týsdagur 7. juli 2020síða 28
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 8. juli 2020 · Nr. 53
28
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Jóannes Hansen/Tróndur Arge
Allir fimm dystirnir í 11. umfari
vóru leygardagin. Dystirnir
blivu fluttir fram, tí 1. umfar í
kappingin um Løgmanssteypið
verður mikukvøldið. Tað bleiv
sum vætað fimm sigrar til
fimm tey stóru. HB, NSÍ, KÍ,
B36 og Víkingur vunnu øll sínar
dystir, men serliga HB og KÍ
vóru í trongum skóm, umframt
at tað var spenningur til tað
seinasta í Runavík, har EB/
Streymur var á vitjan.
HB stýrir millum skerini
Fótbóltsfepurin í Fuglafirði
er høgur, og tað er ikki sørt,
at tey í ÍF leguni – serliga tey
uttanfyri vøllin – aftur og
aftur minna á, at nú er teirra
lið millum tey í topp fimm.
Í stevnudystinum leygardag
in var møguleiki hjá ÍF at vinna
úrtøku ímóti einum av teimum
heilt stóru. Toppliðið HB var
stevnugestur. Skaðalistin hjá
HB er alinlangur, og tað verður
leitað mest sum við lykt fyri at
finna skikkaðar álopsspælarar.
Heimamenninir
bardust
sum úlvar á skóg, og tað var
spenningur til síðsta bríksl, tí
ÍF legði alt tað fyri, sum teir
reyðu áttu í sær og næstan
meiri enn tað. Í evstu løtu varð
lagt innfyri úr høgru, og lið
formaðurin Jan Ó. Ellingsgaard
stútaði dygst framvið handara
stólpa, og so var liðugt. HB
vann 2-1 og verður eisini eftir
11. umfar topplið.
ÍF legði seg á odda í 6.
minutti. Langt útspark, Uros
Stojanov snittaði víðari til
Hans Jákup Lervig, sum varð
leysur innanfyri verjuna, og av
brotsteigarmarkinum fluktaði
hann bóltin inn við stólpan.
HB hevði risa møguleika
at javna í 14. minutti. Daniel
Johansen
legði
við
horna
innfyri úr vinstru, og Bartal
Wardum stútaði dygst framvið
handara stólpa.
HB var greitt omaná, og
lukkan var fleiri ferðir nógv
betri enn forstandi hjá ÍF verju
ni, sum ikki fekk mál ímóti sær
fyrr enn ein lítil hálvur tími var
farin.
Mathias Nygaard stútaði
til 1-1 í 29. minutti. Nógv av
HB spælinum gekk fyri seg
í vinstru, har Daniel Johan
sen var framrættaður og sera
eyðsýndur. Mads Boe Mikkel
sen dró út frá í brotsteiginum
og legði bóltin til handara stól
pa, har Mathias Nygaard við
høvdinum setti bóltin dygst
inn við stólpanum.
HB spældi seg til støður og
møguleikar, men tað var ÍF,
sum átti nógv tann størsta
møguleikan. Eftir innlegg úr
vinstru sneiddi Hans Jákup
Lervig seg leysan av mið
verjuni, og úr góðari støðu
og seks metrar úr málinum
smekkaði hann til. Men Teitur
Matras Gestsson í HB málinum
stórbjargaði við beinparadu og
umvegis tvørtræið.
Ein minutt undan steðgi
num
spældi
Mathias
Ny
gaard seg eftir eitt tvey sam
anspæl í høgru heilt leysan í
málteiginum eitt vet til høgru.
Hann royndi at lyfta bóltin
framvið málverjanum, men
Jákup Nolsøe Olsen stórbjarg
aði.
Og so var tað, at Teitur M.
Gestsson í tíðini, sum dómarin
legði aftrat fyrra hálvleiki, stór
bjargaði so heilt framúr, tá ið
Hans Jákup Lervig royndi seg
úr fimm metrum.
