Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-07-07, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. juli 2020síða 29

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 8. juli 2020 · Nr. 53 gestirnir duttu aftur í verju­ støðu og ikki komu fram á vøll­in. Tað eydnaðist, og onkra ferð­ina var tað um reppið, at tað eydnaðist í skjótari vend á mótstøðuhálvuni at skapa yvirtalsstøðu. KÍ varð ikki tikið av fót­ um, og so við og við var tað heimaliðið, sum átti tað mesta av spælinum. Síðstu send­ing­ar­ nar vóru ikki altíð so neyvar, og marinalirnir vóru ikki við, tá ið hornaspørk vórðu løgd í brots­ teigin frammanfyri Frede­rik Mehder, sum var brandur í TB máli­num. Í fyrra hálvleiki vóru klaks­ vík­ingar ikki so sannførandi í nær­dystunum, sum tað kann roknast við, at meistararnir eru á heimavølli. Eftir steðgin var hug­burð­ urin øðrvísi. Seinbjørn Olsen hevði í kvøld fingið møguleikan á sentrala miðvøllinum saman við liðformanninum Jákupi B. Andreaseen. Sentrali mið­vøll­ urin var betri við eftir steðgin, tá ið Deni Pavlovic varð á vøllinum og seinna umfarið var sjey minuttir gamalt, tá ið tað eydnaðist KÍ at javna. Patrik Johannesen sendi innfyri við horna, og Jákup B. Andreasen skoraði til 1-1. So var dagsskráin alt meiri, um tað fór at eydnast gest­ unum at halda tørn. TB helt tætt, inntil tað restaðu stórir tíggju minuttir. Tá umsetti Jóan­nes Bjartalíð brotsspark til 2-1, og harvið eru tað fremvegis sjey ár síðani, at TB vann stig í Klaks­vík. Gestirnir úr suðuroynni eru alt annað enn nøgdir við brotssparkið, har sjón­banda­ myndir tykjast vísa at Frederik Mehder boksar bóltin fyrst – og síðani rennur í Ole Erik Midtskogen. Tað leyp einki av hjá NSÍ Tá ið Kári J. á Høvdanum bríkslaði fyri síðstu ferð við Løkina, vísti máltalvan 1-0. Gulu favorittarnir sóu út til at v e r a l æ t t i r um hjartað, og E B / S t r e y m a s p æ l a r a r n i r lútaðu við h ø v d i n u m . Teir høvdu stríðst fyri at skora og javna og harvið at vinna stig. Teir kendu seg síðstu løtuna fleiri ferðir at hava verið tætt við, men so stóðu teir eftir við ongum. NSÍ miðvallarin Salmundur Bech skoraði einsamalla málið, tá ið tað restaðu átta minuttri av fyrra hálvleiki. Heimaliðið hevði mesta partin av tíðini greiða yvirvág. NSÍ spældi seg til tíggju stór­ar møguleikar, og EB/Streym­ ur spældi seg til ein stóran møguleika. NSÍ hevði eina rúgvu av hornaspørkum, og EB/Streymur hevði eitt horna­spark. Rói Zachariasen bjargaði fleiri ferðir í EB/Streyma málinum, og verjan ofraði seg og blokeraði og taklaði. Tá ið tað ikki eydnaðist heima­monnunum at umseta stóru yvirvágini til mál, og tá ið støðan framvegis var 1-0, tá ið tað leið fram móti dystarenda, tevjaðu Jákup Martin Joensen og hansara menn møguleikan fyri, at tað skuldi eydnast at skora málið, sum hevði borið við sær stuldur av einum stigi. Arnbjørn Hansen varð skift­ ur inn, tá ið tað restaði eitt korter, og stinni miðverjin Andras Ó. Olsen varð fluttur fram í álopið. Tað var nær við og næstan, men tað eydnaðist ikki at skora málið, sum hevði borið stóra skelkin hetta um­ farið við sær. NSÍ fór fyri triðju ferð á rað av vøllinum við fullari úr­ tøku. Tað eru tvey stig fram til toppliðið HB, og hóast talan síðstu løtuna var um ikki sørt skelk, so er NSÍ fremsti avbjóðarin hjá HB í kappingini um oddasessin. sosialurin@sosialurin.fo ÍF – HB 1-2 (1-1) 1-0: Hans Jákup Lervig 6. 1-1: Mathias Nygaard 29. 1-2: René S. Joensen 66. Dómari: Jóhan Hendrik Ellefsen ÍF. Jákup Nolsøe Olsen – Sjúrður Pauli Nielsen, Jens Joensen, Jan Ó. Ellingsgaard, Andy Ó. Olsen (Gundur E. Petersen, 80.) – Hákun Edmundsson, Karl Løkin – Hans Jákup Lervig, Philip Djordjevic, Ari Ó. Ellingsgaard (Dánjal á Lakjuni, 55.) – Uros Stojanov HB: Teitur Matras Gestsson – Jógvan Rói Davidsen, Samuel Johansen Chukwudi, Bartal Wardum, Heri H. Mohr – Mikkel Frankoch, Mathias Nygaard, Dan í Soylu, Daniel Johansen – René S. Joensen (Áki D. Samuelsen, 80.), Mads Boe Mikkelsen (Hilmar Leon Jakobsen, 63.) AB – B36 0-4 (0-1) 0-1: Michal Przybylski 10. 