Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-07-07, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. juli 2020síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 8. juli 2020 · Nr. 53 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge Kappingin um Løgmanssteypið fer í søguna sum ein steypa­ kapping við einum øðrvísi enda. Koronasteðgurin hevur gjørt, at kappingin umskipað eitt sindur. Spælt verður á vanligan hátt, men fyri fyrstu ferð nakrantíð verður steypa­ finalan spæld so seint sum í desembur. Stóra broytingin er, at einki felag kennir treytirnar undan kappingarenda. Millum annað í fjør vann HB steypakappingini í septembur, og visti longu tá, at luttøkan í Evropa er tryggjað. Hartil eru bara trý pláss í Evropa á hesum sinni. Vit hava leingi havt fýra pláss og tað fáa vit helst eisini aftur til komandi kappingarár, men í ár eru treytirnar harðari fyri føroysku feløgini. TB-ÍF Mikudagin klokkan 15.30 DÓMARI: RÚNI GAARDBO Fyrsti dysturin í hesum umfarinum verður í Trongisvági, har TB tekur móti ÍF. Dysturin verður longu klokkan 15.30, so at fuglfirð­ ingarnir kunnu koma aftur til Fuglafjarðar mikukvøldið. - Vit fara eftir at vinna steypakappingina. Tað havi eg sagt fleiri ferðir. Tað eru fýra dystir og eg havi vunnið steypakappingina við liðnum, sum eru verri enn hetta ÍF-liðið. Eg elski steypakappingina, tað er spennandi og stuttligt, so vit ætla okkum at vinna steypakappingina. Vit fara suður týsdagin at fyrireika okkum og hava ein venjing. Tað er har vit í ÍF eru nú, sigur Hans Jørgen Djurhuus, sum saman við Ólavi Larsen er venjari hjá ÍF. TB hevur havt tað trupult í hesum kappingarárinum, men tað eru tekin í sól og mána um, at liðið er við at finna stevið. Tað vísti millum annað dysturin móti KÍ leygardagin, tá meistarnir ikki sigraðu fyrr enn stutt fyri tíð. Hetta er triðju ferð, at TB og ÍF møtast. Í sjeynda ufari endaði tað við málleysum javnleiki í Trongisvági, meðan ÍF vann 1-0 í Fløtugerði í 10. umfari. Tað er ikki óhugsandi, at hesin dysturin endar í longdari leiktíð. 07 Vestur-FC Suðuroy Mikudagin klokkan 17.00 DÓMARI: JÁKUP Ø. MOHR Hetta er ein dystur millum eitt lið í 1. deild og eitt lið í 2. deild. Tí skuldi tað gjarna verið munur á, tá hesin dysturin er liðugur, men talan er um eitt ungt og lívligt FC Suðuroy , ið kemur á vitjan á Dungasandi. Gestirnir vunnu heili 9-1 í undanumfarinum, sum var móti grannunum úr Royn. Í 2. deild hava teir fingið 12 av 15 stigum og eru í toppinum saman við Skála og NSÍ. Heimaliðið tók eina løtu um at finna stevið í 1.deild. Nú eru 14 stig á konto og tað er ríkiligt til at sleppa undan niður­ flyt­ingar­vandanum fyribils. Drúgvasti parturin av liðnum er verjuparturin, har Rafael Veloso stendur í mál og Dann Fróðason og Martin Tausen eru í miðverjuni. Klóka høvdið er Tór-Ingar Akselsen, meðan Gilli Samuelsen er jokarin, sum 07 Vestur spælir nógv uppá. Heimaliðið er favorittur at vinna. KÍ-HB (Beinleiðis á FM1) Mikudagin klokkan 19 DÓMARI: PETUR REINERT Hetta er stóra søgan í fyrsta umfari. Klassikarin í føroyskum fótbólti millum tvey tey sigursríkastu feløg­ini í landinum, men bara annað sleppur víðari til fjórð­ings­ finalurnar. Tað er ikki gott nokk fyri hvørki KÍ ella HB. Bæði liðini høvdu trupul­ leikar leygardagin. KÍ á heima­ vølli móti TB og HB á úitvølli móti ÍF. Seinast hesi bæði liðini møttust endaði tað við 3-3 javnleiki í Gundadali. Helst besti dysturin í føroysku kappingini í ár. Umstøðurnar eru eitt sindur øðrvísi til hendan dystin. Revsingin fyri at tapa er nógv størri enn í einum dysti í landskappingini. Tí er væl hugsandi at bæði liðini koma