Eftir
steðgin
myndaðist
tað fyri tað nógva, sum tað
hevði gjørt í fyrra hálvleiki.
Favorittarnir fluttu seg betri
fyri hvørjum øðrum, og teir
vóru tryggari á bóltinum og
í samanspælinum, og leingi
gekk tað væl meiri fyri seg á ÍF
hálvuni. Í 66. minutti eydnaðist
tað HB at leggja seg á odda 2-1
við málinum, sum vísti seg at
vera sigursmálið.
ÍF misti í uppspælinum,
akkurát innskifti Hilmar Leon
Jakobsen spældi fram í vinstru
til René S. Joensen, sum sendi
bóltin millum beinini á ÍF
málverjanum, ið var noyddur
at leypa úr málinum.
Báðir málverjarnir høvdu
fleiri góðar bjargingar, og heilt til
síðsta bríksl vóru spentar støður,
men tá ið alt kom til alt, var tað
toppliðið, sum vann, og fram
vegis bíða fuglfirðingar eftir, at
teirra lið skal vinna á teimum í
toppinum – øðrum enn Víkingi.
B36 hevur stongt málið
Fyri triðju ferð á rað fór B36
av útivølli, uttan at málverjin,
Rói Mørk Hentze, noyddist
at fara í meskarnar eftir
bóltinum. Eftir 3-0 í Fuglafirði
og 3-0 í Streymnesi endaði tað
í leygardagin við 4-0 sigri á
Argjum.
Tá ið dómarin bríkslaði fyri
hálleiki, var støðan 1-0 til B36.
Hóast teir í árstalsfelagnum
vóru
omaná,
so
var
tað
framvegis
spurningur
um,
hvussu tað fór at tørna út.
Málið í fyrra hálleiki skoraði
Michal Przybylski í 11. minutti.
Uppleggið átti vongverjin í
høgru Benjamin Heinesen.
Beinanvegin eftir steðgin
økti Árni Frederiksberg um
leiðsluna til 2-0, og síðani var
spurningurin heldur, hvussu
stórur B36 sigurin fór at verða
heldur enn møguleikin fyri, at
tað skuldi eydnast AB at javna.
Miðskeiðis í seinna hálvleiki
økti
Sebastian
Pingel
um
munin til 3-0. Uppleggið átti
Meinhard
E.
Olsen.
Bestu
málskjúttarnir hjá B36 eru
Sebastian
Pingel
og
Árni
Frederiksberg
við
fimm
málum, Michal Przybylski við
seks málum og so Meinhard
E. Olsen, sum fram ímóti
dystarenda staðfesti rimmar
B36 sigurin og við 4-0 málinum
skoraði
fyri
sjeyndu
ferð
higartil í ár.
Víkingur vann greitt á Skála
Tað var als einki at rafla
um, tá ið Skála hevði vitjan av
Víkingi. Tá ið eitt stórt korter
var farið, vísti máltalvan 3-0 til
Víking, og so var spurningurin
bara, hvussu stórur sigurin hjá
Víkingi fór at verða.
Tað endaði 4-0. Øll málini
vórðu skorað í fyrra hálvleiki.
Víkingur hevði millum teir
fyrstu ellivu Géza Turi og
Arnbjørn Svensson.
Tveir
fyrrverandi
Skála
spælarar syrgdu fyri fyrsta
málinum, sum varð skorað, tá ið
tíggju minuttir vóru farnir. Ari
Olsen legði inn fyri úr høgru,
og bólturin ferðaðist aftur
um handara stólpa, har Jákup
Johansen royndi at stýra bóltin
í málið. Bárður á Reynatrøð –
fyrrverandi Víkinga spælari –
í Skála málinum tóktist hava
tak á støðuni, men bólturin fór
dygst inn við stólpanum og í
málið.
Málskjúttin og uppleggjarin
fegnaðust ikki nakað serligt,
men tað gjørdi viðspælararar
nir, og víkingarnir koyrdu á.
Bæði í 14. og í 18. minutti
bríkslaði dómarin Rana A.