0-2: Árni Frederiksberg 46. 0-3: Sebastian Pingel 66. 0-4: Meinhard E. Olsen 86. Dómari: Dagfinn Forná AB: Bjarki Vitalis Mørk – Gert Drangastein (Janus Svabo Samuelsen, 37.), Eli Christiansson, Sørin Samuelsen, Asbjørn Heðinsson (Dánjal Reginsson, 73.) – Tóki á Lofti, Bjarni Skála, Bartal S. Petersen (Adeshina Lawal, 46.), Jasper Van Der Heiyden, Jákup Pauli Breckmann – Bjarki C. Nielsen Gult kort: Bjarni Skála Venjari: Tonny Brimsvík og Símun Samuelsen B36: Rói Mørk Hentze – Benjamin Heinesen (Martin Agnarsson, 76.), Andrias H. Eriksen, Alex Mellemgaard, Andreas Thomsen – Magnus Holm Jacobsen (Brian Jakobsen, 80.), Erlendur Magnusson (Mattias Weihe Joensen, 88.) – Árni Frederiksberg, Michal Przybylski, Meinhard E. Olsen – Sebastian Pingel Gult kort: Erlendur Magnusson Venjari: Jákup á Borg Skála – Víkingur 0-4 (0-4) 0-1: Jákup Johansen 7. 0-2: Lukasz Cieslewicz br 14. 0-3: Atli Gregersen br 18. 0-4: Vukasin Tomic 45. Dómari: Rani A. Skaalum Skála: Bárður á Reynatrøð – Djóni Petersen (Jóhan Bergsson Johansen, 74.), Kristian Martin Jakobsen, Pætur Dam Jacobsen, Niels Pauli Danielsen – Haraldur R. Højgaard, Mikal á Reynatrøð – Rói Olsen (Aksel B. Danielsen, 27.), Jan Ingason Hansen, Heðin Klakstein – Poul Kallsberg (Hanus Mikkelsen, 77.) Gult kort: Pætur Dam Jacobsen, Heðin Klakstein, Haraldur R. Højgaard, Niels Pauli Danielsen Venjari: Bill Jacobsen Víkingur: Elias Rasmussen – Ari Olsen, Atli Gregersen, Vukasin Tomic (Noah Mneney, 46.), Bergur Gregersen – Bogi Reinert Petersen (Aron Jarnskor Ellingsgaard, 80.), Geza Turi – Lukasz Cieslewicz, Arnbjørn Svensson, Jákup Johansen (Olaf Bárðarson, 86.) – Finnur Justinussen Gult kort: Bogi Reinert Petersenð Venjari: Eyðun Klakstein KÍ – TB 2-1 (0-1) 0-1: John Villi Wøldike Leo 18. 1-1: Jákup B. Andreasen 52. 2-1: Jóannes Bjartalíð br 79. Dómari: Alex Troileis KÍ: Kristian Joensen – Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Jesper Brinck, Ísak Simonsen – Jóannes Bjartalíð, Steinbjørn Olsen (Deni Pavloivic, 46.), Jákup B. Andreasen, Patrik Johannesen (Boris Dosljak, 77.) – Ole Erik Midtskogen, Páll A. Klettskarð (Jonn Johannesen, 61.) Venjari: Mikkjal Thomassen TB: Frederik Mehder – Sebastian Kroner, Ndende Adama Guéye, Rasmus Møller, Musah Armah – Rógvi Joensen, Dánjal Godtfred – Jens Erik Bruhn (Andreas Midjord, 90.), John Villi Wøldike Leo, Einar Thorsteinsson (Eirikur M. Ellendersen, 67.) – Samudeen Musah Gult kort: Jens Erik Bruhn, Ndende Adama Guéye, Sebastian Kroner Venjari: Michael Winter NSÍ – EB/Streymur 1-0 (1-0) 1-0: Salmundur Bech 37. Dómari: Kári J. á Høvdanum NSÍ: Karstin Hansen – Jákup Jakobsen, Jóhan Troest Davidsen, Rógvi Egilstoft Nielsen – Bárður J. Hansen (Jann Martin Mortensen, 71.), Betuel Hansen, Salmundur Bech, Jann J. Benjaminsen – Búi Egilsson (Aron Knudsen, 65.), Klæmint A. Olsen, Petur Knudsen (Steffan Løkin, 80.) Venjari: Glenn Ståhl EB/Streymur: Rói Zachariasen – Árni G. Olsen, Andras Ó. Olsen, Mikkjal Hellisá, Ragnar B. Danielsen (Arnbjørn Hansen, 75.) – Hjalti Kárason Djurhuus (Magnus Heinason, 71.), Símun Sólheim – Tóki H. Johannesen, Teitur D. Olsen (Magnus Jarnskor, 71.), Gutti Dahl- Olsen – Gestur B. Dam Venjari: Jákup Martin Joensen Fakta 11. umfar: Betri deildin menn støðan # LIÐ D V J T MF MÍ MM STIG 1 HB 11 9 1 1 28 10 18 28 2 NSÍ 11 8 2 1 26 6 20 26 3 KÍ 11 8 2 1 30 11 19 26 4 B36 11 8 1 2 33 13 20 25 5 Víkingur 11 5 2 4 19 15 4 17 6 ÍF 11 5 1 5 14 22 -8 16 7 EB/S 11 2 1 8 6 20 -14 7 8 TB 11 1 3 7 7 15 -8 6 9 AB 11 0 4 7 7 31 -24 4 10 SKÁLA 11 0 1 10 7 34 -27 1