hósdagur 23. desember 2004síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 246 - 23. desember 2004
– Eg hevði væl tímað
verið skipari á einum
føroyskum fiskiskipi,
men tað verður helst
ikki í mínari tíð. Tað
verður onkur onnur,
sum kemur at uppliva
tað, sigur Lena Siv-
ertsen, sum seinasta
fríggjadag fekk prógv
sum skipsførari. Lena
hevur ikki gjørt av,
hvat hon ætlar sær,
men tað fyrsta málið,
sum liggur fyri
framman, er sjálvt
vinnubrævið
SAMRØÐA
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Norðdepil:
28 ára gamla Malena Siv-
ertsen, sum vanliga verður
kallað Lena, tók skipsfør-
araprógv seinasta fríggja-
dag. Tað er ikki vanligt í
Føroyum, at ein kvinna
velur hesa lívsleið, men
fyri Lenu hevur tað so at
siga ongantíð verið nakað
ivamál.
Longu sum 11 ára gomul
skrivaði hon í eina »Mine
bedste venner« bók hjá ein-
ari vinkonu, at hon ætlaði
sær at vera skipari, tá hon
bleiv stór.
– Eg havi altíð ætlað mær
at verða skipari. Eg veit
ikki rættiliga, hví eg havi
verið so avgjørd, men áhug-
in er í øllum førum tilstað-
ar, sigur Lena og setur seg
niður við borðið í stovuni í
barndómsheiminum
í
Norðdepli.
Pápi hennara er skipari,
og tað eru fleiri aðrir skip-
arar í familjuni. Lena minn-
ist aftur á nógv prát um
bátar, skip og fisk. Eisini
nógva pátrúgv viðvíkjandi
kvinnum og fiskiskapi.
– Eg minnist til dømis, at
eitt konufólk mátti ikki
nerta við línuna, áðrenn teir
fóru, tí so fingu teir onki,
greiðir Lena flennandi frá.
Hon heldur fram, at um teir
møttu einum konufólki á
veg til fiskiskap, so vendu
teir aftur, tí tað merkti
óhepni.
Lena heldur, at føroy-
ingar eru komnar langan
veg síðani hasa tíðina, men
samstundis tykist hon vera
púra greið yvir, at hon
neyvan verður skipari á
einum føroyskum fiskifari.
– Tað finnast neyvan
nógvir føroyskir fiskimenn,
sum høvdu siglt undir
einum kvinnuligum skip-
ara, sigur hon púra avgjørd,
men leggur so afturat, at tað
er so hennara egna uppfat-
an.
Lena greiðir frá, at hon
hevur
møtt
mongum
mannfólki, sum hava róst
henni fyri hennara avrik á
Sjómansskúlanum,
men
sum í sama andadrátti hava
sagt, at teir høvdu farið av,
um ein kvinna var skipari,
tí tað heilt einfalt ikki kann
lata seg gera at sigla undir
einum kvinnuligum skip-
ara.
Lena tekur tó ikki hesar
útsøgnirnar serliga tungt
ella stoytandi.
– Tað er nakað forferdil-
igt vrøvl, tí kvinnur eru
minst líka dugnaligar sum
menn, slær hon fast og
leggur ivaleys afturat, at
fekk hon møguleikan, so
tók hon av.
Eg gangi bara í skúla
At tað er sjáldsamt, at ein
kvinna tekur skipsføraraút-
búgving hevur Lena merkt
ofta. So ofta, at tá hon varð
spurd, hvat hon gjørdi, so
svaraði hon bara, at hon
gekk í skúla.
Ikki uttan so at fólk
spurdu, hvat fyri skúla,
segði hon teimum tað.
– Eg tímdi ikki, tí so fór
alt prátið bara at snúgva seg
um tað. Hví eg hevði valt
tað og so framvegis, sigur
hon lítillátin.
At ganga í flokki saman
við bara mannfólki, hevði
Lena onki ímóti. Hon sigur,
at tað hevur sínar avgjørdu
fyrimunir.
Flokkurin hjá henni var
fyrimyndarligur, og saman-
haldið var sera gott. Ong-
antíð merkti hon nakað til,
at tað varð gjørdur munur á,
tí hon var konufólk, og tað
heldur hon er deiligt.
Men hon viðgongur, at
viðhvørt kundi tað vera
dekan ov stuttligt bara at
práta um skip og bátar.