Skaalum fyri brotssparki til
Víking. Veteranarnir Lukasz
Cieslewicz og Atli Gregersen
umsettu til 2-0 og 3-0, og so
var spurningurin bara, hvussu
stórur sigurin hjá gestunum
fór at verða. Hetta var sum at
hava steikina í mikroovni. Eitt
korter og so var alt avgjørt.
Í tíðini, sum var løgd aftrat
fyrra hálvleiki, økti miðverjin
Vukasin Tomic um munin til
4-0.
Eftir steðgin varð einki mál
skorað. Víkingur hevði tak á
støðuni og fleiri hornaspørk
og royndir ímóti málinum, enn
heimaliðið hevði. Trivaligi sig
urin ber við sær, at Víkingur er
aftur millum fimm tey fremstu.
Stóra tapið ber við sær,
at støðan hjá Skála ikki er
góð. Nógvir spælarar eru á
skaðalistanum, og í kvøld varð
Rói Olsen eisini settur á langa
listan. Hann noyddist skaddur
av vøllinum longu miðskeiðis
í fyrra hálvleiki, tá ið Aksel
B. Danielsen, ið hevur verið
skaddur, loysti hann av.
Eitt stig í ellivu dystum
boðar frá, at støðan hjá Skála
er ikki góð. Skaðar og aftur
skaðar ger tað lítið hugaligt
hjá skálamonnum, sum royndu
at vísa rætta hugburðin, hóast
støðan var, sum hon longu eftir
eitt korter vísti seg at vera –
hvussu stórt tapið fór at verða.
TB leyp kvøkk á KÍ
Við 2-1 heimasigri ímóti TB
syrgdi KÍ fyri, at fjarstøðan
fram til HB og toppin framvegis
er tvey stig. Fyrra partin av
fyrra hálvleiki var tað einki
á vøllinum, sum boðaði frá,
at meistararnir í KÍ eru við í
kappingini um oddasessin, og
at TB er við í stríðnum fyri at
sleppa undan plássunum, sum
bera hóttan fyri niðurflyting
við sær.
Gestirnir vístu beinanvegin,
at teir vóru ikki komnir til
Klaksvíkar fyri í nógva regni
num at royna at verja málleysa
javnleikin og so at dúva upp
á møguleikan at fara í skjótt
mótálop.
KÍ kendist frá fyrsta bríksli
at vera eitt sindur skeivt upp á
bein, og TB spældi við góðum
hugburði, stórum sjálvsáliti
og við nógvum fólki frammi á
vøllinum, tá ið møguleiki var
fyri tí.
Tað
vóru
fleiri
spentar
støður í og kring KÍ brotsteigin,
og tá ið eitt stórt korter var
farið, eydnaðist tað at fáa
mál. Samudeen Musah var
eyðsýndur og raskur fremsti
maður. Hann slapp leysur
innanfyri
heimaverjuna,
Kristian Joensen í KÍ málinum
noyddist at leypa út og hálv
bjargaði sera væl, men bólturin
støkk til framrættaða og eyð
sýnda miðvallaran John Villi
Leo Wøldike, sum sendi bóltin
upp í nettakið.
1-0 til TB og í nógva regni
num kendist hetta var skelkur
í heimaleguni.
TB legði nógva orku í, at tað
ikki skuldi verða soleiðis, at
11. umfar:
Betri deildin menn: Bæði HB og KÍ vóru í
avbjóðandi støðum, men fingu óvæntaða
hjálp. HB sendi hondbóltslandsliðsspælaran
Hilmar Leon Jakobsen á vøllin, meðan
tvøramenn kenna seg órættvíst dømdar í
Klaksvík, har Jóannes Bjartalíð takkaði fyri
HONDBÓLTSSPÆLARI
HONDBÓLTSSPÆLARI
BJARGAÐI HB
BJARGAÐI HB – BROTS
– BROTS
SPARK BJARGAÐI KÍ
SPARK BJARGAÐI KÍ