at spæla eitt sindur øðrvísi enn tann spennandi dagin í Gundadali. Heimaliðið er væl fyri í løtuni. Størsta avbjóðingin tykjast verða at finna røttu samansetingina á miðvøllinum, har tað skiftivís eru Deni Pavlovic og Steinbjørn Olsen, sum eru á vøllinum við síðuna av liðskiparanum Jákup B. Andreasen. Í HB er skaðalistin langur og tað gjørdi, at HB skifti til nýggja spælskipan móti ÍF. Teir spældu 3-5-2 fyri at styrkja verjupartin. Tað er væl hugsandi, at tann spælskipanin stendur við, tá mótstøðan er so sterk sum KÍ. HB hevur staðið seg avbera væl í Klaksvík, men hesa ferð tykist KÍ hava munin á mann­ingasíðuni. Hetta verður hvørtfall ein spennandi dyst­ ur, sum kemur at ávirka kapp­ ingarárið hjá øðrum felag­ num nógv. Treytin er jú, at taparin má takka fyri seg í steypakappingini. EB/Streymur-NSÍ Mikudagin klokkan 19 DÓMARI: JÓHAN HENDRIK ELLEFSEN Hendan uppgerðin fekk nýtt lív, eftir at liðini møttust leygarkvøldið. Søgan sigur, at NSÍ plagar at vinna greitt og til tíðir lætt á EB/Streymi, men við Løkin leygarkvøldið var spenningur líka til seinasta bríksl. Sundalagsmenn kunnu saktans og teir løgdu eisini trýst á NSÍ seinastu løtuna, tó at runavíkingar stóðu ímóti og vunnu 1-0. Nú verður spælt við Marg­ áir, har EB/Streymur hevur heimavøll í ár. EB/Streym­ ur broytti eitt sindur upp á liðið í leypi av dysti­num leygarkvøldið, har sunda­ lagsmenn høvdu trupulleikar við serliga Jann Benjaminsen. Hetta kann Jákup Martin Joensen, venjari, nú fyrireika sínar menn uppá undan dystar­ byrjan. NSÍ er við í oddastríðnum í landskappingini, men tað er ikki pláss fyri øllum í Evropa til komandi kappingarár. Tí er hetta ein avbera týdningarmikil dystur fyri teir gulu og svørtu. Vitandi um at KÍ ella HB fara úr kappingin mikukvøldið, so er tað á pappírinum ein favorittur minni eftir. NSÍ er favorittur, men favorittleikluturin er minni nú, enn hann var undan dystinum leygarkvøldið. B68-Víkingur Mikudagin klokkan 19 DÓMARI: EILER RASMUSSEN Á Svangaskarði tekur B68 móti Víkingi. Heimaliðið spælir í 1.deild og úrslitini hava verið eitt sindur svingandi. Tað er ongin ivi um, at B68 hevur umstøðurnar at verða eitt av feløgunum í Betri deildini. B68- húsið, søgan og umhvørvið er á hægri stigi enn hjá onkrum av feløgunum í Betri deildini, men í løtuni røkkur ítróttarliga avrikið ikki til uppflyting. Tað gjørdi tað heldur ikki fjør, men tað restar lítið í. Dysturin móti Víkingi kann verða ein uppgáva, sum gevur eina greiða ábending um toftamenn eru í framgongd. Eitt gott avrik og eitt gott úrslit kann stimbra uppflytingarvónina. Fyri gestirnar er hetta gullvegurin til Evropa. Tað sæst á stigatalvuni, at Víkingur fær tað torført við at blanda seg millum tvey tey fremstu, sum við vissu gevur atgongd til Evropa. Steypasøgan er glæsilig og ein sigur á Toftum gevur víkingunum ein møguleika at koma í Evropa, sum felagið ikki hevur klárað í tvey ár. Liðini møttust í steypakappingin í fjør og tá vann Víkingur heili 10-0! Skála-FC Hoyvík Mikudagin klokkan 19 DÓMARI: RÚNI OLSEN Her er talan um eitt lið, sum er í niðurflytingarvanda í Betri deildini móti einum liði, sum er í niðurflytingarvanda í 1. deild. Spurningurin er so hvussu stóru munurin er á niðurflytingarstríðnum í Betri deildini og í 1.deild. Skála hevur bara fingið eitt Løgmanssteypið 1. umfar: Tað verður eitt brak av einum dysti longu í fyrsta umfari av steypakappingini í ár. Í Klaksvík tekur KÍ móti HB. Tað er aðrar uppgerðir millum lið úr Betri deildini, meðan tað í øðrum førum eru greiðir favorittar Løgmannsteypið: KÍ ELLA HB KÍ ELLA HB RÚKA RÚKA LONGU Í LONGU Í FYRSTA UMFARI FYRSTA UMFARI