hendan dagin, tá okkurt heilt serligt væntandi verð- ur gjørt burturúr. Merkisdagurin trettandi Úr Skopun siga tey, at tey eru ógvuliga spent uppá postkassatiltakið, sum bæði fer at seta Skopun á heims- kortið, eins væl og á Før- oyakortið. Nú eiga tey heimsins størsta postkassa, men tey vóna, at hetta eisini fer at gera Skopun til eina jóla- bygd í Føroyum, og at fólk fara at vera spent uppá at síggja jólamenninar koma oman úr fjøllunum at tøma postkassan. Í Skopun var gamalt, at jólamenninir komu 1. Sunnudag í atvent, og at teir fóru avstað aftur trett- anda. Tá var trettandi hildin sum ein merkisdagur, men eisini hesin siður er mest sum útdeyður nú. Tiltakið við postkassan- um og jólamonnunum fer tí vónandi eisini at gera trettanda til ein merkisdag aftur, tí tá fara jólamenninir niðan aftur í fjøllini, har teir búgva. Sosialurin ringdi eisini til Ruborg Zachariassen, sum seinastu 39 árini hevur arbeitt á deildini hjá Føroya Banka á Flog- vøllinum. Hon ynskti tó ikki at gera nakra við- merking til málið um at niðurleggja deildina har. Men í okkara samrøðu, sum vardi 4 minuttir, var lætt at staðfesta, at talan var um fleiri enn 1-2 av- greiðslur um dagin hjá. Hon var upptikin av sínum arbeiði so at siga alla tíðina, ímeðan vit tosaðu. eys Nógv at gera Jólamenninir fingið postkassa