Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-07-07, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. juli 2020síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 8. juli 2020 · Nr. 53 Betri deildin hjá kvinnum: Tað stóð á gomlum nøglum hjá føroyameistarunum, tá ÍVB vitjaði við Djúpumýru, men í evstu løtu eydnaðist tað Rannvá Andreasen at tryggja KÍ áttanda sigurin á rað, skrivar Fótbóltssambandið. Úrslitini í áttanda umfari í Betri Deildini hjá kvinnum gjørdust hesi: KÍ-ÍVB 3-2 1-0 Evy á Lakjuni, 10 1.1 Jacoba Langgaard, 12 2-1 Gudný Johannessen, 22 2-2 Victoria á Lakjuni, 43 sjálvm 3-2 Rannvá B. Andreasen, 89 Dómari: Jón Marni Johannesen Tað gjørdist ein spennandi og intensur dystur úr enda í annan, spælið gekk báðar vegir, og serliga í fyrra hálvleiki fingu áskoðararnir nógv undirhald við heili fýra málum. Evy á Lakjuni legði fyri í 10. minutti, tá hon slapp framvið Maibritt Olsen í vinstru síðu og legði KÍ á odda við einum sannførandi skoti ovaliga í málinum, og bert fýra minuttir seinni fekk ÍVB brotsspark, sum liðskiparin Jacoba Langgaard umsetti til mál. Stutta løtu seinni skoraði Gudny Johannesen til 2-1 eftir hornaspark, og beint fyri hálvleik endaði eitt hornaspark hjá ÍVB eisini í málinum til hálvleiksstøðuna 2-2. Í seinna hálvleiki hildu liðini fram at spæla væl upp ímóti hvørjum øðrum, og hendinga møguleikar fullu báðar vegir. Miðskeiðis í seinna hálvleiki kom Rannvá Andreasen á vøllin fyri KÍ, og sum so mangan áður gjørdist hon avgerandi, tá alt kom til stykkis. Tá vanliga leiktíðin var um at renna út, vann KÍ bóltin frá ÍVB á miðvøllinum. Evy á Lakjuni fór til stroks í høgru síðu, og haðani kundi hon leggja bóltin fyri føturnar á Føroya mest skorandi leikara, sum rutinerað sendi hann framvið Hjørdis Nesá, sum var komin út úr ÍVB málinum. Dysturin endaði 3-2, og oddaliðið kann sostatt fegnast um eina ótarnaða sigursrøð, meðan kvinnurnar hjá ÍVB óivað iðra seg um mista stigið, sum lá beint fyri føturnar á teimum allan dystin. NSÍ-HB 2-0 1-0 Lív F. Arge Poulsen, 2 sjálvm 2-0 Laila Pætursdóttir, 53 Dómari: Árni Petersen Spenningur var í luftini við Løkin undan dystinum millum NSÍ og HB, sum fóru av vøllinum við hvør sínum stigi í seinasta dysti teirramillum. Men tað gingu bert fimm minuttir, áðrenn Lív Arge, sum í summar er komin heim at hjálpa barndómsfelagnum, var óheppin at beina bóltin í egið mál. Ein óheppin byrjan uppá kappingarárið hjá landsliðsmiðverjanum, men ein dreymabyrjan hjá NSÍ, sum eisini megnaði at halda leiðsluna restina av dystinum. Støðan helt sær í fyrstu atløgu til hálvleiks, og tá ein góður tími var spældur, kom Laila Pætursdóttir á máltalvuna fyri fyrstu ferð í ár, tá hon økti til 2-0, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið. Við sigrinum varðveitir og styrkir NSÍ sítt pláss sum nummar tvey í landskappingini, tær eru tó enn í tøttum stríði við B36 og ÍVB um tað plássið. B36-EB/Streymur/ Skála 4-1 1-0 Olga Kristian Hansen, 1 2-0 Bára Magnussen, 6 3-0 Emma Hansdóttir, 21 4-0 Olga Kristian Hansen, 35 4-1 Lea Lisberg, 77 Dómari: Jón Þór Baldvinsson B36 gjørdi skjótt av í Gundadali, og dysturin var ikki meira enn byrjaður, tá Olga Kristina Hansen