Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-23, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. desember 2004síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 246 - 23. desember 2004 Íslendingar vilja hava Norrönu Íslendingar hugsa um, hvat teir kunnu gera fyri at hava Norrönu siglandi, sig- ur íslendski nevndar- limurin í Smyril Line FERÐAVINNA Edvard Joensen – Íslendingar hugsa mjög stivt, sigur Jónar Hall- grímsson, umboðsmaður hjá Smyril Line á Seyðis- firði og nevndarlimur í felagnum. Teir vilja fegnir hava Norrönu framhaldandi at sigla til Íslands, sigur hann. Hann sigur seg ongan íslending kenna, sum ikki er positivur, tá tosað verður um Norrönu. Uttan at kenna nakað ná- greiniligt til, hvat íslendsku partaeigararnir fara at gera í samband við hækking av partapeningi í Smyril Line, sigur Jónas Hallggrímsson, at tað er hansara meting, at teir vilja seta meira í felagið. – Men teir vilja hava eitt sindur av umhugsunartíð, áðrenn nøkur endalig av- gerð verður tikin, sigur hann. – Norröna hevur ómeta- liga nógv at týða fyri bygd- irnar her, sigur Jónas Hall- grímsson. Ikki bara Seyðis- fjørð, her hon leggur at, men soleiðis yvirhøvur, sigur hann. Hetta er einasta bilferja, íslendingar hava, og hana vilja teir varðveita. Jónas Hallgrímsson vísir á tann týdning, hon hevur fyri ta stóru orkuútbygging- ina, sum í løtuni fer fram í Fjarðabyggd á Eysturland- inum, har ein stór byrgin verður gjørd uppi í sveituni innan fyri Reyðafjørðin, har eisini eitt rættiliga stórt kraftverk skal byggjast. Og so er tað útflutningur- in, sum ongastaðni í Íslandi hevur so góðar møguleikar sum júst Norrönu, sigur hann. So alt í alt hevur hann góðar vónir um, at íslend- ingar eisini fara at gera av at hækka sín part av parta- peninginum i Smyril Line, sigur Jóans Hallgrímsson á Seyðisfirði. Seyðisfjørður. Norröna hevur alstóran týdning fyri vinnuna á Eysturlandinum, og íslendingar vilja treyðugt sleppa henni Mynd: Edvard Joensen ónas Hallgrímsson, umboðsmaður hjá Smyril Line á Seyðisfirði, væntar, at eisini íslendsku partaeigararnir fara at hækka sín partapening í Smyril Line Mynd: Edvard Joensen Lesið -so eru tit við!