týsdagur 7. juli 2020síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 8. juli 2020 · Nr. 53
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TØKK
Hjartaliga takki eg øllum, sum á ymiskan hátt
mintist til mín á 90 ára degnum 26/6-2020.
Vinarliga
HJØRDIS JOENSEN, VÁGUR
TØKK
Jóna Elinborg Hansina Nysted
Johannesen
f. 4. juli 1942 d. 6. apríl 2020
Tøkk fyri sýnda samkenslu, tá ið góða
mamma, vermamma og omma okkara Elinborg
Johannesen brádliga andaðist og varð jarðað.
Tøkk til intensivu deild á Landsjúkrahúsinum
og Ríkissjúkrahúsinum, stóra tøkk fái
starvsfólk á B7 og uppvenjingini fyri røkt,
umsorgan og uppvenjing. Serstøk tøkk til
tykkara í Luddalon í Tjarnargarði, ið gjørdu
lívskvøld hennara so blítt og gott. Tøkk øll
tit, ið trúliga vitjaðu í Keypmannahavn og á
Landssjúkrahúsinum, meðan hon lá illa sjúk
og veik og eisini á Tjarnargarði, tá ið hon var
komin fyri seg.
Tøkk til Sverra Steinhólm, prest, fyri at vera
hjá, tá ið hon júst var farin í annað ljós. Tøkk
til Hera Joensen, prest, fyri uggandi og lýsandi
orð í Vesturkirkjuni.
Takk fyri uppmerksemi, heilsanir á sosialu
miðlunum, blómur, kransar og minnisgávur til
Tjarnargarð.
Væl verði tykkum fyri, sum hóast truplar
umstøður vóru saman við okkum í kirkjuni,
uttanfyri, í kirkjugarðinum og fylgdu við á
alnetinum.
Tøkk til Herman Eysturoy frá Gravarhjálp fyri
holla og virðiliga tænastu.
Stóra tøkk øll tit, ið sýndu mammu og pápa
okkara vinalag og kærleika.
Fróð á foldum, nú undir moldum
Í skýnum skrivað, at tit liva
F.v.
Jörgin og Kristjan
TØKK
Hjartaliga takka vit øllum sum sýndu
samkenslu, tá okkara elskaði maður, pápi,
verpápi, abbi og langabbi
Karstin Tórbjørn Petersen
15. juni 1948 - 5. apríl 2020
andaðist og flutti heim til Harran.
Takk til familju, vinir og kenningar fyri alla
umsorgan og troystaríkar heilsanir. Takk fyri
blómur og kransar. Takk fyri minnisgávu til
Zarepta. Ein serlig tøkk til Paula, Eivind, Jóann
og Árna fyri troystarrík orð og undirspæl.
Familjurnar vega
Anna, Anja, Sigird, Karin og Karstin
TØKK
Hjartaliga takka vit øllum fyri sýnda samkenslu
tá elskaða kona, mamma, vermamma, omma
og langomma okkara
Vilbjørg Sivertsen
F. Vestergaard
Norðdepil
F. 16 juni 1937 - D. 6 desembur 2019
andaðist og var jarðað
Takk til Klaksvíkar Sjúkrahús, Takk fyri
heilsanir, blómur, kransar og minnisgávur til
Qaamasoq barnalegunar í SuðurGrønlandi.
Takk fyri troystarrík orð í kapellinum, Hermon
og á grøvini og hjálp til jarðarferðina og til
tykkum sum bakaðu og hjalpti til við ervinum.
Takk til tykkum mongu í fylgdu Vilbjørg til
hennara seinasta hvíldarstað
Rólvur
Astrid, Aslaug, Petur Jørgin, Marin og
Jóhannes v/fam.
TØKK
Hans Elmar Poulsen
f. 28.02.1938 – d. 21.03.2020
Vit vilja takka øllum hjartaliga, sum sýndu
samkenslu, táið elskaði maður, pápi, verfaðir,
abbi og langabbi okkara, andaðist og varð
jarðaður.
Tøkk til starvsfólkini á Landsjúkrahúsinum,
og til tykkum, sum hjálptu til við
jarðarferðini og ervinum. Takk fyri blómur,
kransar og heilsanir. Takk tit mongu, sum
stóðu á leiðini frá salinum til grøvina. Eisini
vilja vit takka fyri minnisgávur til Juvel II.
Kirstin, Dorit, Sofus, Dánjal Pauli, Heðin,
Guðrun og Katrin við familjum.