– Eg haldi, at eg dugi
allan skipalistan uttanat,
sigur hon flennandi. So
gerst hon álvarsom aftur og
sigur, at tað góða við mann-
fólki er, at teir klika seg
ikki saman. Ei heldur sita
teir og tosa aftan fyri rygg-
in á hvørjum øðrum.
– Mannfólk siga sína
meining beint út við hvønn-
annan, og so er tað úti av
verðini. Ikki so fornermis-
ligir sum nógv konufólk
eru, sigur hon við einum
skeivum smíli.
Ring av sjóverki
Fyri at sleppa á skipara-
skúla, krevst siglingstíð.
Lena fór við Nærabergi,
men tað var ikki júst við tí
fyri eyga at fáa siglingstíð
til skiparaskúlan.
– Eg hevði slettis ikki
gjørt av at fara á skipara-
skúla, tá eg fór við Næra-
bergi, greiðir Lena frá.
Dreymurin um at gerast
skipari fánaði eitt sindur, tá
hon í 9. flokki fór í starvs-
venjing umborð á Tjaldrin-
um. Hon legðist við sjó-
verki, og hon minnist ilt
aftur á, hvussu ringt tað var.
Hetta gjørdi, at hon sló
tankan um at gerast skipari
út úr høvdinum í eina tíð.
Men eftir at hon hevði vant
seg við sjólívið við Næra-
bergi, byrjaði tankin aftur
at spíra.
– Eg eri ræðuliga ring av
sjóverki, men nú veit eg,
hvussu skjótt tað er at venja
seg við tað, so tí stúri eg
ikki fyri longur, sigur hon
og smílist.
Aftaná knapt tvey ár við
Nærabergi hevði hon fingið
neyðugu siglingstíðina, og
hon byrjaði so á sjófarts-
skúla í Klaksvík.
Dugnalig
Lena
er
ein
dugnalig
kvinna. Hon hevur klárað
hvørt stigið á vegnum til
sína útbúgving sum skips-
førari við rós. Tað gjørdi
hon eisini hesa seinastu
ferð. Hon fekk eitt penna-
sett saman við skipsførara-
prógvinum. Afturat tí eigur
hon eisini tveir kikarar og
barometur og klokku, sum
hon fekk frá hinum útbúgv-
ingunum.
Útbúgvingin til skipsfør-
ara er long, og nógvar
royndir eru. Hvørt hálvár
fara tey upp til millum
tíggju og trettan royndir.
Síðani hon byrjaði á sjó-
fartsskúlanum hevur hon
verið upp til nærum 60
royndir tilsamans. Ongan-
tíð dumpaði hon nakra
roynd, og miðaltalið á
próvnum talar fyri seg um,
hvussu dugnaliga kvinnu
vit her tosa við.
– Eg haldi, at hendan
útbúgvingin hóskar sera
væl til mín, tí mær dámar
so øgiliga væl støddfrøði.
Og tað er nógv støddfrøði í
útbúgvingini. Sjálvandi eru
eisini aðrar lærugreinar,
men so nógv mest stødd-
frøði, greiðir Lena frá.
Hon ætlar sær fyrst og
fremst at fáa vinnubrævið
nú. Til tað krevst siglingstíð
við einum farmaskipi, men
hon veit ikki, hvussu lætt
tað er at fáa tað í Føroyum í
dag. Men hon fer so at leita,
tá høgtíðin er farin afturum.
Lena valdi tilvitað at fara
allan vegin til skipsførara,
tí hon hevur ikki ætlanir um
at sigla restina av sínum
lívi. Tað kann eisini vera
torført hjá einari kvinnu
eftir at hon hevur fingið
børn, men tað er ikki
aktuelt fyri Lenu Sivertsen
fyribils.
Hon sigur, at hon kundi
væl hugsað sær at ført eitt
bingjuskip
ella
ferða-
mannaskip, men kemur so
aftur inn á hetta, at hon
eisini kundi hugsað sær at
ført eitt føroyskt fiskiskip.
– Tað er spenningurin
við, hvussu fiskiskapurin
eydnast, sum er so lokkandi
við einum fiskiskipi, men
sum sagt, so tori eg ikki at
gera mær nakrar stórvegis
vónir um at gerast skipari á
einum føroyskum fiski-
skipi, sigur Lena Sivertsen,
nýklakti skipsførarin, úr
Norðdepli.
Lena bjóðar seg fram sum skipara
Lena Sivertsen úr Norðdepli hevur allar hurðar opnar, tá tað kemur til framtíðarstørv. Men hon dylir ikki fyri, at hon væl kundi hugsað sær at ført ein føroyskan
trolara