Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-23, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. desember 2004síða 5

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 246 - 23. desember 2004 5 Føroyingar vilja keypa Hotel Føroyar Samráðingar eru í løtuni millum Smyril Line og føroyskar keyparar, ið eru áhug- aðir í Hotel Føroyum. Eisini aðrar ognir hjá Smyril Line eru á sølulista BJARGING Edvard Joensen Alt verður í hesum døgum gjørt fyri at bjarga Norr- önu. Millum annað eru samráðingar um at selja burtur av øðrum ognum hjá Smyril Line. Tað mest ítøkiliga í løtuni er søla av hotellinum við Oyggjar- vegin. Klæmint Weihe, nevndar- formaður í Smyril Line, váttar, at samráðingar í løt- uni eru við áhugarar keypar- ar, sum vilja hava Hotel Føroyar. Við í teirri søluni er eisini vallaraheimið, sum liggur við síðuna av hotell- inum, sigur Klæmint Weihe. Hann sigur, at talan er um føroyingar, sum samráðing- ar nú eru við. Onkur útlend- ingur hevur eisini víst áhuga, men tær seriøsu sam- ráðingarnar eru so bara við tann eina partin í løtuni. Hvør tað er, og hvussu nógv boðið er, vil nevndarfor- maðurin ikki siga nakað um. Eisini aðrar ognir hjá Smyril Line hava verið nevndar í samband við, at seljast skal fyri at fáa til vega likvititet til at bjarga Norrönu. Skrivstovubygn- ingarnir við Jónas Broncks- gøtu hava verið nevndir, eins og útferðarskipið Norðlýsið eisini hevur ver- ið umtalað sum ein møgu- lig inntøkukelda. Norröna fer fyribils at halda fram at sigla sum hig- artil. Samráðingarnar við Fjord Line ganga sína gongd sigur Klæmint Weihe, og í hvussu er til jólasiglingin er av, fer Norröna at sigla upp á Føroyar. – Og so aftur í summar. Tað er heilt vist, at vanliga summarsiglingin verður, sum hon plagar at vera, og tað verður Norröna, sum fer at sigla, sigur Klæmint Weihe. nevndarformaður i Smyril Line. Nevndarformaðurin í Smyril Line sær bjart- ari upp á framtíðina eftir eykaaðalfundin týsdagin, har nevndin fekk loyvi frá parta- eigarunum til at hækka partapeningin FERÐAVINNA Edvard Joensen Vónirnar eru bjartari nú, nevndin í Smyril Line hevur fingið loyvi frá parta- eigarunum at hækka parta- peningin, sigur nevndarfor- maðurin í Smyril Line, Klæmint Weihe. Á eykaaðalfundinum hjá Smyril Line týsdagin boð- aðu teir báðir stóru før- oysku partaeigararnir, Tryggingarfelagið Føroyar og Framtaksgrunnur Før- oya, frá, at teir góvu loyvi til, at partapeningurin í felagnum verður hækkaður. Teir stóru játta Gunnar í Liða, forstjóri í Tryggingarfelagnum, segði við Sosialin beint eftir fundin, at Tryggingarfelag- ið hevði gjørt av at hækka sín partapening í mun til samlaðu hækkingina. Við teimum tølum, sum fyri- liggja, verður nýggja inn- skotið hjá Tryggingarfel- agnum slakar 10 milliónir krónur, sigur hann. Hin stóri føroyski parta- eigarin er Framtaksgrunn- urin. Nevndarformaðurin í grunninum, Dagmar Joen- sen, sigur, at leiðslan fyri Framtaksgrunnin hevur gjørt av, at viðmæla, at partapeningurin verður hækkaður. Og hesum boð- aði grunnurin frá á eykaað- alfundinum týsdagin. Men Framtaksgrunnurin hevur ikki gjørt av, um grunnurin sjálvur skal seta nýggjan partapening í fel- agið. Og heldur ikki, um so verður, hvussu nógv tað skal vera, sigur Dagmar Joensen Útlendingarnir Tað sær ikki so galið út í løtuni, sigur nevndarfor- maðurin i Smyril Line, Klæmint Weihe. Nú játtan er komin frá Tryggingini um slakar 10 milliónir, og hetlendingar hava sett góðar 30 milliónir í okkara peningi í felagið, mangla einar 18 milliónir í tær 60, sum kravið frá fígg- ingarstovninum er. Fáa vit nú hinar stóru partaeigarar- nar at seta í í sama lutfalli, er fyrsta málið rokkið. So er eftir at fáa hinar parta- eigararnar at hækka sín part. Hinir stóru partaeigar- nir, nevndarformaðurin tos- ar um, er umframt Fram- taksgrunnin tveir íslendskir íleggjarar. Útferðarskipið Norðlysið, sum Smyril Line eigur, er eitt av aktivunum, ið nevnt er sum møgulig søluvøra fyri at fáa til vega kapital til at bjarga Norrönu Mynd: Edvard Joensen Smyril Line fer at yvirliva Halda allir teir stóru parta- eigararnir í Smyril Line sítt, fer tað at bera til at savna neyðuga partapeningin, sigur nevndarformðaurin, Klæmint Weihe