legði heimaliðið á odda. Liðskiparin var í hopla í dag, og saman við liðfeløgunum syrgdi hon fyri, at EBS/Skála ikki fekk eitt bein til jørðina allan fyrra hálvleik. Bert seks minuttir vóru spældir, tá Bara S. Magnussen økti til 2-0, eitt korter seinni sendi Emma Hansdóttir eitt langskot í málið til 3-0, og 10 minuttir fyri hálvleik slapp Olga Kristina Hansen aftur framat. Við hálvleiksstøðuni 4-0 var seinni hálvleikurin í veruleikanum mest ein formalitetur, men tað eydnaðist tó Leu Lisberg at pynta um úrslitið, tá eitt lítið korter var eftir at spæla, soleiðis at dysturin endaði 4-1 til B36. KÍ sigraði í evstu løtu 8. umfar: Betri deildin kvinnur støðan # LIÐ D V J T MF MÍ MM STIG 1 KÍ 8 8 0 0 18 7 11 24 2 NSÍ 8 3 3 2 16 8 8 12 3 B36 8 2 4 2 12 10 2 10 4 ÍF/Víkingur/B68 8 2 3 3 11 13 -2 9 5 HB 8 1 3 4 10 13 -3 6 6 EBS/Skála 8 1 1 6 6 22 -16 4 stig í landskappingini, men í nøkrum av førunum hevur talan verið um javnar dystir, har Skála hevur verið við undirlutan til seinast. Avrikini hjá Skála hava verið óstøðug. í 10. umfari eru teir eitt korter frá at vinna á HB, meðan teir eru aftanfyri 3-0 eftir eitt korter móti Víkingi leygardagin. FC Hoyvík hevur fingið fimm stig í 1.deild og afturgangandi fyri avrikini er, ov nógv mál fara í gjøgnum og teir tøttu dystirnir verða taptir móti endanum. Her er Skála favorittur, men spurnngurin er um teir spæla sum móti HB, ella Víkingi? AB-Undrið Mikudagin klokkan 19 DÓMARI: JÓN T. BALDVINSSON Hetta er uppgerðin við størst ítróttarligum muni. AB spælir í Betri deildini, meðan Undrið spælir í 2. deild. Hartil eru argjamenn stinnir í álops- og umstillingsspælinum, meðan Undrið hevur havt tað torført í 2.deild higartil. AB hevur ikki eina stolta søgu í steypakappingini og tað tykist ikki sum, at tey á Argjum tora at droyma um ein steypasigur. Málið er at yvirliva í Betri deildini, men her er ongin ivi um, at AB skal vinna. Undrið hevur bara fingið trý stig í fimm dystum í 2. deild, men tað verður arbeitt hart við at fáa spælið á hægri stig í løtuni. Í fjør fekk Undrið oyrini í maskinuna, tá teir fingu vitjan av KÍ og taptu heili 13-1. Klára Undrið at skera helmingin av málunum av hesa ferð, so er tað helst góðkent. B71-B36 Mikudagin klokkan 19.15 DÓMARI: BJARKI DANIELSEN Seinasti dysturin á skránni í 1. umfari í kappingini um Løgmanssteypið verður á Sandi millum B71, sum spælir í 1.deild, og B36. Heimaliðið hevur fyrr gjørt av lið í Betri deildini. Millum annað í fjør, tá B71 vann 1-0 á ÍF í 1. umfari. Teir stóðu eisini ímóti í 55. minuttir í fjórðingsfinaluni móti HB í Gundadali, áðrenn hol kom á og HB vann 4-0. Úrslitini hjá B71 hava verið svingandi í 1.deild, men afturgangandi fyri B71 seinnu árini er, at tá liðið rør í takt, so koma góð og til tíðir óvæntaði úrslit. Tað skal tó spæla óvanliga væl av, um B71 skal hava ein kjans at bjóða árstalsfelagnum úr Gundadali upp til dans. B36 hevur í trimum teimum seinastu umførunum í landskappingini vunnið til samans 10-0. Tí bendir nógv á, at B36 er væl smurt til at spæla ein slíkan dyst beint nú. Fremstu menninir deila málini millum sín og tey kunnu koma frá einstaklingaavrikum og væl spældum álopum. Myndir: Jógvan Óli Kristiansen/FSF